Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 223 • 19. nov. 2008 Hesar dagbøkur eru sera áhuga­ verdar. Her verður lívið í Havn fyri meira enn 100 árum síðani lýst av einum heilt ungum dreingi. Petur var ikki meira enn 12 ára gamal, tá ið hann byrjaði at skriva dagbók. Hann skrivar um dagligar hendingar, summar stuttligar, aðrar syrgiligar. Hann hevur eina meining um politikk og greiðir eisini frá politiska lívinum. Hann hevur stórt fortreð av bretsku trolarunum undir Føroyum, og hann hevur eisini stóran áhuga fyri tí, sum fer fram úti í heimi so langt burtur sum í Suðurafrika. Vit hava fyrr endurgivið rættuliga nógv av tí, sum Petur Alberg annars hevur skrivað. Tað mest forvitnis­ liga, søguliga sæð, er hansara frásøgn um, tá ið hann gjørdi lagið til okkara tjóðsang í 1907. Upprunin til hesa søguskriving er ein samkoma hjá Geilaættini í 1999. Í samband við hana gav Birita Broderick, dóttir Petur Alberg, tí, sum skrivar hetta, atgongd til skjalasavnið hjá pápa hennara. Hetta hevur verið eitt rættuligt kvett, sum fyrst lesararnir av FF­blaðnum og síðan av Miðvikuni hava sannað. Nógvar av myndunum í hesi røð eru slíkar, sum Petur Alberg sjálvur hevur tikið, og ger hetta sjálvandi søguna enn meira áhugaverda. Dagbøkurnar verða endurgivnar, sum tær eru skrivaðar á lættskriv­ aðum donskum, har neyvan so mikið sum ein feilur er í. Tað er tó okkurt í dagbókini, sum er so per­ sónligt, at tað ikki verður tikið við. Geilaættin Vit fara fyrst at greiða eitt sindur frá Geilaættini, og her kann byrjast við ommuni og abbanum í faðirættini. Mamman var Betti f. Holm. Hennara ættarsøga varð lýst í røðini Hendur ið Sleptu um Niels Holm, sum var beiggi Betti. Pápi Petur var Djóni Isaksen í Geil, sum eisini hevur verið umrøddur fyrr, og sum eigur eina heilt serliga søgu. Foreldrini hjá Djóna vóru Anna (1821­1895) og Poul Isaksen (1825­1889). Anna var dóttir Elspu og Andrass Mortansson, sum vóru tey fyrstu, ið bygdu Argir. Poul og Anna giftust í 1847. Foreldrini hjá Poul vóru Maren Poulsdatter f. 1798, úr Havn, og Isak Mortensen f. 1786, ættaður av Velbastað. Herav kemur Isaksennavnið. Isak doyði heldur ungur, og bróður hansara Djóni tók sær av húsinum hjá beiggjanum, fyri at húskið ikki skuldi verða sett út. Djóni í Geil er tískil uppkallaður eftir honum. Isak og Maren áttu bert Poul. Poul og Anna fluttu inn í Geil, sum var har Tryggingarfelagið Føroyar nú heldur til niðri á Kongabrúnni. Poul var hegnismaður. Hann helt seg til at gera alt og varð tí eisini kallaður Poul Alting. Hann hevði nógv álitisstørv. Hann var arrest­ forvaltari og mylnari. Hann fekk starvið sum klokkari í 1866, og var hetta starv í ættini í trý ættarlið. Hann var eisini millum teir dúg­ ligastu traðarmenninar í Havn. Poul var eisini løgtingsmaður 1861­1865. Anna var kend fyri at vera sera hittinorðað. Ein dagin var tað ein nólsoyingur, sum speiskliga heilsaði henni: “Go morin, frú Alting.” Knøpp var hon at svara: “Go morin, harra Ingenting.” Hon var framúr kristilig kvinna, sum altíð las lestur heima, og gudsóttin var í heila tikið ráðandi í hesum heimi. Børnini hjá teimum eru lýst í endurgivnu yrkingini hjá Jukim Olsen. Sangurin hann vísir til hjá Djóna er: “Nú dagurin at enda