Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 171 - 6. september 2001 Nr. 171 - 6. september 2001 5 – Í skúlanum í Mikla- dali er ein lærari til 14 børn í ymsum aldri, og tað er ikki nóg gott. Tí ynskja vit, at skúlin á Trølla- nesi varð tikin í brúk aftur, og at ein vikar- ur varð settur afturat, sigur Bárður Øster, pápi at skúlabørnum á Trøllanesi SKÚLATRÆTA Eyðun Klakstein Trøllanes: 12 lyktapelar eru á Trøllanesi. 11 teirra lýsa í myrkrinum. Bert ein av lyktapelunum lýsir ikki. Hann stendur uttan fyri gamla skúlan í bygdini. Hetta er skúlin, sum skúlatrætan á Trøllanesi snýr seg um. Foreldrini á Trøllanesi, sum hava átta børn í skúla- aldri, vilja hava skúlan lætnan uppaftur, men bygdaráðið sigur kortanei. Hetta hevur havt við sær, at foreldrini á Trøllanesi hava tikið børnini úr skúlanum. – Stríðið snýr seg ikki bara um at fáa skúla aftur í bygdini, tí tað er lættari hjá okkum. Tað er eisini spurn- ingur um at fáa eitt betri skúlatilboð til børnini í kommununi. Vit eru ikki nøgd við skúlan í Mikla- dali, har ein lærari skal undirvísa 14 børnum í yms- um aldri, sigur Bárður Østerø, sum er pápi at fýra børnum á Trøllanesi. – Tað er trongligt í skúl- anum í Mikladali, og tí hevði átti tað verið ein góð loysn at tikið skúlan á Trøllanesi í brúk aftur. Høvdu vit so fingið ein vik- ar afturat, ella lærarin í Mikladali eisini undirvísti á Trøllanesi, so hevði tað ver- ið eitt framstig fyri øll børnini í kommununi, sigur hann. Ov nógv til ein lærara Skúlabørnini í Mikladals kommunu eru 14 í tali, og bygdaráðið vil hava, at tey øll ganga í skúla í Mikla- dali. Børnini eru í ymsum aldri, men tey eru øll í somu skúlastovu, har ein lærari skal geva teimum neyðugu frálæruna og veg- leiðingina. – Hetta halda vit ikki er nøktandi. Børnini hava gramdu seg seinasta skúla- ár um, at tey lupu nógv um í bókunum , og tað skilja vit væl. Ein lærari kann ikki undirvísa 14 børnum alla- tíðina. – Fólkaskúlalógin sigur, at ein lærari kann undirvísa 14 børnum, meðan tveir skulu til, um talið verður 15. Vit halda, at 14 børn er alt ov nógv til ein lærara, tá børnini nú eru í ymsum aldri og skulu hava ymiska frálæru, sigur Bárður Østerø. Hann heldur, at børnini á Trøllanesi kundu gingið í skúlanum í bygdini. Lærar- in í Mikladali kundi so ver- ið hálva tíð í Mikladali og hálva tíð á Trøllanesi. Ella kundi ein vikarur verður settur í hálvt starv í komm- ununi. Tað hevði havt við sær eitt betri skúlatilboð til børnini í kommununi, held- ur hann. Vánaliga undanførsla Bygdaráðið í Mikladali hevur ført fram, at tað held- ur tað ikki verða ráðiligt at brúka pengar upp á tveir skúlar í kommununi. – Tað er ein vánalig undanførsla at siga, at kommunan ikki hevur ráð til tveir skúlar, tí tað hevur hon. Pengar eru settir av til at gera skúlan á Trøllanesi í stand, men arbeiðið er bara ongantíð gjørt, sigur Bárð- ur Østerø, sum sat í gamla bygdaráðnum, sum sam- tykti at lata skúlan á Trølla- nesi uppaftur. Tann avgerð- in varð strikað av nýggja bygdaráðnum, sum tók við á nýggjárinum. – Øll árini, sum vit høvdu ávirkan á fíggjarætlanina í kommuni, settu vit pengar av til skúlan á Trøllanesi. Vindeyguni eru skift, men arbeiðið at skifta tekjuna og at flyta oljufýrið í kjallaran er ikki gjørt enn, hóast pengarnir eru tøkir til hetta, sigur Bárður Østerø. Hann heldur, at formað- urin í gamla bygdaráðnum hevur skuldina av, at hetta arbeiðið ikki varð gjørt, soleiðis sum bygdaráðið samtykti. – Tað er eingin haldbar grundgeving fyri, at skúlin á Trøllanesi ikki kann lata uppaftur. Tað er bara bygdaráðið, sum ikki vil hava skúlan at virka aftur, sigur Bárður Østerø. Børnini hugna sær Onkur hevur skrivað Emanuele upp á svørtu talvuna í stovuni í skúlan- um á Trøllanesi. Emanuele er úr