Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 - 19. november 2008 13 Síðan Jørgen Astrup fyrstu ferð tosaði um ognarskatt, havi eg bíðað eftir at onkur skuldi tala ímóti. Higartil havi eg hvørki hoyrt ella lisið eitt einasta orð. Tá ið landskassin er tóm­ ur, blómar ein ávísur krea­ tivitetur, nevniliga tann, ið skal fáa hann fyltan aftur. J. A. við sínari skattafilosofi er væl í gongd, hann er fyri sína tíð og líkasum slættar vegin. Tá vit ofta nokk hava hoyrt um, at vit mugu hava ognarskatt, ja, so kemur hann, um vit vilja tað ella ei. Tá er ov seint at rópa upp og mótmæla. Einaferð innførdu teir nakað, sum kallaðist “oms” í Danmark, tað skuldi bert vera fyribils í heilt stutta tíð, og bert 5% (ella var tað 3%?), tí tað kundu fólk klára at gjalda. Eitt árið varð omsurin enntá tikin av, tí fólk skuldu hava skattalætta. Í dag kennir ongin omsin, tí nú eitur hann MOMS, og er uppá 25%. Í Føroyum leyp man beint útí við 25% mvg. Tað undrar meg, at tá politikkarar tosa um skatta­ lætta, at teir ikki bara minka um mvg’ið, tí tá haldi eg, at tað verður líka fyri øll. Í fyrstuni, tá J.A. tosaði um skatt frá húsaeigarum var argumentið, at tað skuldi javna út millum eigara og leigara. Tað var so synd í leigaranum, tí hann átti onki, meðan eigarin átti síni hús. Jú, tað er stórur munur á eigara og leigara, tí leigarin hevur alla sín løn (minus húsaleigu, sjálvandi) til sítt egna forbrúk. Tað er ongin, ið forðar honum at seta pen­ ing til síðis, so hann hevur eina uppsparing til seinni ella til útgjald til eini hús. Øll, ið eiga hús vita, hvussu dýrt tað er. Hvørt oyra fer til at gjalda lánið aftur og til viðlíkahald. Leigarin skal onki viðlíka­ hald gjalda, hann skal bert ringja til eigaran, so verður tað orðnað fyri hansara rokning. Stutt sagt: Leigarin eigur sjálvur tað, ið er til yvirs av lønini, meðan eigarin skal klára seg sjálv­ an og koyrir alla sína løn í húsini. Tað er eitt val, sum vit húsaeigarar hava gjørt, tí vit vilja hava ein tryggan bústað, har ongin kann tveita okkum út, og tað gjalda vit við gleði. Vit vilja ikki straffast fyri tað. Einaferð vildi J.A. hava innført hetta serliga danska “merværdi af egen bolig”, t.e. at tú gjaldar eitt ávíst procenttal út frá virðinum av húsinum. Tvs. at um tú leigaði tíni hús út, so hevði tú kunnað fortjent nógvan pening, og tað skuldi tú gjalda skatt av. Álvaratos, sera, sera kreativt, men ræðuliga langt úti. Eg má siga: Nei takk. Vit leiga ikki húsini út, vit búgva sjálvi í teimum. Hesaferð tosar J.A. um ognarskatt, tí nú er so synd í teimum, ið hava keypt hús til 2­3 mió kr. J.A. vil fordeila skattin soleiðis, at eigarin gjaldar minni í inntøkuskatti, og restin skal gjaldast í ognarskatti. Minni inntøkuskattur skal fáa fólk at verða glaðari fyri at fortjena pening. Eru vit býtt ella hvat? Húsaeigarin hevur í síðsta enda akkurát somu inntøkur og útreiðslur sum nú, meðan landskassin fær ognarskatt frá øllum teimum, ið hava átt hús í nógv ár og hava goldið tey út ella skylda lítið og onki. Vit mugu siga nei takk til ognarskatt, tí ognarskattur er ein skattaskrúva uttan enda. Tað byrjar við smáum procentum, ið vit øll klára at gjalda. Jonna Justinussen Í vikuskiftinum hevur tekniski stjóri í Tórs­ havnar kommunu Jákup Egholm Hansen blað­grein undir yvirskrift­ ini:”Krevja føroyskir arkitektar monopol?” Ráð­gevararafelagið­, sum er vinnufelagið­ hjá før­ oysku ráð­gevarafyritøk­ unum og umboð­ar 23 virkir innan arkitekta­ og verkfrøð­ingavirkir, harmast um, at tekniski stjórin leggur vinnuna undir at vilja hava serskip­ anir fyri føroyskar fyritøkur Ráðgevarafelagið hevur ongantíð ynskt serskipanir og monopol. Ráðgevara­ felagið hevur hinvegin fleiri ferðir gjørt vart við, at føroyskir ráðgevarar skulu hava somu sømdir og hava møguleika at kappast á jøvnum føti við útlendsk virkir. Handfaringin av kappingini um ellisdepilin Yviri við Strond er besta dømi um, at hetta er neyð­ ugt. Arkitektar og verk­ frøðingar gjørdu vart við hjá Tórshavnar kommunu, at sum kappingin var skip­ að, fór hetta at útihýsa føroysk virkir, og rætt var. Tey fimm virkini, sum sluppu at kappast, vóru útlendsk. Fyri at umgangast rumbul valdi kommunan, sum neyðloysn, at bjóða einum føroyskum samtaki við sum sætta luttakara, hóast hesi ikki vóru prekvalifiserað. Eftir stóðu fleiri føroysk virkir og samtøk, sum ikki sluppu at kappast við útlendsku virkini. Hetta er tað, sum atfinningarnar hjá Ráðgevarafelagnum snúgva seg um og ikki, at vinnan ynskir serskipanir. Hinvegin halda vit tað vera natúrligt, at føroysk virkir hava møguleika og ikki verða úthýst, tí vit eru føroysk og royna at skapa og menna eina vitanarvinnu til gagns fyri tað føroyska samfelagið. Sóknast verður eftir, at føroyskar fyritøkur taka initiativ til at samstarva við útlendsk virkir. Flestu føroysku ráðgevaravirkini hava útlendskar samstarvs­ felagar. Tað eru tað fleiri ítøkilig dømir um, men fyri at hava samstarv, má tað verða okkurt at samstarva um. Tá uppgávur, sum egna seg til at samstarva um, verða sendar av landinum, er tað ikki lætt. Útlendskar uppgávur kundu eisini gjørst eitt týðandi bein at staðið á sum frá líður. Kortini er tað eyðsýnt, at um fyritøkurnar ikki sleppa framat á heimamarknaðin­ um, er ongin livandi kjansur at menna seg uttanlanda. Ráðgevaravinnan er ein vitanarvinna, sum dúvar uppá vælútbúgvin starvs­ fólk á bachelor og master­ støði. Hóast henda vinna, eins og aðrar vitanarvinnur, merkir trupulleikan av at fáa fólk heim, serliga kvinnur, so hevur tað víst seg, at tað ber til at fáa starvsfólk heim, um arbeiðið er nóg avbjóðandi. Hinvegin er onki at ivast í, at tey hugsað seg um tvær ferðir, verður tilboðið ein viðfáningur í mun til tað, ið verður boðið aðrastaðni. So fer ikki at bera til at tosa um eina framtíðar vitanarvinnu í hesum yrki­ num. Henda vitanarvinna krevur onga serstaka játtan ella tílíkt, bert at føroyska vinnan sleppur upp í part. Eisini verður ført fram, at um ráðgevarnir ikki søkja samstarv við útlendskar fyritøkur, er vandi fyri, at føroysku ráðgevarnir stagnera. Hetta er neyvan bara galdandi fyri ráðgevaravinnuna, men nakað, sum eitt lítið sam­ felag sum okkara hevur at dragast við, eisini Tórs­ havnar kommuna. Vinnan skal altíð virka eftir galdandi ásetingum og treytum í samfelagnum. Broytast fortreytirnar, má vinnan virka undir hesum. Enn eru Føroyar ikki limir í ES, og tí virka vit ikki undir ES treytum. Tað er óheppið, at tekn­ iski stjórin í Tórshavnar kommunu fer alment út og niðurger eina heila vinnu og kemur við giting­ um, sum ikki hava hald í veruleikanum. Er tað tann mest víðskygda loysnin, er tað tann bíligasti ráð­ gevin, tann bíligasta bygg­ ingin, tann skjótasta? Ella kanska tann mest um­ hvørvisvinaliga, tann sum mennir byggivinnuna ella kanska eitt byggilistaverk, ið setur Føroyar á kortið? Tá alt hetta er sagt, so hevur ráðgevaravinnan ofta peika á og ynskt greiðari reglur og mannagongdir um kapping, so tað er púra greitt, hvat kappast skal um. Heldur enn at grava djúpar veitir eiga komm­ unan og vinnan at tosa saman. Gjøgnum seinastu nógvu árini, hevur verið og er framvegis eitt umfat­ andi samstarv millum kommununa og føroyskar ráðgevar, við góðum úrslitum. Tað er hetta vit ynskja at menna í dialogi partanna millum. Eru mistøk gjørd, eiga vit at rætta tey heldur enn taka ógvusligar avleiðingar og fara í bløðini at samskifta. Ráðgevaravinnan ynskir ikki serskipanir nevndin í RáðgevaRa­ felagnum Landsstýrismaðurin í uttan­ landsmálum gongur beint ímóti føroyskum áhugamál­ um við at vilja brúka íslend­ sku sendistovuna í Moskva og samstundis nokta at brúka donsku sendistovuna í russiska høvuðsstaðnum. Føroyskur uttanlands­ politikkur hevur slagsíðu, og landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum undir­ grevur møguleikar Føroya í Ríkisfelagsskapinum. Hetta er greitt, nú Jørgen Niclasen hevur