Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 223 - 19. november 2008 gerð Politikarar í Løg­ting­­ inum undrast á, at, Landssjúkrahúsið ikki hevur ráð at leg­g­ja sjúkling­ar undir skurð Landssjúkrahúsið Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta er ein skandala. Kári P. Højgaard, løgtings- maður, vildi hava eina forkláring upp á, hvussu tað ber til, at sjúklingar ikki kunnu leggjast undir skurð, tá ið bæði læknar og sjúkra- systrar gingu fyri fulla løn kortini. Í løgtinginum nú ein dag- in dugdi hann ikki at síggja, hvussu stór sparing er í at forða læknum og sjúkrarøkt- arfrøðingum, sum kortini eru til arbeiðis, ið at leggja fólk undir skurð. Hann vísti á, at allar skurðviðgerðirnar, sum eru útsettar í ár, skulu so gerast næsta ár. Tí vildi hann hava at vita, hvat tað fer at merkja fyri raksturin á Landssjúkrahúsinum næsta ár, at ein stór rúgva av útsettum skurðviðgerðum frá ið ár, eisini skulu gerast næsta ár. Jenis av Rana, sum sjálv- ur er kommunulækni, vátt- aði í Løgtinginum, at bíði- tíðirnar á Landssjúkrahús- inum eru langar. Men hann vildi ikki vera við, at tað var peningur, sum manglaði. Tær longstu bíðitíðirnar eru á økjum, har játtanin ikki er ov lítil, staðfesti kommunulæknin í Løgting- inum. Marjus Dam, sum eisini er kommunulækni, stað- festi eisini, at hóast bæði læknar og sjúkrarøktafrøð- ingar eru til arbeiðis fyri fulla løn, sleppa tey ikki at leggja fólk undir skurð, tí pengarnir strekkja ikki til. - Hvat skulu tey so gera, tá ið tey eru arbeiðis, tá ið tey ikki sleppa at leggja fólk undir skurð, spurdi hann. Hinvegin váttaði hann, at skurðviðgerðir eru útsettar upp í eitt heilt ár og ímeðan skulu sjúklingar ganga sjúkrameldaðir í nógv longri tíð enn neyðugt, tí politikar- arnir ikki játta landssjúkra- húsinum nóg mikið av peng- um, til at viðgera hesar sjúk- lingar fyri. Máttu tálma Hans Pauli Strøm, landsstýr- ismaður í heilsumálum, stað- festi, at longu tíðliga í ár staðfesti landssjúkrahúsið, at brúk var fyri 30 milliónum afturat í ár, skuldi virksemið halda fram óbroytt. Men kravið frá undan- farnu samgongu var, at Landssjúkrahúsið skuldi spara tvær milliónir og skuldi eykajáttan útvegast til tær 28 milliónirnar, sum so manglaði í. Landssjúkrahúsið segði, at tað bar ikki til at finna tvær milliónir í sparingum við uppsagnum. Tí varð virksemið tálmað fyri at spara tvær milliónir. - Sostatt vóru ein rúgva av skurðviðgerðum útsettar til seinni. Tað er ikki so, at allar tilrættislagdar skurð- viðgerðir eru útsettar, men ein stórur partur er útsettur fyri at kunna spara tær tvær milliónirnar. Annars vóru tað fleiri politikarar, sum hartaði pol- itikarar fyri at hava játtað Landssjúkrahúsinum alt ov lítið av pengum fyri at pyntað fíggjarlógina. Les meiri á síðu 6. Støðan á Landssjúkrahúsinum ein gøla sjálvandi til stórt fortreð fyri sjúklingar, sum verða noyddir at ganga sjúkir og sjúkrameldaðir frá arbeiðið longri enn annars. - Men hetta er so prísurin fyri tær raðfestingarnar, sum gjørdar vórðu, leggur hann afturat. Brúkt tíðina væl Men hvussu ber tað til, at læknar og sjúkrarøktarfrøð- ingar, sum kortini eru til arbeiðis, ikki kunnu leggja fólk undir skurð? - Tað er tí, at vit hava tálm- að útreiðslurnar til ymsa útgerð, sum skal brúkast í sambandi við skurðvið- gerðir. Samstundis er ein seingjadeild við 10 sengrum til hesar skurðsjúklingar, afturlatin og tí ber ikki til at leggja fólk undir skurð. Tað merkir, at ein partur av virkseminum, sum varð tálmað í sambandi við summarfrítíðina, verður ikki tikið upp aftur fyrrenn á nýggjárinum. Allan Skaalum sigur, at tey hava roynt at fáa sum best burtur úr bíðitíðini. Eitt nú er ein rúgva av yvir- tíð nú fingin frá hondini við avspáking, heldur enn við yvirtíðargjaldi. Samstundis hevur Lands- sjúkrahúsið í ferð við at seta eina talgilda heilsuskip- an, THS, í verk og tað hava vit lagt stóra orku í at venja starvsfólkið til í summar. - Tað er ein rættiliga umfatandi skipan, sum krev- ur góða venjing og vit hava brúkt hetta høvi við lágum virksemi til at undirvísa starvsfólk. Sostatt hava vit brúkt tíð- ina skilagott