mikudagur 19. november 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 223 - 19. november 2008
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Alberg Danielsen, ættaður av Kelduni í Sørvági,
búsitandi í Rødovre, andaðist týsdagin 11. novemb
er á Herlev Sygehus, 83 ára gamal. Jarðarferðin
verður fríggjadagin 21. november kl. 13 úr Rødovre
Kirke.
Andlát og jarðarferðir
Tað eru lötur, tá ið orð vilja standa
föst í hövdinum. Ein slík löta var
lötan henda morgunin herfyri, ið
deyðsboðini av mentamanninum
Úlfi Hjörvar bórust. Kortini var tað
ikki hvøkkurin, sum javnan fylgir
deyðsboðum, um enn tey koma mis
óvart á.
Ella ið hvussu er ikki bara.
Tað var annað, sum fekk orðini
at stöðga so dáttliga við.
Summi fólk eru so stillfør av
natúr, gera so lítið hóvasták burtur
úr sær sjálvum, at tú ikki beinan
vegin, ja mangan als ikki gevur tær
far um tann mun, tey gera tær, fyrr
enn tú knappliga, úr fjarleika, varn
ast, hvussu stórt innsig kortini er
komið frá teimum í títt egna sinn
og sjálvstilvit.
Eg kom at kenna Úlf, tá ið tey
bæði hann og kona hansara Helga
fluttu til Føroya og hon tók við
stjórastarvinum í Norðurlandahúsi
num. Serliga árini sum Listastevnan
var (eitt framtak Helga átti æruna
av) hevði eg nógv samskifti við
hjúnini bæði og tók mær satt at siga
eisini fyri at týða okkurt eftir Úlf,
tað var smásögan Illa fara orðini
(og hon stendur nú á prenti í Vencli
nr. 4). Eg taki söguna fram í hesum
viðfangi av tí, at hon eftir mínum
tykki lýsir væl tað samblandið av
álvara og fyndarríkum speii, ið eyð
kendi hugburðin hjá Úlfi til eina
óskoytna samtíð, sum vil sigla eftir
kumpass, ið ikki bert er keyps
kvik, men viðhvørt eisini kann tykj
ast vera farin heilt av nálini andliga
og hegnisliga.
Sum mentamaður var Úlfur
altjóðasinni og hoyrdi til tað eftir
krígsættarliðið av ungum íslend
ingum, sum frá hálvtrýssunum og
frameftir ruddu íslendskum menta
skapi nýggjar rásir. Tað gjørdi hann
m.a. við fjölmongu týðingum sín
um úr ymsum málum, enskum og
fronskum t.d., av alskyns bókment
um: leikritum, skaldsögum og yrk
ingum. Men Úlfur var samstundis
eisini tjóðtrúgvur í sær (tað mundi,
sum vit føroyingar siga, liggja til
slagið) og hetta hoyrdist eisini aftur
í orðalagið hansara (og her meini
eg sjálvandi við, hvussu hann mál
bar seg á íslendskum). Samrøður
við hann vóru stundum einki öðr
vísi enn at standa við eina av hesum
áunum, ið falla um íslendsku slætt
lendini breiðar, lagarmiklar og
stríðar. Tú sansaði, at her runnu víð
greindir løkir í at kalla allastaðni úr
íslendskari mentan bókligari sum
fólksligari, eldri sum nýggjari, og
tú skilti til fulnar, at eldhugi fyri tí,
sum uttaneftir kemur, tí altjóðaliga,
av sonnum ikki er ósambæriligur
við trúskap og álit á sínum egna
mentanararvi,
tvørturímóti,
út
lendskt og innlendskt treyta hvørt
annað í einum samspæli, sum í
senn er gagnligt og neyðugt til
endurnýggingar.
Eg fari at enda hesi fáu minn
ingarorð um Úlf Hjörvar við eini
týðing av einari lítlari perlu, sum
kom fram fyri meg, nú eg frætti, at
hann var farin í annað ljós. Hetta er
ein yrking eftir íslendska tjóð
skaldið, Jónas Hallgrímsson, yrkt í
1844 (á upprunamálinum eitur hon
Alsnjóa).
Kavaland
Ævigur skarin í eyguni á mær
ørast og glampar nær og fjar,
sami og sami í allar ættir,
einstaklingur! statt nú fattur.
Deyðin er reinur og fonnin er hvít,
foli hjartans gongur við lít
og stendst á útbreiddum laki,
undir er jörðin í brandabaki.
Víst ert tú móðir! góð við oss,
arma jørð, ið bert tungan kross,
lyftir tað seg alt í dýrd og liti,
lívið og deyðin, kuldi og hiti.
Helgu og familju vátti eg samkenslu
mína.
Friður veri við minninum um Úlf
Hjörvar.
Í Havn 18. november 2008
Carl Jóhan Jensen
Minningarorð um Úlf Hjörvar, rithövund
(f. 22. apríl 1935 – d. 9. november 2008)
Kunngjørt verður, at lítli sonur og beiggi okkara
Jákup Tausen
f. 29. okt. 2008 - d. 15. nov. 2008
andaðist á Hjørring sjúkrahúsi.
Familjunnar vegna
Joan, Jaspur og døturnar
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum, sum gjørdu
mær 100 ára føðingardagin 28. oktober
so hugnaligan.
Øll tit, sum frá nær og fjar í Føroyum
og uttanlands heiðraðu meg við at koma
til føðingardagshaldið og á annan hátt
minnast til mín, fylla mítt hjarta
við takksemi.
Takk fyri talur og sang.
Gud signi tykkum øll.
Theodor Thomassen, Sørvágur
Dagurin
19. november. Elisabeth, deyð í 1231. Dóttir
ungarska kongin Andras. 14 ára gomul varð hon
gift týskum greiva, men hann doyði stutt eftir á
eini krossferð.
Í november 1978 kom
“nýggja” vaktarskipið hjá
Vaktar og Bjargingartæn
astuni, Ólavur Halgi, flagg
skrýtt á Havnina.
Skipið var fyrrverandi
trolari úr Fuglafirði, bygdur
í Viana do Castel í Portugal
í 1959.
Umbyggingin av Ólavi
Halga, sum fór fram á
Svendborg
Skibsværft
í
Danmark, kostaði umleið
fimm milliónir krónur.
Kelda: Myndaárbókin
– árið ið fór 1979
Fyri 30 árum síðan:
Nýtt vaktarskip í 1978