Italia, og hvar tað landið liggur sæst á einum gomlum Europakortið sum hongur á vegginum í stov- uni. Kortið er frá teirri tíð- ini, tá Sovjetsamveldið var ein heimsmakt, og Jugosla- via eitt land. Tað er friður í skúlastov- uni. Gomlu borðini hava ikki verið brúkt til undirvís- ing síðani seint í áttatiárun- um, og sjónvarpstólið, sum stendur í horninum, hevði eisini sína stórtíð tá í tíðini. Foreldrini á Trøllanesi hava framvegis børnini heima. Tey spæla í túninum og leingjast ikki enn aftur í skúla. Er tað deiligt at hava frí? – Ja, svarar onkur av- gjørdur, meðan onkur annar ivast eitt sindur. Børnini spæla í felag, hendan dagin Sosialurin er í bygdini, og tey skifta ofta pall. Ein løtu spæla tey krógva og blunda, men so fær onkur hugskot- ið at fara at leypa av einum garði og einum fjósi. Børnini eru vorðnir gíslar í einum stríði millum mis- nøgd foreldur og ein bygda- ráð, sum ikki vil vika seg. Landsmyndugleikarnir siga seg einki kunna gera, og har liggur málið. Støðan er løst føst, og eingin vón er um, at lykta- pelin uttan fyri skúlan á Trøllanesi verður tendraður í bræði. - Vit vilja hava ein betri skúla – Vit vilja hava betri umstøður til børnini í skúlanum, sigur Bárður Østerø, sum er pápi at skúlabørnum á Trøllanesi Frí frá skúlaskeldarí. Børnini spæla í túninum í Trøllanesi, og onkur teirra er fegin um at hava frí frá skúlanum Skúlin á Trøllanesi stendur framvegis tómur. Umvælingarnar av skúlanum eru ikki gjørdar, hóast bygdaráðið hevur pengar tøkar til neuðugu arbeiðini Strandfaraskip Land- sins er í ferð við at út- lisitera ymsar farleið- ir. Bygdaleiðir eru bodnar út, og tvær siglingarleiðir verða tær næstu SAMFERÐSLA Edvard Joensen Bygdaleiðir eru bodnar út til privatar at reka, og Skálafjarðarleiðin og Mykinesleiðin verða tær næstu. Strandfaraskip Landsins hava raðfest útbjóðingarnar soleiðis, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutnings- leiðari, at Bygdaleiðir skuldu bjóðast út fyrst. Um hálvan september veðrur Skálafjarðarleiðin, sum Ternan I røkir, boðin út, og síðan kemur túrurin til Mykinesleiðina, sum Súlan røkir. Hesar eru tær leiðir, sum loyvt er Strandferðsl- uni at bjóða út, sigur hann. Fólk hava vent sær til Sosialin og undrast á, at Mykinesleiðin verður røkt av privatum felag, hóast eingin útbjóðing hevur ver- ið. Ført hevur verið fram, at tað er ikki rætt at útlisitera eina farleið soleiðis í allari stillheit, uttan at lýst hevur verið við hesum. Til tað sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutnings- leiðari, at Mykinesleiðin er als ikki útlisiterað. Tí hevur heldur eingin lýsing verið. Hinvegin er tað rætt, at ein privatmaður hevur rikið rutuna í summar. Men hetta er ein fyribilsloysn, sum komin er í eftir áheitan frá Strandfaraskipum Land- sins, sigur hann. Støðan var tann, at Súlan lá uttan manning, tá ferða- ætlanin skuldi byrja í vár. Súlan siglir bara til Myk- inesar summarhálvuna. Farleiðin er av slíkum slag, at har krevst avgjørt staðkent fólk, sigur fólka- flutningsleiðarin, so roynt varð innanhýsis á stovni- num at finna fólk, sum mett varð hevði førleika at sigla til Mykinesar. Tað eydnað- ist ikki, og tí varð farið út um stovnin at leita. Einir tríggir ymsir fyri- spurningar vóru settir fólki, sum mett varð kundi átaka sær rutuna, og varð at enda gjørd ein avtala við mann, sum hevur siglt á leiðini í líknandi vinnu í nøkur ár. – Men tað merkir avgjørt ikki, sigur Poul Jákup Thomsen, at Mykinesleiðin er latin hesum manni at reka permanent. – Tá Skálafjarðarleiðin er boðin út, kemur túrurin til Mykinesarg. Tá verður leiðin eisini alment boðin út til hvønn tann at søkja, sum metir seg føran fyri at reka hana undir teimum treytum, ið tá verða settar. Tað skal so støða eisini tak- ast