Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 171 - 6. september 2001 Nr. 171 - 6. september 2001 7 Eini nýgift hjún úr Chicago valdu eitt heldur óvanligt land at vitja, tá tey fóru á brúdleypsferð. Valið fall á Føroyar, og nú túrurin er liðugur, eru tey als ikki ónøgd FERÐAFÓLK Heri á Rógvi Seamus og Marna Harmey vórðu gift hin 20. mai í ár. Tey valdu at bíða eitt sindur við teirra brúdleypsferð. Tá tey so skuldu fara avstað, so var eftir at velja staðið, og valið fall á Føroyar. Tey eru úr stóra amerikanska býnum Chicago, sum før- oyingar kanska kenna frá kurvabólti ella frá eyk- nevninum »the windy city«, ið als einki hevur við veðrið at gera. Tá tey komu til Føroya 22. august og fóru avstað síðsta leygardag, 1. sep- tember. Vitjanin í Føroyum hevur tikið tey kring oyggjarnar, og tey hava eisini upplivað eitt sindur av hvørjum. Í allar mátar eru tað góð orð, ið tey bæði hava at bera oyggjunum. Hevði hoyrt um Føroyar Hvørki hann ella hon er upprunaliga úr Chicago. Hann er íri av uppruna, og hon er prestadóttir »from the country«. Tey bæði bú- leikast nú bæði í Chicago, har tey hava eina íbúð. Hann starvast innan part- arbrævamarknaðin. Hon arbeiðir hjá Greenhouse/- Leo J. Shapiro, sum ger so- kallað »marked research«. Tey settu sær fyri at finna eitt gott stað at fara á brúdleypsferð. Tey kundu hugsað at hava nógvar og góðar møguleikar at fjakka, samstundis sum, tá hetta nú einaferð skuldi vera teirra brúdleypsferð, so vildu tey fegin gista á hotellum. Hetta funnið tey í Føroyum, og sigast skal, at tey siga seg vera sera fegin um at hava vitja oyggjarnar. Seamus hevði hoyrt um Føroyar, og tað var eisini hann, sum nevndi møgu- leikan at leggja leiðina henda vegin, tá hetta var eitt stað, sum kanska eftir- líkaði teirra treytir. Tey fóru so undir at kunna seg um Føroyar gjøgnum alnetið, og endin varð, at tey valdu at leggja leiðina til Føroya. Allar bíleggingar fóru eisini fram á alnetinum, og Seamus sigur, at tað í veruleikanum var óføra lætt at skipa fyri einari ferð til Føroya úr Chicago. F l og f e r ð a s e ð l a r n i r skuldu tey rinda einar 3.600 dollarar fyri, men tá skuldi tey eisini til Írlands. Tá hetta var teirra brúd- leypsferð, so valdu tey eis- ini at fylla pengapungin við umleið tvífalt so nógv sum ferðaseðlarnir kostaðu. Kring oyggjarnar Sum áður nevnt, so hava tey á vitjanini verið og vitja nógv støð í Føroyum. Tey hava bæði vitjað í Suður- oynni, Sandoynni, Eystur- oynni og Vágum. Tey siga seg hava hitt nógv spenn- andi og fitt fólk. Alt eftir hvar tey hava verið, so hava tey eisini gist eftir umstøðunum. Tað er ikki á øllum oyggjunum í Føroyum, at tað eru ho- tellir, men hetta leggja tey ikki nógv í. Á Sandoynni nýttu tey høvi at búgva á einum bøndagarði, har tey eisini lata heilsa Lauru og Pálli fyri gestablídni. Eisini vildu tey fegin heilsa Mortan og Daniel í Suðuroy, Hans Peturi á Eiði og Einari í Klaksvík. People don’t try to kill you Tá tað eydnaðist Sosialin- um at fáa hendur á teimum báðum, vóru vit til búgvið borð á Sjómansheiminum í Havn. Tað skal eisini sigast, at talan var um frálíka góð- an mat, sum teimum vitj- andi eisini dámdi sera væl. Longu nú hómast nøkur av teimum eyðkennum, sum at kalla øll hjún kunnu sigast at hava. Konan brýtur mannin av, tá hann tosar, og hann erpin við vitan, uttan at tey við hesum gera nakað skeivt. Eftir at tey hava greitt frá ferðini, fer prátið at snúgva seg um Føroyar sum ferða- mannaland. Tey bæði hava alt gott at bera Føroyum, og skulu tey seta fingurin á nakað, so siga tey, at sam- ferðslukervið kanska kundi verið eitt sindur greiðari at nýta. Eisini kundi skelt- ingin á summum økjum