hitt íslend­ ska uttanríkisráðharran í Reykjavík. Slagsíðan sæst í tíðinda­ skrivi í gjár frá Uttanríkis­ ráðnum á Tinganesi. Í skriv­ inum fegnast Jørgen Nicla­ sen um, at íslendski ráðharr­ in hevur boðið Jørgeni at "nýta tænasturnar á sendi­ stovuni í Moskva". Harum­ framt er landsstýrismaðurin endurgivin fyri at siga, at hetta er ein "møguleiki hjá Føroyum". Merkisvert er, at Jørgen Niclasen fyri fáum døgum síðani í føroyskum blað seg­ ði, at tað kemur ikki upp á tal at brúka tænastur frá don­ sku sendistovuni í Moskva. Fleiri munnu spyrja: Hví er tað í lagi at brúka íslend­ skar uttanlandstænastur í Moskva, meðan donsku uttanlandstænasturnar í Moskva ikki mugu brúkast? Við støðu síni pilkar lands­ stýrismaðurin við rættindi Føroya í Ríkisfelagsskapi­ num. Føroyar hava eitt stand­ andi tilboð um at samstarva við væl skikkaðu donsku sendistovurnar uttanlands, og landsstýrismaðurin eigur at brúka henda góða møgu­ leika í Ríkisfelagsskapinum heldur enn at undirgrava hann. Hetta er eisini skila­ gott, nú almennu inntøkur­ nar eru víkjandi. Harumframt undirgrevur landsstýrismaðurin aktivt kappingarstøðuna hjá før­ oyskum útflutningsfyritøk­ um. Øll vita, at Ísland er ein av okkara størstu kappingar­ neytum, eisini á russiska marknaðinum. Tí er tað bein­ leiðis í stríð við føroysk áhugamál, at Jørgen Niclasen nú vil brúka íslendskar uttan­ landstænastur í Moskva. Hetta átti eisini lands­ stýrismaðurin at vitað. løgtings- og fólkatingsmaður edmund Joensen Í síni roynd at gera nakað­ fyri at gera nakað­ hevur tað­ eydnast Heilsumála­ ráð­num at minka mun­ andi um tryggdina hjá sjúklingum í norð­rara parti af Føroyum Heilsumálaráðið er nú, eftir at hava forsømt kommunu­ læknaøkið í nógv ár, farið beinleiðis inn í so at siga øll mál í kommunulæknaskipan­ ini. Miðsavning hevur verið lyklaorðið, og fyri at verja hesa skipan eru so at siga allar grundleggjandi reglur fyri, hvussu læknar og sjúkrahús skulu fungera, settar til viks. Sjúklingar verða bein­ leiðis settir í vandastøðu í samband við banalar sjúkur og skaðar. Læknavaktin verður til tíðir mannað við læknum við munandi minni førleika, enn teir sum hava forvakt t. d. á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Men sjúklingar verða sendir einasmallir út á alfarveg náttartíð fyri at pissa í eina fløsku á Lands­ sjúkrahúsinum. Sjúklingar í Norðuroya­ økinum fáa frá læknavaktini at vita, at røntgenmyndir ikki kunnu takast í Klaks­ vík. Teir fáa eisini at vita, at ongin rannsóknarstova er í Klaksvík, at onki apotek í Klaksvík o.s.fr. Ræðslusligin avvarðandi liggja náttartíð og koyra við illa fyrikomnum sjúklingum á baksetrinum til Landssjúk­ rahúsið. Á vegnum koyra tey framvið Klaksvíkar Sjúkra­ húsi, sum saktans kann taka sær av hesum, men hevur ikki loyvi til tess. Sum um hetta ikki varð nokk, so noktar Heilsumála­ ráðið læknunum á Klaks­ víkar Sjúkrahúsi at tosa við teir sjúklingar, sum koma á skaðastovuna. Hetta er sjálv­ andi eindømi í vesturlendsk­ ari sjúkrahússøgu, har ongin sjúklingur skal verða vístur frá sjúkrahúsinum fyrr enn vakthavandi sjúkrahúslækn­ in hevur kannað og viðgjørt sjúklingin í tann mun hann hevur førleika til tess. Til tíðir gerst støðan so margháttlig, at ein telefon­ samrøða við ein lækna í læknavaktini hevur meira viðri enn tað, at lækni hevur kannað og stendur við síð­ una av sjúklingi. Ein støða sum fær læknaligu nakka­ hárini at reisat. Ein støða sum bert kann henda í Føroyum. Stundin er komin til at gera nakað munandi við hetta myrkaspæl við heilsu og vælferð borgaranna og aftur seta fakliga dugnaligheit og skipan í hásætið. At tosa við Heilsumálaráðið ella komm­ unulæknarnar um hetta er líka so mennandi, sum at tosa við ein postkassa. Heilsumálaráðið brýtur stórt sæð allar grundleggjandi lækna- og sjúkrahúsreglur Ognarskatt, nei takk! yvirlækni Jákup peteRsen Í stríð við føroysk áhugamál at brúka íslendsku sendistovuna í Moskva viðmerkingar