mikudagur 19. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 223 - 19. november 2008
Frændafundur 6 útkomin
Forlagið Fróðskapur hevur givið út bók við 24 fyrilestrum frá før
oyskariíslendskari ráðstevnu í Tórshavn 26.28. juni 2007. Greinarnar
eru helvt um helvt á føroyskum og íslendskum við enskum saman
drátti. Bókin er 304 blaðsíður og kostar 290 krónur. Frændafundur er
tvímálsligur, tað merkir at fyrilestrarnir vórðu hildnir á íslendskum
ella føroyskum, og sama býtið er galdandi fyri prentaðu útgávuna,
sum eisini hevur stuttar enskar samandráttir. Ráðstevnan er tvørfaklig,
og á sætta fundinum vóru evnini: mál, støðan hjá samkyndum, støðan
hjá útlendingum, barnabókmentir, kommunusamanlegging, myndlist
tey seinastu tíggju árini, tónleikur og binding og sniðgáva.
The Dreams í Fuglafirði
Tann 20. desember spæla The Dreams í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði. Hetta er fyrsta framførsla teirra í Føroyum,
síðani Summarfestivalin. The Dreams fara at spæla góða,
gamla føroyska tilfarið, men eisini sangir av nýggjastu
fløguni. The Dreams hava júst á 3. sinni havt ein sang
liggjndi sum nummar eitt á danska Boogie listanum.
Atgongumerkir kunnu keypast á teleshop.fo frá
mikudegnum, men sølan er avmarkað, tí bert 700
atgongumerkir eru til taks.
-do-
MANNAGONGDIR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Samskifti er lykilin.
Í kjalarvørrinum av ein
um sakarmáli, sum TAKS
førdi móti einum nú 68 ára
gomlum pensjónisti, hvørs
fíggjarligu viðurskifti eru
so, at hann ongan møguleika
hevur at rinda nakað aftur,
hevur Sosialurin vent sær
til TAKS fyri at vita, hvussu
stovnurin arbeiðir.
Tá sjálvuppgávurnar
ikki eru í lagi, verða tær við
gjørdar og kannaðar. Men er
tað so, at skatturin av teirri
upphædd, sum skattgjaldarin
hevur sloppið sær undan fer
upp um 500.000 krónur í
landsskatti og 100.000 tá
talan er um mvg verða tær
lætnar beinleiðis til fútan at
taka støðu til. Og sjálvt um
vit ikki prinsipielt umrøða
einstøk mál, so var tað hetta,
sum er hent í hesum førinum,
greiða Hjørdis Gaard og
Bent Ottosen frá.
Tað er tískil ikki TAKS,
men fútin sum tekur avgerð
um, hvørt ákæra verður
reist í slíkum føri.
TAKS hevur ein greitt orð
aðan
innheintingarstrategi
politikk, sum gongur út upp
á at málrætta og tilllaga inn
heintingina.
»Mannagongdir
skulu
geva størst møguligt avkast
og verða soleiðis, at vøkstur í
eftirstøðum verður steðgað
ur. Brúkast skal minst møgu
lig orka og tað skal vera fram
haldandi fokus á rættartrygd
borgaranna og virkisins«.
Fyri at betra um samskift
ið við kravánara skal »Inn
heintingarætlanin
stuðla
undir málsetningin at økja
um talið av borgarum, sum
av sær sjálvum lata inn og
gjalda rætt«.
Við- og mótspælarar
TAKS arbeiðir eftir einum
pyramiduprinsippi (compli
ence), har niðasta lagið eru
tey, sum halda sínar skyldur.
Síðani kemur eitt lag, har
fólk hava vilja, men kanska
ikki evni at halda skyldur
nar.
Soleiðis gongur upp eftir,
til tú ert á toppinum, har fólk
decidera snýta við vilja.
Okkara mál er at flyta
fólk so langt niður í pyra
midustrukturinum sum gjør
ligt, sigur Bent Ottosen.
Strategiin hjá innheinting
ardeildini tekur støði í teirri
hugsan, at meginparturin av
borgarum og virkjum ynskja
at gjalda til tíðina. Í hesum
høpi verður skilt millum
viðspælarar og mótspælarar.
Viðspælarar eru borgarar
og virki, sum hava viljan at
rinda. Hesi fáa vanliga eina
gjaldsavtalu og ansað verð
ur eftir, at eftirstøðan ikki
økist, um so er, at tey ikki
megna at gjalda til tíðina.
Tá tað kemur til mót
spælarar verða hesir býttir í
tveir bólkar, tey, sum hava
evni, men ikki viljan at
gjalda, og so tey, sum hvørki
hava evni ella vilja at gjalda.
Tað er jú heldur ikki so,
at fólk verða revsað, um tey
ikki hava peningin tøkan
her og nú. Tað týdningar
mesta er, at vit fáa uppgerð
irnar inn, tí tað sparir eisini
okkum nógva tíð, sigur
Hjørdis Gaard.
Uppgávan er at fyribyrgja
eftirstøðum, og tí er fokus á
átøkum, sum kunnu forða
fyri at virki og borgarar
koma í eftirstøðu.
