mikudagur 19. november 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
nr. 223 • 19. nov. 2008
Geilaættin
Verið vælkomin við hvønn annan siga vit fró
til í sóma at heiðra tey, sum oss vóru góð.
Megnarverk Geilaættin hevur avrikað mong,
teim til heiðurs vit syngja ein song.
Har við Eystarivág
barnaheim teirra lá.
Lítli Poul spældi har,
tá sum piltur hann var,
og har síggja tú kann,
tá hann brúður sær fann.
Argja Onnu sær kjósaði hann.
Nógv at gera tey altíð høvdu Anna og Poul
vóru snimma á fótum, áðrenn undan kom sól.
Sáða korn, velta epli, trøðin var teimum góð.
Geilamyllan við Havnará stóð.
Hon ein innløga var,
havnarfólk komu har,
og Poul mól fyri tey,
so ei treyt mjøl til breyð.
Fjørðurin var so nær,
mangt eitt kók fekk hann har,
gott at bátur í neystinum var.
Alting dugdi hann at gera, tí tað navnið hekk við.
Hann var mylnari, klokkari, hann aldri bant frið.
Sjáldan maður í øllum, líkar fáar hann fann,
Anna, konan, sum skapt var til hann.
Fimm børn fingu tey.
Hjá teimum var ongin neyð.
Tí at heimið var alt,
tá ið mest um tað galt,
blíðskap settu tey hátt
mangur datt innum gátt
har øll sótu í semju og sátt.
Djóni, elstur av børnunum í Geil vóru tá,
hann var fremstur í flestum, nakað sigast má frá.
Setti ferð á at fríðka um býin á mangan hátt,
gamli skúlin er verk hans so flott.
Avhaldsmaður var hann.
Valdur til løgtingsmann.
Sangin skrivaði hann
mansbarn hvørt kenna man,
og hann boðar har frá,
hvønn tað var hann leit á,
tað er Hann, sum alt vald liggur hjá.
Dia í Geil, lítilátin, sum tann fyrsti var hann,
ið tók stigið, sum gjørdi hann til ein merkismann.
Fyri alment at vísa hvønn hans álit var á,
lat seg doypa á Eystarivág.
Mikið stríð stóðst av tí,
sum hann tá kom út í,
hann tó vikaðist ei,
men helt fram á tí leið,
tí á málið hann sá,
og hvar hjálp var at fá,
sum hans bók eisini sigur frá.
Elst av døtrum Maria Magdalena tað var,
ið á barnsferð har doyði, við tí barni hon bar.
Elspa og Isalina hesar systrarnar tvær
gott úr heimi tær bóru við sær.
Frá teim og Djóna, tit,
eru ættað øll vit,
ið her sita í dag
saman í veitslulag.
Søgan, skrivað har varð.
Øll sín part eiga har,
øllum okkum er vorðin so kær.
Hesin sangur varð yrktur av Jukim Olsen í samband við samkomu hjá
Geilaættini í 25. Juni 1999. Kona Jukim, Elsebeth, var dóttir Andrew Sloan,
sonur Elspu í Geil
Tað var í 1901, at tann stóri framburðsmaðurin Ólavur á Heygum tekur fyrsta
stig til at fáa telefon í Føroyum.
Í 1905 leggur hann linjur við millumstøðum á Sundi, á Oyrareingjum og í
Kvívík og Vestmanna, har hon var heima hjá Ólavi sjálvum.
Telefonin í Havn varð løgd inn í Geil, og var hetta fyrsta hús í Havn og
millum fimm tey fyrstu húsini í landinum, sum høvdu telefon.
Tískil hava húsini í Geil eisini av hesi orsøk verið ein miðdepil í Havn. Tað
vóru telefonstøðir altíð. Fyrsta “telefondaman” var Anna, dóttir Djóna í Geil,
langomma Helga Dam Ziska, sum beint nú ger vart við seg á talvolympiadu.
Ein serligan leiklut spældi telefonin í Geil í 1907, tá ið Petur Alberg ringdi
niðan í tingið og spældi lagið til tjóðsangin fyri Símun av Skarði, sum
hevði yrkt sangin. Hetta var tó langt áðrenn, “Tú alfagra land mítt” gjørdist
tjóðsangur.
Fyrsta telefonin
var í Geil
Geil, ein tann mesti barnavinur,
eg havi kent. Teir dagar, hann var
í mylnuni, kom hann altíð niðan til
okkum og gravaði flag, so sveittin
rann, og tað var nakað ið munti.
Men tá ið skúlatíðin var endað,
kom eg at kenna Geilamylnuna,
tí tá var eg sjálvur mylnari. Tað
vil siga, eg røkti hana um náttina,
sum Poul bróður altíð helt seg
undan. Hann var kvøldsvøvntur og
var als ikki djarvur at ganga einsa
mallur í millum í myrkri. Men
hetta var júst lív fyri meg, tann
einsliga serlingin og bókormin.
Tá var eg góður við Geilamyln
una. Hin flógvi, mettandi eimurin
úr mjølinum, sum rann undan
kvørnini, fylti hetta lítla rúmið
og gjørdi tað fjálgt og hugnaligt.
Lýsilampan lýsti milt og hógliga
yvir bríkini, har eg sat við bókini
– ikki nýttist mær brillur tá.
Góðar hevði eg stundirnar. Tá
ein kornsekkur var farin í traktina,
vardi tað eina góða løtu, áðrenn
hon var tóm og skuldi fyllast.
Meðan las eg og livdi í bókunum:
Bjørnson, Oehlenslager, Heiberg,
Hostrup, Marryat, Eilie, Flygare
Carlen – ja, hvat minnist eg nú
aftur av øllum tí, sum tá fór inn
– og út – um mín átufreka heila.
Heilt einsamallur var eg tó ikki.
Ein rottufamilja vitjaði meg stútt.
Hennara søga var skjótt úti. Tað
sindri av korni, sum nú var malið,
kundi Sandagerðsmylnan ivaleyst
klára.
Men Geilamylnan var stand
andi kortini. Og ein vakran dag
hevði eg fingið ein lítlan son, sum
eg kundi fara hagar túr við, síðan
ein afturat. Vit høvdu tá altíð ein
morgunmatabita í lummanum, og
hann var ofta etin í Geilamylnuni.
Og nú kann væl vera, at alt
hetta, sum eg her havi sagt frá,
tað hevur tú so ofta hoyrt fyrr,
tá vit sótu har sunnumorgnar og
fingu okkum at eta. Men so fært
tú at hoyra tað einaferð enn. Tey
minnini – tey síðstu – eru míni
bestu minni fra Geilamylnuni.
So syngur ein russisk fólkavísa:
Og nú er vísa mín úti
Mylnan hon melur ei longur.
Væl gangist tær allar dagar
Mín egni vælsignaði drongur
Gleðilig jól, kæri Eivind mín.
Geilamyllan, sum Kristin í Geil, skrivar um. Tað hevur tó verið reistur ivi hvørt
hetta er Sandagerðsmylnan
Húsini í Geil eru tey sum standa í ein vinkul. Her var fyrsta telefonstøð í Havn