mikudagur 19. november 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 223 - 19. november 2008
Lær at skriva umsókn til Nordplus
Hósdagin 20. november 2008 skipar Altjóða Skrivstovan fyri kunningarfundi um Nordplus Junior. Fundurin verður í
Jónas Broncksgøtu 25, frá klokkan 16.15 til 17.30, og vendir sær til øll starvsfólk innan skúlaverkið, sum hava áhuga
í norðurlendskum og baltiskum skúlasamstarvi. Á fundinum fer Karin Kaikkonen, ið dagliga arbeiðir við Nordplus
Junior á »Internationella Programkontoret« í Stokkhólmi, at hava framløgu. Í kunning síni fer Karin Kaikkonen
millum annað at greiða frá hvørjum samstarvstiltøkum fíggjarligur stuðul kann søkjast til, mannagongdum í sambandi
við umsóknir, hvussu ein góð umsókn skal síggja út, metingarstøði og dømum um góða praksis. Dentur verður lagdur
á at lýsa ta góðu umsóknina. Raðfestingar í komandi umsóknarrundu, ið hevur evsta mark tann 2. mars 2009, eru
veðurlagsspurningar, yrkisútbúgvingar, dygd í útbúgvingum, heilsa, fyribyrging av næmingafráfalli, ígongdsetan og
fjølmentaði flokkurin. Endamálið við Nordplus Junior er at styrkja og menna samstarv millum skúlar á øllum stigum.
Í summar tvingaðu
politikararnir
Landssjúkrahúsið
at seta sparingar í
verk, og tað hava
sjúklingarnir síðani
goldið ein dýran prís
fyri
Heilsuverk
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hesar síðstu mánaðirnar
hevur
Landssjúkrahúsið
ikki havt ráð at leggja nógv
ar sjúklingar undir skurð.
Tað er støðan á okkara
meginsjúkrahúsi, nú tveir
mánaðir eru eftir av árinum.
Fíggjarstøðan á Lands
sjúkrahúsinum hevur verið
ein afturvendandi trupul
leiki í nógv ár og tað er ferð
eftir ferð komið fyri, at tey
hava noyðst at seta spari
tiltøk í verk, sum hava rakt
sjúklingar í størri og minni
mun.
Ikki ráð at leggja
undir skurð
Aftur í ár hava politikararnir
kravt at Landssjúkrahúsið
skal seta sparingar í verk og
tað hevur rakt sjúklingarnar
hart.
Tann
mest
álvarsliga
avleiðingin hevur verið, at
Landssjúkrahúsið í fleiri
mánaðir ikki hevur havt ráð
til at leggja sjúklingar undir
skurð í tann mun, sum ætl
anin annars var.
Í summar kravdu politik
ararnir, at Landssjúkrahúsið
skuldi spara tvær milliónir
krónur og tað hevur ført við
sær, at vit hava verið noydd
at tálma virksemið hetta
síðsta hálva árið, staðfestir
Allan Skaalum, stjóri á
Landssjúkrahúsinum.
Hann váttar eisini, at
hesar sparingar hava rakt
sjúklingarnar, tí tær hava
ført við sær, at yvirhøvur
eru
allar
tilrættislagdar
skurðviðgerðir, sum kunnu
bíða, útsettar til næsta ár.
Fyrr í ár boðaðu vit
politikarunum frá, at skuldi
tað bera til at varðveita virk
semið á Landssjúkrahúsin
um óbroytt, máttu vit fáa 30
milliónir afturat í ár.
Men vit fingu at vita frá
politiska myndugleikanum,
at undirtøka fekst ikki fyri
at játta okkum meiri enn 28
milliónir og sostatt vórðu
vit noydd at seta sparingar í
verk fyri tvær milliónir, sig
ur stjórin á Landssjúkra
húsinum.
Sostatt mátti útreiðslur
nar tálmast, men av tí at
hetta var í summar, var
meiningsleyst
at
fremja
sparingarnar við uppsagn
um, tí tey flestu starvsfólk
hava seks mánaða uppsagn
artíð, so at tað hevði ikki
ført nakra sparing við sær.
Sostatt máttu sparingar
finnast aðrastaðni og ein
avleiðing hevur so verið, at
ein stórur partur av teimum
tilrættisløgdu skurðviðgerð
unum eru útsettar til næsta
ár.
Summar skurðviðgerðir
hava verið framdar sum ætl
að, eitt nú ymiskt, sum hev
ur við eygu og oyru at
gera.
Men ein stórur partur av
øllum øðrum skurðviðgerð
unum, sum ikki eru bráð
neyðugar, eru útsettar til
næsta ár.
Allan Skaalum nevnir í
hesum sambandi, at stórur
partur av teimum, skulu
skifta liðir hava fingið boð
um, at tey ikki sleppa fram
at fyrrenn næsta ár.
Soleiðis hava vit gjørt
av at fremja sparingarnar
fyri ikki at nerva tilbúgving
ina og alla tað bráðneyðugu
viðgerðina.
Longri bíðilistar
Stjórin á Landssjúkrahúsin
um ásannar eisini, at sjálv
andi hevur hetta ført við sær,
at bíðilistarnir eru longdir,
men hann dugir ikki at síga,
hvussu nógv.
Kortini sigur hann, at
frammanundan var bíðitíðin
í Føroyum lutfalsliga stutt
til nógvar av hesum skurð
viðgerðunum, sum nú eru
útsettar, aftur ímóti bíðitíð
ini í øðrum londum.
Hann ásannar at hetta er
Sjúkrahús ikki ráð til skurðviðg
Líka síðani í summar hevur
Landssjúkrahúsið ikki havt ráð
at leggjasjúklingar undir skurð,
soleiðis sum ætlað og stjórin ásannar,
at hetta er til stórt fortreð hjá
sjúklingum, sum noyðast at ganga
sjúkrameldaðir nógv longri enn ætlað