mikudagur 19. november 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 223 - 19. november 2008
Seinastu tveir túrarnar hava Vestmenningur og Fram fiskað ávikavist
640.000 og 540.000 pund og hava selt fyri tilsamans 3,7 miljónir krónur
Mynd: Karstin Vang
- Vit eru nøgdir við gongdina
higartil í ár. Skipini hava
fiskað væl, og raksturin
hongur saman, sigur Tummas
Christophersen, reiðari
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ísfiskatrolararnir Vestmenningur og
Fram eru fyrrverandi dalstrolararnir,
Hádegisklettur og Stígarklettur, sum
eru smíðaðir á Tórshavnar Skipa
smiðju.
Skipini vórðu í síni tíð seld til Ný
Sælands, haðani tey vórðu keypt aftur
til Føroya.
Bæði skipini eru longd á Tórshavnar
Skipasmiðju við 7,5 metrum sum ger,
at tey taka meira. Hetta kemur ikki
minst til góðar á gulllaksaveiðini í
vertíðini.
Hava fiskað væl
Reiðarin, Tummas Christophersen, let
ur rímiliga væl at gongdini higartil í ár.
Skipini hava fiskað fyri einar 33
miljónir krónur. Heldur gongdin fram,
kemur samlaða veiðivirðið at tátta í
besta árinum, vit hava havt.
Hann sigur, at besta árið hjá Vest
menningi og Fram er 37 miljónir
krónur.
Nú vita vit sjálvandi ikki, hvussu
verður tað, ið eftir er av hesum árinum.
Seinastu tveir túrarnir hava gingið so
óføra væl, men vit kunnu ikki vænta,
at hetta verður gongdin til ársenda.
Tummas væntar tó, at samlaða
veiðivirðið fer at tátta í besta árinum,
tá vit nærkast ársskiftinum.
Alt ger mun
Tað hevur verið tungt at rikið ísfiska
vinnu við troli í ár, nú oljuprísurin
hevur verið so ómetaliga høgur. Nú er
hann lækkaður nakað, og tað ger sjálv
andi mun, men vit mugu ikki gloyma,
at oljan framvegis er dýr.
Reiðarin sigur, at raksturin av
Vestmenningi og Fram hongur saman
við teimum 33 miljónum krónunum.
Tað hevur gingið væl at fiska, og
hetta er orsøkin til, at úrslitið er so
frægt, sum tað er, sigur reiðarin.
Tummas Christophersen eigur meg
inpartin ella 90% av Vestmenningi
og Fram. Seinastu 10% eigur JFKTrol
í Klaksvík.
Enn liggja ísfiskatrolararnir Norna
gestur og Kolumbus í Vestmanna, og
reiðarin sigur, at teir verða ikki loystir
sum er.
Oljuprísurin er framvegis ov høgur,
og ivasamt er, hvussu tað hevði gingist
at mannað skipini aftur, sigur hann.
Hava fiskað fyri
33 miljónir í ár
Vestmenningur og Fram (mynd) hava fiskað væl í ár, og raksturin hevur hingið saman
Mynd: Karstin Vang
hevði komið við einum
lutfalsliga størri fiskiflota.
Tummas Christophersen
vísir á, at við einum minni
partrolaraflota fær fiskurin
sjálvsagt betri frið – og
gerst soleiðis helst eisini
betri at fáast við.
Roynir tú einsamallur á
einum velduga stórum øki,
hevur tað ivaleyst sínar
fyrimunir fyri teir, sum eru
har, men at samlaða veiðan
ikki fer at minka við einum
lutfalsliga lítlum fiskiflota,
hevur búskaparfrøðingurin
ikki rætt í, sigur reiðarin í
Vestmanna.
Hann vísir eisini á, at
Kári á Rógvi, tinglimur
Sjálvstýrisfloksins,
hevur
samanborið
trolið,
sum
rekur fisk við fjallmenn,
sum reka seyð í rætt.
Ein slíkur samanburður
er púrasta burtur við. Seyð
urin kann ikki flúgva, men
fiskur kann saktans svimja
upp um ta hædd, sum trolið,
ið gongur eftir botninum og
einar sjey metrar upp, hevur.
Tummas Christophersen
sigur, at Kári á Rógvi hósk
andi kundi samanborið trol
og fisk við fjallmenn, sum
reka krákur, sum hann tekur
til.
Smábygdirnar ganga fram
Í seinastu hagtølunum frá Hagstovu Føroya síggjast fólkatalið í ymisku bygdunum
í Føroyum og í Føroyum samanlagt. Alt landið samanlagt, eru ikki stórvegis
broytingar millum september 2007 og september 2008. Í september 2007 búðu
48.315 fólk í Føroyum, og í september 2008 búðu 48.642 fólk í Føroyum, also ein
vøsktur á 337 fólk. Mest áhugaverda broytingin er tó at síggja í smærru
bygdunum. Í Æðuvík gjørdust bygdafólkini 12 meira í tali, frá 97 til 109 fólk, og
er tað ein vøkstur á 12,4 prosent. Á Norðoyri gjørdust tey 9 fleiri, frá 82 til 91
fólk, og er tað ein vøkstur á knøpp 11 prosent. Í bæði Sandavági og Sørvági búðu
fleiri fólk í 2008, meðan talið minkaði í Miðvági. Tórshavn stendur mestsum í
stað, bert 64 fólk fleiri.
Loppumarknaðurin hjá Reyða Krossi
verður leygardagin
Loppumarknaðurin hjá Reyða Krossi Føroya í vetur verður leygardagin hin 22.
novembur frá klokkan 10 til 15. Tá verður tað møguligt í Reyða Kross húsinum á
Bryggjubakka í Vágsbotni at keypa millum annað alskyns lutir, bøkur og góð, brúkt
klæðir. Pengarnir frá søluni fara til arbeiðið hjá Reyða Krossi Føroya at bjarga lívum
úti í heimi, har ið fólk eru í djúpari neyð. Umframt hetta verða pengarnir nýttir at
stuðla millum annað einsamøllum, sjúkum og øðrum í neyð.