Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 223 - 19. november 2008 Landsverk lærir at skelta Í hesum døgum skipar Landsverk, saman við Vejsektorens Efteruddannelse, fyri skeiðum fyri starvsfólkunum. Skeiðið eitur »Vegurin sum arbeiðspláss« og er um trygd í sambandi við vegarbeiðið, bæði trygdina hjá tí, sum arbeiðir á ella við vegin og ferðslutrygdina sum heild í samband við vegarbeiði. Treytirnar fyri at fáa graviloyvi at arbeiða í landvegi ella við landsveg eru herdar. Nú er tað eitt krav í loyvistreytunum, at tað altíð er minst ein á staðnum, har arbeitt verður, sum hevur tað kravda skeiðið. Eisini verður dentur lagdur á skelting, soleiðs at skeltini verða rætt sett upp. Kunnu avdúka orðblind børn Tað ber til at staðfesta orðblindni hjá børnum, langt áðrenn tey koma í skúlaaldurin. Sambært Trude Nergård Nilssen er tað ein vanlig misskiljing, at orðblindni ikki kemur í fyrrenn barnið skal læra skriftmálið í skúlanum. Altjóða gransking hevur víst, at tað ber til at vísa á byrjandi trupulleikar í mun til skriftmálið hjá børnum um 2 til 3 ára aldur. Tí ber tað til at hjálpa børnunum, áðrenn tey koma í skúla. Hesir trupulleikar kunnu vísa seg í avmarkaðum setningsbygnaði, avmarkaðum orðatilfeingi og líknandi. Tað er staðfest, at orðblindni arvast. Um eitt av foreldrunum og í minsta lagi eitt nært skyldfólk hevur orðblindni, er tað 40 til 60 prosent vandi fyri, at barnið eisini fær orðblindni. Fyri restina av fólkinum er vandin fyri orðblindni upp ímóti 5 prosentum. Kelda: www.gransking.fo Kendi danski sálar­ frøðingurin, Lone Schilling Andersen, er í Føroyum í hesum døgum, og umframt eitt seminar á Hotel Tórshavn fríggjadagin, verður almennur fyrilestur í Miðlahúsinum hós­ kvøldið klokkan 19.30 LEIÐARASKEIÐ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er Intrum Føroyar, sum hevur tikið stig til at fáa organisatións sálarfrøðing­ arnar Lone Schiller Ander­ sen og Steen Liebmann at halda fyrilestrar við heit­ inum »Hvussu draga vit at okkum og varðveita bestu starvsfólkini«. Sosialurin fekk orðið á fyrr nevndu og spurdi hana, hvat hon serliga tekst við. Sum heitið sigur, er tað organisatións sálarfrøði, hon fæst við. ­ Tá tú hevur tvær fyri­ tøkur, sum fáast við tað sama, er einasti munurin starvsfólkið. Tí er tað so umráðandi, at leiðarin í fyritøkuni dugir at draga til sín tey dugnaligu starvsfólk­ ini og halda fast við tey, sig­ ur Lone Schiller Andersen. Hon heldur ikki at tað er treytaleyst av tí góða, at leiðsluhátturin meiri og meiri gongur tann vegin, at demokratiið í alt ov stóran mun fær størri og størri pláss á arbeiðsplássunum. ­ Tað er ikki altíð av tí góða, at ein leiðari ikki long­ ur kann svara ja ella nei, men bara kann siga kanska, vísir Lone Schiller Andersen á. Ein leiðari hevur eina ávísa makt yvir einari ávís­ ari peningaupphædd og yvir starvsfólkinum í ein mun, og tá er tað av stórum týdningi, at hann megnar at útinna hesa maktina á skila­ góðan hátt. ­ Leiðarin skal skapa karmarnar, men tað er neyð­ ugt, at fólk sleppa at virka innan fyri