mikudagur 19. november 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 223 - 19. november 2008
Hoyvíkar Kirkja við
Musikkandakt
Hoyvíkar kirkja fer nú undir nýtt tiltak, ið nevnist Musikkandakt.
Tiltakið er ein still løta við tónleiki í ein hálvan tíma. Fyrsta
musikkandaktin verður mánakvøldið 24. november frá klokkan
20.30 til 21. Her fer Tóri Restorff Jacobsen at spæla cellosvitu
eftir J.S. Bach nr.4. Ann D. Hansen heldur eina stutta andakt og
ein felagssálmur verður sungin. Tóri Restorff Jacobsen hevur lært
cellospæl í Íslandi hjá navnframa Gunnari Kvaran, og hevur síð
ani lisið á Odense konservatorium. Ætlanin er, at tílikar musikk
andaktir fara at verða umleið eina ferð um mánaðin.
Tjaldur jólagudstænastu
Føroyingafelagið Tjaldur í Ålesund, byrjaði fyri trimum árum
síðani at skipa fyri føroyskum jólagudstænastum. Soleiðs verður
eisini í ár. Í samband við at jólaheilsurnar verða lisnar inn,
skipar Tjaldur fyri gudstænastu í Ørskog Kirke, ið liggur
nærhendis Ålesund. Henda gudstænastan verður í ár tann 29.
november klokkan 12 við Fríðleif Lydersen, ið er
gudfrøðilesandi í Oslo. Eftir gudstænastuna verður samvera á
Kirketorget, har tað verður jólatræ fyri børnum og at
jólaheilsurnar verða lisnar inn. Í føroyingafelagnum Tjaldur eru
millum 70 og 80 limir. Tjaldur hevur heimasíðuna
www.123hejmmeside.no/tjaldur
Bygdaráðslimurin
Sonni Johansen av
Strondum er ein
teirra, sum als ikki
metir vegin millum
Strendur og Selatrað
at vera nóg tryggan.
– Spurningurin er,
um hetta vegastrekkið
eigur nakran góðan,
sigur hann
Vegasamband
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Strendur: Eg eri ein av
teimum sum spyrji, um
Selatraðarvegurin
er
gloymdur av landsverki?
Sonni Johansen varð aftur
valdur
í
bygdaráðið
á
Strondum í farnu viku, og er
ein teirra sum eisini er
upptikin av vegasambandi
num til vestastu bygdirnar í
kommununi Kolbeinagjógv,
Morskranes og Selatrað.
Hann er ein teirra sum
hevur ferðast nógv eftir hes
um vegastrekkinum, serliga
tey seinastu fýra árini. Og
fyri hann er eingin ivi:
– Vegurin er ikki ætlaður
til ta tungu ferðsluna sum
nú er. So tað er bara ein
spurningur
um,
hvussu
leingi aftrat hann kann
halda til hetta!
Hansara vón er, at tey hjá
landsverki nú taka hetta
málið í álvara, og gera sítt
til, at hetta vegastrekkið,
sum onkustaðni er breitt
men yvirhøvur er ov smalt,
kann verða gjørt liðugt.
Vegurin er skrædnaður
næstan allan vegin frá Kol
beinagjógv og til Morskra
nes, og haraftrat eru holur
mitt í vegnum. Tað sær út
fyri mær sum um tilfarið
undir vegnum er burtur!
Vánaligt - verri
Tað var í Sosialinum í gjár,
at Meinhard Jacobsen úr
Kolbeinagjógv vísti á vanda
mikla vegastrekkið framvið
heimbygd síni.
Hann vísti millum annað
á, at vegurin í støðum er
smalur og ótíðarhóskandi,
men at ein í ávísum støðum
hevur breiðkað vegin.
Aðrastaðni hevur ein –
sum hann heldur speiskliga
tók til – tveitt nakrar hundr
að rúmmetrar av gróti á
vegastrekkinum
millum
Kolbeinagjógv og Selatrað,
bert tí peningur var til
avlops aðrastaðni beint fyri
árslok.
Fyri at fáa tilfarið hagar
skuldu stórir og tungir bilar
koyra eftir tí vánaligasta
partinum av Selatraðarveg
num, og við tí úrsliti, at
tann frammanundan vána
ligi vegurin gjørdist enn
verri!
Hansara vón var og er
framvegis, at røttu viðkom
andi síggja tað neyðuga í at
betra um henda vegin, og at
peningur verður játtaður til
endamálið.
Hesum sama er Sonni
Johansen samdur við: Okk
urt má gerast, og tað rætti
liga skjótt, áðrenn nakað
álvarsamt hendir:
Vit kunnu ikki bíða long
ur!
Von at koyra
Sonni Johansen sigur at ein
í Sjóvar kommunu sjálvandi
ynskir, at vegasambandið
til vestastu bygdirnar verður
so gott sum gjørligt.
Hinvegin kann kommun
an sum so einki gera sjálv.
Skal nakað gerast má tað
vera í samrøðum og í sam
starvi við landsverk. Har er
rætta staðið at fáa gongd á
arbeiðið, sigur hann.
Hann hevur sjálvur nevnt
hetta vegastrekkið, tá hann
hevur verið saman við fólki
hjá landsverki.
Hetta hevur kortini bert
verið óformelt prát, tí ein
veruleiki er, at landsverk
hóast alt er í ferð við at gera
nakað við henda vegin.
Fólk eru von at koyra
eftir
Selatraðarvegnum,
men at siga, at tað er gott
nokk, er ikki rætt, slær
Sonni Johansen fast.
– Eg øtist við standin á vegnum
Ein spurn-
ingur
um tíð
Í einum lesarabrævi í
oktober mánaði vísti
Sonni Johansen á,
hvussu ótíðarhóskandi
hetta vegastrekkið er.
Hann hevur verið
nakrar gongutúrar frá
Kolbeinagjógv og nak
að norður eftir veg
num, har hann kundi
staðfesta hvussu
vánaligur vegurin er.
Nú eri eg ikki
nakar lættvektari, so
eg var rættiliga í iva,
um eg skuldi tora at
ganga eftir hesum vegi.
Vegurin heldur nokk
mær, men tung ferðsla
er eftir hesum strekki,
so tað er nokk
spurningur um tíð,
áðrenn nakað
álvarsamt hendir.
Landsverk hevur
breiðkað tvey stutt
strekki, men tað er als
ikki nøktandi. Her má
okkurt meir gerast og
tað skjótt.
Mín áheitan er, at
tit byrja við Kolbanar
gjógv og arbeiða tykk
um norður eftir. Har
eru eisini fleiri gamlar
brúgvar sum treingja
til ábøtur, vísti Sonni
Johansen á.
Nr. 222 - 18. november 2008
Sunnudagin hendi
tað aftur – tað sum
fólk, ið búgva fram
við Selatraðarvegnum
leingi hava óttast fyri:
At ein bilur koyrdi
útav smala vegnum
við Kolbeinagjógv.
Hetta er í roynd og
veru fjórði bilurin,
ið er farin útav
her henda seinasta
mánaðin. – Okkara
hægsta ynski er,
at vegurin verður
nútímansgjørdur
frá einum enda
Bert spurningur
nær óhapp hendir
Landsvegurin framvið Kolbeinagjógv er smalur. Tað fekk førarin av eini kavaplógv hjá Landsverki at sanna herfyri, tá vegurin skuldi ruddast fyri kava. – Her má
okkurt gerast og tað skjótt, sigur bygdaráðslimurin á Strondum, Sonni Johansen
Ljósprentað mynd frá Sosialinum 18. nov. 2008