til, sigur hann. Mykinesleiðin verður boðin út Mykinesleiðin, sum Súlan røkir, verður boðin út nakað skjótt Kloakk verður løgd fram við ánni niðan fyri landsvegin í Hós- vík, og bakkin verður laðaður uppaftur UMHVØRVI Edvard Joensen Hósvík: Tað verður rætt- liga fríðkað um fram við ánni niðan fyri landsvegin í Hósvík. Kloakk verður løgd oman gjøgnum bakk- an, samstundis sum hann verður laðaður upp aftur við vøkrum gróti av Langa- sandi. Jógvan Mørkøre, borgar- stjóri í Hósvík, sigur, at tað í grundini er av tilvild, at hetta arbeiðið verður gjørt beint nú. –Søgan er tann, sigur hann, at ætlanin var at gera ymiskt annað uppi í bygd- ini. Okkurt vegarbeiði og sovorðið. Hetta arbeiðið fram við ánni varð ikki roknað við, at til bar at fáa gjørt rættiliga enn. Men so vísti tað seg, at maðurin, sum skuldi laða, knappliga var tøkur. Av- gjørt varð tí at fara undir ar- beiðið beinanveg. Í grundini er tað ikki so galið, heldur borgarstjórin í Hósvík. Tí hetta tekur styttri tíð, og sostatt kann hesin parturin av íløgu- kvotuni brúkast í ár, meðan so meira verður eftir til næsta ár. Heldur ikki er hetta arbeiðið, sum nú verður gjørt, so øgiliga dýrt. –Tað er líka við, sigur borgarstjórin, at kloakkrør- ini eru tann dýrari parturin. Hetta er eitt gamalt mál, greiðir Jógvan Mørkøre frá. Áin hevur seinnu árini ver- ið í so skitin, tí kloakkir eru farnar í hana. Tað hevur ikki verið nóg gott, og ynskiligt hevur verið at fingið reinsað ánna. Tann syðra áin, Toftaáin, er gulllrein. Hon varð rein- sað fyri árum síðan, tá kloakkirnar har vórðu beindar norður við vegnum og endaðu í norðaru ánni. Nú verður so kloakkleið- ing løgd fram við ánni, og aðrar leiðingar verða beind- ar í, og soleiðis fer tað heila langt út á sjógv, greiðir Jóg- van Mørkøre frá. Og longu nú er áin vorðin rein oman fyri har, sum rør- leiðingin endar. Eitt vað er líkasum lagt tvørtur um ánna niðan fyri brúnna, har landsvegurin fer um ánna. Tað er laðað undir og oman yvir rørleiðingina, ið kemur sunnan eftir og fer um ánna har og síðan verður bundin í stóru leiðingina, sum nú er løgd av nýggjum á norð- ara bakkanum. Hetta laðið ger ein hyl, har maðkapirr- ur longu eru at síggja í. Tað er Andrias Jacobsen - Dia í Leynum - sum stend- ur fyri arbeiðinum, greiðir Jógvan Mørkøre, borgar- stjóri í Hósvík frá. Og grót- ið, hann brúkar, hevur eis- ini sína søgu. –Dia helt ikki, at tað var serliga vakurt bara at brúka okkurt tilvildarligt, sligið grót. Hann vildi heldur hava náttúrugrót at laða við, tí tað var nógv vakrari. Og tað lá so væl fyri, at vit fingu avtalu við mann á Langasandi um at rudda eina á har norðuri fyri grót, sum komið var við áarlopi, greiðir Jógvan Mørkøre frá. Og hetta áarlopið á Langasandi er nú endað sum prýði fram við ánni í Hósvík. Laða áarbakkan í Hósvík Grótið frá áarlopi á Langasandi verður nú brúkt til prýðis í Hósvík Mynd: Edvard Joensen Leygarkvøldið fer íslendskur dansi- bólkur at sýna fram ymsar íslendskar og europeiskar dansir í Norðurlanda- húsinum DANSUR Dansibólkurin Sporið av Borgrafirði í Íslandi fer leygarkvøldið klokkan hálvgum átta at sýna fólkadans í Norðurlanda- húsinum. Í tíðindaskrivi verður heitt á fólk, sum hava áhuga fyri dansum sum reel, mazurka og slíkum fólkadansum at leggja sær leygarkvøldið av til at koma í Norðurlandahús- ið. Í dansibólkinum Spori- num eru 18 dansarar, sum fara at sýna fram ís- lendskar dansir, eins og tey fara at vísa íslendskar útgávur av ymsum euro- peiskum dansum saman við serstøkum hóp- og sangdansum, sum sagt verður í tíðindaskrivi- num. Eisini eru tveir tónleik- arar við, sum fara at stuðla dansarunum við tónleiki og dansi undir framsýningini leygar- kvøldið 8. september klokkan 19.30. ej Íslendskur dansur í Føroyum C M Y K 5 4