Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 223 - 19. november 2008 Dekkarar við ísfiska­ trolarunum Vestmenn­ ingi og Fram hava seinastu tveir túrar­ nar tjent rættiliga nógvan pening. Á seinasta túri, har skipini fiskaðu í hálvt áttanda samdøgur, var dekkaraparturin millum 38.000 og 39.000 krónur. Túrur­ in undan hesum var næstan líka góður Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað eru ikki so nógvar sól­ skinssøgur í føroysku fiski­ skipavinnuni í løtuni. Ser­ liga er tað ísfiskavinnan, sum er í andglettinum fyri sínar húsagangir, nú seks skip nýliga eru farin undir hamaran, og vandi er fyri, at nøkur skip aftrat fara saman veg. Og tó. Vit skulu ikki mála hin versta á veggin, tí søgan sig­ ur okkum, at tað kann ganga skjótt hvønn vegin í fiski­ skipavinnuni og soleiðis eis­ ini í ísfiskavinnuni. Oljan er framvegis dýr, tó at prísurin fyri hvønn litur er lækkaður við smáum tveimum krónum seinastu mánaðirnar. Roktúrur við lít Millum sólskinssøgurnar um dagarnar eru tveir teir seinastu túrarnir, sum vest­ mannatrolararnir, Vestmenn­ ingur og Fram, hava gjørt suðuri á Bill Baily banka. Á seinasta túri, har skipini fiskaðu í hálvt áttanda sam­ døgur, var veiðan tilsamans 640.000 pund, ið helst er størsta upsalast, sum før­ oyskir partrolarar nakrantíð hava fiskað. Skipini fóru til fiskiskap næstseinasta leygardag og landaðu aftur mánadagin í hesi vikuni. Annar landaði í Saltangará og hin í Havn. Tummas Christophersen, reiðari, letur væl at. ­ Soleiðis gongur tað, tá tað gongur allar best. Hann sigur, at tað er ikki bert veiðan, sum var óvan­ liga góð hendan túrin, men skipini seldu eisini væl. Fiskurin var góður, eini 80­ 90% var 2’arar, sum liggja omanfyri fýra kilo í vekt. ­ Miðalprísurin hendan túrin var stívliga 6 krónur fyri kilo, sum er munandi betri prísur, enn skipini fingu í summar. Tá fingu vit kanska 4,70 fyri stóran upsa, sigur reiðarin. Vestmenningur og Fram seldu hendan túrin fyri einar tvær miljónir krónur, sum gevur ein dekkarapart upp á einar 38.000­39.000 krónur. Og tað er óført. Góðir túrar Men tað er ikki bara hendan túrin, at Vestmenningur og Fram hava fiskað og selt væl. Á túrinum undan hesum, sum eisini var á Bill Baily, høvdu skipini eisini góðan fiskiskap. Tá fiskaðu tey 540.000 pund og seldu veið­ ina fyri 1,7 miljónir krónur, sum eisini er ein sera góður túrur. Tummas Christophersen, reiðari, sigur, at Bill Baily kann roynast rættiliga skiftandi. ­ Á fyrra túrinum doyði fiskiskapurin burtur, sum túrurin leið, men tá skipini so høvdu verið inni og land­ að og vóru komin útaftur á leiðina, var aftur nógvur fiskur at fáa. Hann vísir á, at upsi er pelagiskur fiskur, sum flytir seg upp og niður í sjónum. ­ Tá fiskurin heldur sær uppi í sjónum, fæst ikki fatur í honum, tí botntrolini ganga bara einar sjey metrar av botni og upp í sjógvin, leggur hann aftrat. Sjey mans eru við Vest­ menningi og Fram hvønn túrin, og skiparar á fyrst um­ rødda túri vóru Helgi Niel­ sen, sum førir Fram og Arvin Petersen, sum førir Vestmenning. Báðir eru úr Vestmanna. ­ Hetta eru túrar, ið tú sum reiðari og fiskimaður næstan bara torir at droyma um, men tað er vist, at hetta kemur væl við, sigur Tummas Christophersen. Rokinntøka við føroyskum ísfiskatrolarum Føroyar á breddan í málførisgransking Málførisgransking (dialektgransking) í norðurlondum hevur verið umrødd tvær ferðir í seinastuni. Fróðskaparsetur Føroya er partur av norðurlendska granskingarkervinum. Nordic research gems er heitið á bóklingi, sum greiðir frá góðum søgum innan granskingina í norðurlondum. Felags fyri tær verkætlanirnar, ið ljós verður varpað á er, at teir eru partar av NORIA, the Nordic Research and Innova­ tion Area, sum er partur av NordForsk. Í bóklinginum verður víst á fleiri ymiskar áhugaverdar søgur innan norðurlendska gransking. Eitt nú verður skrivað um ávirkanina av strongd á graviditet; um hvussu tøl tala; um hvussu miðlar broyta religión og eisini um gransk­ ingarsamstarv innan málførisgransking. Málførisgranskingin við føroyskari luttøku verður eisini umrødd í nýggjasta blaðnum frá Nord­ Forsk, NordForsk­magasin. Bóklingurin Nordic research gems og blaðið frá NordForsk kunnu takast niður á heimasíðuni hjá Gransk­ ingarráðnum, www.gransking.fo Kelda: www.gransking.fo (mynd tikin úr bóklinginum Nordic research gems) ­ Sjálvandi kann tað hava sínar fyrimunir, um tað verður rúmsáttari á fiskileiðunum, men minka vit flotan ov nógv, kemur minni fiskur uppá land, sigur reiðari Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Sosialinum í gjár helt Kári Petersen, búskaparfrøðing­ ur, at tað ger einki, um okkara fiskiskipafloti, sum fiskar á Føroyagrunninum, minkar við fleiri skipum. Hetta segði hann í sambandi við tær tvingsilssølur, sum hava verið av føroyskum ísfiskatrolarum. Hann segði seg tó ikki vænta, at hesi skip – ella teir fiskidagar, sum hesi skip eiga – fara at hvørva úr okkara fiski­ dagaskipan. Tummas Christophersen, reiðari í Vestmanna, er í ein ávísan mun samdur við Kára Petersen. ­ Tað er rætt, at um nøkur skip verða færri á Før­ oyagrunninum, verður rúm­ ligari hjá teimum, sum eftir eru. Men minka vit flotan ov nógv, kemur minni fiskur uppá land. Reiðarin vísir á góða upsafiskiskapin, sum verið hevur í fleiri ár, har skip í stóran mun hava siglt full undir lúkurnar til lands. ­ Tað sigur seg sjálvt, at hvørt skipið sær kann ikki sigla við meira enn fullari last. Hetta merkir so aftur, at verða nógv færri skip á grunninum, kemur minni fiskur upp á land. Olaf Olsen, royndur reið­ ari gjøgnum mong ár, sum situr á størsta talgrund­ arlagið, sum finst um nakr­ an føroyskan fiskiskipa­ bólk, segði fyrr í summar, at við einum minni fiskiflota fáa vit kanska eina javnari veiði – men vit fáa sam­ stundis eina javnari, men minni veiði. Eitt er sjálvt veiðitrýstið. Annað er náttúran, og hon háttar sær ymiskt. Hava vit ein lutfalsliga lítlan fiskiflota, kemur minni fiskur upp á land tey góðu árini, enn tað annars Minkar flotin ov nógv – minkar veiðan