verið eitt sindur betri fyri fjakkarar. Sum Seamus eisini tekur til, so er ein stórur munur millum Chicago og Føroy- ar: People don’t try to kill you in the Faroe Islands. Tá tey fóru avstað leyg- ardagin gekk leiðin til Dan- markar og síðani til Dublin, har tey skulu til brúdleyp hjá systur hansara. Hjún úr Chicago á brúdleypsferð í Føroyum Tað skal eisini vera pláss fyri eitt sindur av kærleika á brúdleypsferðini. Mynd: Heri á Rógvi Seamus og Marna, her á Sjómansheiminum í Havn, eru sera væl nøgd við teirra brúdleypsferð. Føroyingar fáa eitt avbera gott skoðsmál frá teimum báðum. Mynd: Heri á Rógvi Politisk semja er um, at føroyskur listaskúli skal gerast heima á Sandi. Týsdagin handaði arbeiðsbólk- ur Óla Holm, lands- stýrismanni, álit um, hvussu skúlin kann skipast LISTASKÚLI John Johannessen Ætlanin um at skipa ein føroyskan listaskúla heima á Sandi er nú komin eitt fet víðari. Arbeiðsbólkurin, sum Tórbjørn Jacobsen, fyrr- verandi landsstýrismaður við mentamálum í mai setti at gera álit um ein lista- skúla á Sandi, handaði týs- dagin Óla Holm, lands- stýrismanni, álitið. Breitt skeið Ætlanin er ikki, at lista- skúlin skal vera skipaður, sum ein lærustovnur, har tú nemur tær eina beinleiðis útbúgving inna list, sum tú síðani kanst skjalprógva. Heldur er meiningin, at skúlin skal vera ein lopfjøl, har tú fær loyvi at menna tíni listarligu evni, áðrenn tú møguliga fert víðari uttanlands at nema tær listarliga útbúgving á høg- um støði. Arbeiðsbólkurin sigur í tilmæli sínum, at enda- málið við listaskúlanum er at menna listarligu evnini hjá næminginum og stimbra næmingin soleiðis, at hann eftir lokið skúla- uppihald hevur fingið eitt grundstøði innan valdu listarbreytina. Og listarbreytirnar, sum næmingarnir skulu sleppa at velja ímillum, verða myndlist, tónlist, leiklist, tóvirki og margmiðlalist bæði á verkligum og á- støðiligum støði. Sjálvsognarstovnur Ætlanin er, at listaskúlin verður skipaður sum ein sjálvsognarstovnur, óheftur av politisku skipanini. Samstundis skal raksturin fíggjast við stuðuli úr landskassanum, men eisini við einum ávísum luttøku- gjaldi. Við verandi lóggávu ber tó ikki til at fíggja skúlan við stuðuli úr landskass- anum, eins og arbeiðsbólk- urin mælir til. Tí skjýtur ar- beiðsbólkurin eisini upp, at lógin verður broytt, soleiðis at tað ber til at stuðla. Og stuðulin skal vera góður. Tí dygdin á einum einasta føroyska lista- skúlanum skal sjálvsagt setast í hásæti, soleiðis at skúlin verður eitt veruligt tilboð til ungfólk, sum hava skapandi gávur og um- hugsa at fara á lærdar lista- háskúlar at nema sær út- búgving. Tí mælir arbeiðsbólkurin til, at lærararnir, ið verða settir, skulu vera sera væl fyri, bæði fakliga og náms- frøðiliga. Og í teimum skapandi lærugreinunum skulu skapandi listarfólk undirvísa. Lærararnir, held- ur arbeiðsbólkurin, finnast í føroyum. »Lærararnir eru tann týdningarmesti parturin av skúlanum, tí tað eru lær- ararnir, ið fara at mynda innihaldið á skúlanum, og sum fara at geva skúlanum sítt umdømi«, sigur ar- beiðsbólkurin og vísir á, at tað eisini er umráðandi, at skúlin fær góðar karmar at virka undir. Vitarskúli Ætlanin er, at listaskúlin skal vera ein sokallaður vistarskúli. Tað vil siga, at næmingarnir koma at búgva á skúlanum. Arbeiðsbólkurin sigur, at hetta ger, at ein felagsskap- ur verður millum næmingar og lærarar í tíðini, sum skeiðið fevnir um. Bólkurin metir, at skúlin eigur at kunna hýsa umleið 40 næmingum, umframt at nakrir lærarar eisini eiga at búgva á skúlanum. Meingin er, at næming- arnir skulu gjalda 1.600 krónur um mánaðin fyri at vera á skúlanum. Listaskúlin á Sandi nærkast C M Y K 7 6