hesar karmarnar, sigur Lone Schiller Ander­ sen. Autoritet Men eitt er sum leiðari at hava maktina, nakað heilt annað er at útstrála ein per­ sónligan autoritet. ­ Tað eru langt frá allir leiðarar, sum útstrála hend­ an persónliga autoritetin, og leiðarar ráða bert yvir starvsfólki í tann mun, starvsfólk lata hann, sigur Lone Schiller Andersen. Tað ræður tí um hjá leið­ aranum at duga at fáa starvsfólkið við, samstundis sum eingin ivi er um, hvør tað er sum ræður. ­ Megnar leiðarin ikki at gera arbeiðið áhugavert, og hevur hann onga persónliga útstráling, so fer starvsfólkið bara onkra aðra staðni at arbeiða, har tað er meiri nøktandi, sigur Lone Schill­ er. So tað, sum umræður, er, at kompetansan hjá starvs­ fólkunum verður viðlíka­ hildin og ment alla tíðina. ­ Persónligur autoritetur merkir, at tú hevur arbeiðs­ ligu ábyrgdina, men eisini eina persónliga ábyrgd mót­ vegis starvsfólkunum. Tað er av týdningi, at tú finnur persónligu evnini hjá tí einstaka starvsfólkinum og megnar at menna tey, sigur Lone Schiller Andersen. Hví, ikki hvar Hon sigur, at leiðslu viður­ skiftini eru nógv broytt seinastu árini. ­ Tá leiðarar ikki viður­ kenna, at makt eisini førir eina ábyrgd við sær, so verð­ ur ikki talan um ein góðan leiðara. Er hinvegin talan um ein leiðara, sum viður­ kennir hetta, samstundis sum hann hevur ein persón­ ligan autoritet, verður talan um ein góðan leiðara, sigur Lone Schiller Andersen. Leiðsluformurin fyrr og nú er ógvuliga ólíkur. Fyrr var tað »kæft, trit og retn­ ing«, meðan leiðsluformurin í dag er meri liberalur. ­ Tá leiðarin fyrr segði við starvsfólkið »hoppa«, so spurdu tey hvar. Í dag spyrja tey hví, sigur Lone Schiller Andersen. Hon er – saman við Steen Liebmann – boðin til Før­ oya av Intrum Føroyar at halda fyrilestrar um, hvussu fyritøkur kunnu draga bestu starvsfólkini til sín, og hvussu tær kunnu varðveita hesi. Fyrilestur fyri kundum hjá Intrum Føroyar verður á Hotel Tórshavn fríggjadag­ in, men almenningurin fær eisini høvið at hoyra hendan fyrilestur, sum tey bæði fara at halda í Miðlahúsinum hóskvøldið 20. november klokkan 19.30. Starvsfólkið gera allan munin Lone Schiller And­ersen er partnari í ráð­gev­ ingafyritøkuni Kjerulf & Partn­ ere. Hon hevur eina master út­ búgving í org­ anisatións sálar­ frøð­i umframt fleiri enn 20 ára leið­araroynd­ir í vinnulívinum. Hesar roynd­ir eru fingnar til vega í starvum hjá A. P. Møller Mærsk fyritøkum í oljuvinnuni, har Lone Schiller And­ersen, har hon var d­eild­arleið­ari í fyritøkuni í Esbjerg og seinni á høvuð­sskrivstovuni í Keypmannahavn. Seinni var hon 11 ár hjá Brød­rene Hartmann sum starvsfólkastjóri við­ globalari ábyrgd­. Síð­ani 2000 hevur hon verið­ yvirráð­gevi og með­stovnari av Kjerulf & Partnere. Hon fæst í høvuð­sheitinum við­ menning og coaching av leið­arum umframt karrieruráð­geving. FAKTA Tað er Jákup Jensen frá Intrum Føroyar, sum hevur boðið Lone Schiller Andersen til Føroya at halda fyrilestrar saman við Steen Liebermann, sum kemur til Føroya seinni í dag Mynd: Jens Kristian Vang