Ávísar vinnugreinar
Hon sigur, at TAKS alla tíð
ina roynir at kunna síni við
skiftafólk so væl sum gjør
ligt, og konstruktivur krit
ikkur er altíð væl komin.
Tey bæði skilja eisini væl,
at spurnartekin verður sett
við nyttuna av at brúka tíð
og orku upp á mál, sum
framman undan eru dømd at
miseydnast, og er m.a. eisini
hesin spurningurin, sum er
grundarlag undir avgerð um
hvørji eftirlit vera gjørd
Í teimum førum har upp
hæddin skattagjaldarin hev
ur sloppið sær undan fer upp
um 500.000 krónur so ger
løgdeildin hjá okkum ikki
meiri við málið, men sendir
tað beinleiðis til fútan. Hesin
tekur so støðu til, um hann
fer víðari við málinum, tí
tað er ikki TAKS, sum
stevnir nøkrum, siga Hjørdis
Gaard og Bent Ottosen.
Er talan um upphæddir
undir ta hálvu milliónina,
verður málið viðgjørt av
TAKS, og hvørt málið sær
verður viðgjørt gjølla við
atliti at bæði fíggjarligu
orkuna hjá viðkomandi og
sosialu viðurskiftini.
Vit hyggja eftir umstøð
unum sum heild, og tá við
urskiftini tala fyri tí, finna
vit sum oftast útvegir fyri at
fólk kunnu sleppa frægari
burtur úr støðuni. Tað er
heldur ikki komið fyri í mín
ari tíð, at TAKS hevur koyrt
fólk frá húsi og heimi. Tey
skulu jú eisini liva, sigur
Bent Ottosen, leiðari fyri
innheintingini hjá TAKS.
Tað er tó ein sannroynd,
at TAKS nýtir 80% av teirra
orku upp á 20% av viðskifta
fólkunum. Men tað er kort
ini ikki so, at »revolvara
metodir« verða nýttar.
Okkara einasta mál er at
fáa pengarnar inn, og tað
gerst betri við lógvataki
heldur enn lurki, sigur Bent
Ottosen.
Sosialt atlit
Tá Sosialurin setti spurnar
tekin við nevnda sakarmál,
so var tað i veruleikanum
ikki TAKS, sum var inni í
málinum meiri, men fútin.
Og tey bæði siga, at stovn
urin so avgjørt tekur atlit til
bæði sosialu og fíggjarligu
støðuna hjá fólki.
Í teimum førunum, har
eitt ígongdverandi virki
skyldar skatt ella MVG seta
vit inn. Vit kunna fara so
langt sum at krevja ein virk
isbygning á tvingsilssølu,
fyri at fáa peningin inn, sig
ur Bent Ottosen.
Hann vísir á tað órímiliga
í, at virkir bara kunnu halda
fram við virkseminum, sam
stundis sum tey skylda land
inum pening – og bara lata
sum einki.
Men TAKS er ikki tann
ómenniskjaligi
stovnurin,
sum summi kanska ganga
runt og halda.
Vit verða nokk ongantíð
mest vældámdi stovnurin í
landinum, men vit gera okk
um veruliga ómak fyri at upp
lýsa okkara viðskiftafólkum
so væl sum møguligt um við
urskifti, sum eru teimum við
komandi. Og tí taka vit fegin
móti konstruktivum kritikki,
tí vit vilja fegin verða okkara
viðskiftafólki so hjálpsom
sum gjørligt, sigur Hjørdis
Gaard.
Tað er eisini av hesum
sama, at TAKS nú hevur
sett á stovn eina nýggja
kundatænastu, sum skal
lofta øllum teimum vanligu
spurningunum um skatt og
MVG. Hetta er ein tænasta,
sum verður útbygd um tað
mundið, tá sjálvuppgávrnar
eru fyri.
Byrjað verður hvønn
morgun við at gjøgnum
ganga spurningar, sum tæn
astan hevur fingið dagin
fyri, so vit alla tíðina eru
ajour, sigur Hjørdis Gaard.
Og á innheintingardeildini
eru tey eisini alla tíðina ajour.
Øll mál eru serstøk. Vit
hyggja at teimum objektivt
og sakligt, men tað merkir
ikki, at øll mál verða við
gjørd eins. Har er tað, at
sosial og onnur atlit koma
inn í myndina, sigur Bent
Ottosen, innheintingarleið
ari hjá TAKS.
TAKS
tekur
sosial
atlit
TAKS hevur sínar føstu mannagongdir
at arbeiða eftir, men tað merkir ikki, at
neyðug sosial atlit ikki verða tikin. – Men
viðhvørt er avgerðin ikki okkara, siga
Hjørdis Gaard, fyrisitingarstjóri, og Bent
Ottosen, leiðari fyri innheintingini hjá
TAKS
Hjørdis Gaard, fyrisitingarstjóri, og Bent Ottosen, innheintingarleiðari hjá TAKS. - Arbeitt verður eftir greiðum mannagongdum,
siga tey bæði
Mynd: Jens Kristian Vang