og tað fer avgjørt at koma sjúklingun- um til góðar í longdini, sigur Allan Skaalum. Hann kann onki siga um, hvussu virksemið verður næsta ár, tí tey eru í hesum døgum í eini tilgongd at leggja játtanina fyri næsta ár til rættis. Les meiri á síðu 7. Kunnandi fundur um mentan Norðurlendski Mentunargrunnurin hevur kunnandi fund í Klaksvík fyri øllum áhugaðum í Býráðshøllini í Klaksvík í kvøld 19. november frá klokkan 19 til 22. Av teimum 26-28 mió krónunum, sum árliga verða játtaðar úr Norður- lendska Mentanargrunninum til mentanarátøk í norðurlondum og uttanfyri norðurlond, eru Føroyar vanliga væl umboðaðar. Grundarlagið undir játtan og útgjaldi til mentanarátøk úr grunninum eru vanliga, at trý norðurlond skulu verða umboðað í verkætlanini. Eitt av høvuðsmálunum hjá umsitingini í grunninum er at kunna og vegleiða umsøkjarum so gjølla sum tilber, at umsóknin er so greið, nágreinlig og væl skrivað, sum gjørligt. Thomas Heikkila, málsviðgerði í Mentanargrunninum kunnar um grunnin og greiður frá, hvussu fram verður farið, tá søkt verður um pening. Á hesum fundum fer Thomas Heikkila at greiða frá Norðurlendska Mentanargrunninum og Urd Johannesen, fer stutt at kunna um grunnin Kulturkontakt Nord. Fundurin er fyri øll, ið hava brúk fyri at søkja um norðurlendskan pening til mentanarátøk. Komandi ár verða tónleikatiltøkini G!­festivalurin og­ »Futt í Býin«, ið ólavssøkukonsertin nú kallast, samstundis. Fyrireikararnir halda hetta vera sera óheppið og­ kenna seg­ kroystar í hesi støðu TónLeikur Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Hóast nógvur munur er á tiltøkunum, eru báðir fyri- reikararnir, Jóhannus á Rógvu og Jón Tyril, á einum máli um at tað ikki kemur nøkrum til gagns at bæði Futt í Býin OG G! koma at liggja á sama degi í 2009. Í ár var fyrsta árið tiltakið Futt í Býin sá dagsins ljós. Ólavsøkukonsertin fylti ov nógv, og mátti tí leggjast utt- anfyri sjálva Ólavsøkuna, mettu myndugleikarnir, ið kravdu hetta. - Seinasta ár eydnaðist tað ikki, men ætlanin er at hava konsertina leygardagin undan Ólavsøkuni, komandi ár verður tað 25. juli. Hag- tøl, frá tá konsertin var 27., vísa, at hon verður mest vitjað leygardagar, greiðir Jóhannus á Rógvu frá. Umframt at hava flutt dag, so er konsertin flutt úr Kommunuskúlagarðinum oman í Tórsgøtu. G!-festivalurin verður eisini í ár og kemur at ligga í døgunum 23., 24. og 25. juli. Jón Tyril greiðir frá, at orsøkin til at hann kom at liggja har, er, at tað var í samráði við nýstovnaða Før- oya Festivalin, ið verður vikuskiftið frammanundan og í Kirkjubø. - Men vit gjørdu ein feil við at leggja G! á tann 25.. Ólavsøkukonsertin plagar at vera 27., og vit vistu ikki av ætlanum teirra tá vit løgdu G!, sigur Jón Tyril. Bæði Føroya Festivalurin og Futt í Býin høvdu sam- skift við G! áðrenn skráin varð løgd, men kortini legði Futt í Býin seg omaná G! hin 25. - Í 2010 verður G!-festi- valurin triðja vikuskifti í juli, sum vanligt hevur ver- ið leggur Jón Tyril afturat. Hørð kapping? Bæði eru tey tónleikatiltøk, men kortini er stórur munur á teimum, so torført er at meta um kappingartreytir- nar. Víst vitja nógv Ólav- søkuna og fara tí á konsertina, ið hoyrir við, og uttan iva velja nógv G! framum, orsakað av umhvørvinum, tjaldingini og longdini av festivalinum. Eisini umboða báðir festival- arnir ymiskan tónleik. Hvørgin av fyriskiparun- um ynskti at skula kappast á hendan hátt. Báðir vildu vera við, at teir høvdu verið um seg og spurt um nakað annað lá á teimum døgum, ið ætlað var at nýta. Jóhannus á Rógvu legði afturat at Futt í Býin hevði havt sera nógv samskifti við aðrar festivalar, tí ætlan- in er sjálvsagt at samskipa alt best møguligt. Millum annað er ein MVG fyrispurn- ingur lagdur til Mentamála- ráðið vegna festivalarnar. - Futt í Býin er eitt nýtt tiltak, ið má byggjast sterkt upp frá grundini av. Tí er tað so týdningarmikið at vit halda fast við at leggja konsertina leygardag, sigur Jóhannus á Rógvi. Futt í Býin og G! í kapping Bæði tiltøkini hava verið væl vitjaði, so tað er sera óheppið at tey nú liggja sama dag. Savnsmynd: Jens Kristian Vang