er.” “Bókin” hjá Dia í Geil er dagbókin, hann skrivaði í 1884. Partur av henni hevur verið endurgivin í FF­blaðnum. Fríðrik Fríðriksson og tey í Geil Fyrst í 1890­unum var íslending­ urin Fríðrik Fríðriksson í Føroyum. Hann var seinni kendur sum stovnarin av íslendska KFUM. Hann kom eisini at hitta ættina í Geil. Fyrst og fremst var tað William G. Sloan, giftur við Elspu hjá Onnu og Poul í Geil, sum hann kom í samband við. Hann kom eisini at kenna beiggja hennara Djóna í Geil. Hann sigur Djóna hava verið ein stóran og vakran mann, sum hevði góðar gávur, og sum hevði lisið nógv. Fríðrik var boðin heim til teirra, har hann møttu stóran blíðskap. Djóni átti tá tríggjar synir, og Fríðrik sigur um teir: “De var alle meget flinke og blev mine venner. Poul arbejdede, Christen gik i realskol­ en og var en godt begavet dreng i 14­15 års alderen. Den yngste Peter var en dreng på 7­8 år.” Hann greiðir síðan frá, hvussu hann annars aftaná sær teir fyri sær: “Jeg ser Poul Isaksen, støt og rolig og mandig, og hans broder Christen med den vågne sans for lærdom og litteratur. Sommetider noget påståelig, men hurtig til at opfatte og lidt for moden af sin alder. Jeg holdt meget af ham. Og lille Peter, deres yngste. Jeg hører ham endnu sige: “Blunda og gapa”, da han engang ville overraske mig ved at putte et bolsche i min mund. Jeg forstod ikke rigtigt dette “blunda”, for på islandsk betyder det at slumre.” Fríðrik fer avstað aftur til Íslands, og tað var við sorg hann segði farvæl við hesar dreingir og aðrar við, sum vóru blivnir hansara vinir. Geilamylnan Sum nevnt var Poul mylnari og hevði mylnu við Havnará, har sjónleikarhúsið er nú. Kristin í Geil, sonur beiggi, skrivaði um Geilamylnuna í brævi til son sín Eivind: Tað var í teirri góðu gomlu tíðini, tá føroyingar sjálvir mólu tað mjøl – ella rættari tað korn – teir nýttu, at Poul í Geil, arrestforvaltari, traðarmaður og løgtingsmaður, bygdi Geilamyll­ una. Hann mól fyri annan stórhandilin, sum tá var í Havn, Siemenshandil úti í Tinganesi, og fyri mong onnur fólk, tí tá var væl velt av korni uttanfyri Havnina. Míni fyrstu minni frá Geilamyln­ uni hava ikki beinleiðis við mylnuna at gera. Vit vóru ein flokkur av realskúladreingjum, sum vóru farnir í holt við at byggja ein skansa beint omanfyri ánna (Havnará), og tað var eitt satt stórverk við manshøgum 1½ alin breiðum flaggarði uttanum og einum fittum vakstrarhúsi inni í, har vit skiftust at halda vakt og lesa lektiur. Fíggindarnir vóru Bø­ dreingir, allir sum búðu uttanfyri Vágsbotn. Teir vóru hunnararnir í okkara realskúlafantasiverð. Eitt høvdu teir í felag við hesar fornu kempur. Teir brølaðu óført, tá teir komu í flokk og fylgi og herjaðu á “Føroya Borg”. Soleiðis æt skansin. Í hesum arbeiði fingu vit góða hjálp frá pápa mínum, Djóna í Dagbókin hjá Petur Alberg: Havnin í 1900 Vit fara nú at endurgeva dagbøkurnar hjá Petur Alberg fyri árini 1900 og 1901 í trimum Miðvikum. Vit hava fyrr endurgivið dagbøkurnar fyri 1898 og 1899 Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Petur Alberg t.v. á ungum árum saman við vinmanninum Óla Jákup í Horni Foreldrini hjá Petur Alberg, Betti og Djóni í Geil Poul, beiggi Petur er í bátinum saman við Djóna hjá Petur Alberg