Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Nr. 223 - 19. november 2008 Sum úrslit av at sætti Frændafundur varð hildin seinasta summar, kemur nú út bók við fyrilestrunum, ið hildnir vórðu á ráðstevnuni FrændaFundur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ráðstevnan varð hildin sum partur av granskingarsam­ starvi millum Fróðskapar­ setrið og Hugvísindadeild Háskóla Íslands. Frændafundur er tvímáls­ ligur: Fyrilestrarnir vóru hildnir á íslendskum ella føroyskum, og sama býti er galdandi fyri prentaðu útgávuna, sum eisini hevur stuttar enskar samandráttir. Ráðstevnan er tvørfaklig, og á sætta fundinum vóru evnini: mál, støðan hjá sam­ kyndum, støðan hjá útlend­ ingum, barnabókmentir, kommunu¬samanlegging, myndlist tey seinastu tíggju árini, tónleikur og binding og sniðgáva. Handarbeiði og snið Milllum forkunnugu evnini hesuferð eru íkøstini hjá føroyskum serfrøðingum um ullarvirking, samfelags­ liga, búskaparliga og list­ frøðiliga. Fyrilestrarnir eru hesir: Osva Olsen fil. mag,: “Binding og kvinnuleiklutir í 20. aldar Føroyum”; Áslaug Sverrisson MA: “Af áhrifum fjölþjóðlegra hug­ myndastrauma á íslenskt handverk á tímabilinu 1880­1920”; Nicolina Jen­ sen Beder, handarbeiðs­ lærarinna: “Uppruni og lík­ leikar – handfaring av ull í Føroyum og Íslandi”; Ása Hátún ullarsniðgevi: “Nýggjar leiðir í føroyskari ullartilvirking”; Katrina í Geil sniðgevi: “Sniðgeving innan handbinding fyrr, nú og frameftir”; Annika Skaal­ um, BA: “Bindikklubba­ slóðir.” Paraðir fyrilestrar Í ein mun eru fyrilestrarnir í bókini paraðir, soleiðis at sama evni verður sæð úr ávikavist føroyskum og íslendskum sjónarhorni. Sum dømi kunnu nevnast íslendski fyrilesturin, “Er íslensk málstefna að verða úrelt?” og samsvarandi føroyski “Málspurningar í Føroyum á reki millum tvær lógargreinir”, sum báð­ ir hava málrøkt í heimlandi­ num sum evni. Fyri fyrstu ferð verður støðan hjá samkyndum viðgjørd í føroyskari bók FrændaFundur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Millum mongu fyrilestrarnir á sætta Frændafundinum í summar vóru tveir um sam­ kynd. Nú fyrilestrar verða útgivnir í bók, er hetta sam­ stundis fyrstu ferð, at støðan hjá samkyndum í Føroyum verður viðgjørd í eini føroyskari útgávu. Skelkandi dømi Tvær greinar um samkynd eru við í bókini, ein á før­ oyskum og ein á íslendsk­ um. Í greinini “Samkynd mett søguliga, samtíðarliga og ynski fyri framtíðina” greiðir føroyski Bogi D. Davidsen, dr.med og yvir­ lækni, frá støðuni hjá sam­ kyndum í Føroyum, Norður­ londum og alment, søguliga og í dag; um hvussu hon er merkt av gomlum for­ dómum og vantandi upp­ lýsing og hvussu tað hevur lemjandi ávirkan á lívið hjá nógvum einstaklingum og teirra avvarðandi. Bogi D. Davidsen tekur skelkandi dømi frá seinna heimsbardaga, tá ið sam­ kyndir menn við ljósareyð­ um tríkanti sum frámerki vórðu píndir, og týndir umfarmt at hann tekur talan­ di dømi úr okkara tíð í Før­ oyum og aðrastaðni. Men hann vísir eisini á framstig, ið eru hend, og hvat eftir er at gera. Hent heimildaskrá fylgir greinini. Samkynd og bíblian Umboðandi íslendska part­ in skrivar K. Hulda Guð­ mundsdóttir, MA í gudfrøði, um samkynd og mentan. Hon tekur støði í Bíbliuni og minnir á, at tá ið vit lesa fornan tekst, mugu vit altíð tulka við størsta varsemi. Hon heldur, at vit eiga altíð at lesa bíbliutekst í størstan mun út frá teimum áskoða­ num og virðum, ið ráddu í samfelagnum, sum fram­ leiddi tekstin. Viðvíkjandi samkynd og Skriftini heldur hon tað tí vera neyðugt at kanna røturnar hjá kristnari mentan í staðin fyri bara at hyggja at orðunum í Skrift­ ini sum tey standa í týðing­ unum, vit eru meinkunnug við frá barnsbeini. Í sambandi við greinarnar um samkynd kann eisini nevnast, at í málfrøðiliga partunum av bókini viðger Þóra Björk Hjartardóttir MA íslendsk heiti á sam­ kyndum, og hvussu ymisk sjónarmið hava verið á tí økinum. Onki mark er fyri gitingunum í ótespi­ liga málinum, sum detektivurin Hannis Martinsson verður fløktur inn í í nýggju krimibókini Metusal­ em, sum júst er komin út Krimisøga Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Enn einaferð sleppa lesarar á kanningarferð saman við Hannis Martinsson, nú Jógv­ an Isaksen gevur út fimtu bókina um vælumtókta detektivin úr Havn. Og mál­ ið, Hannis hesuferð verður drigin inn í, er ikki tespi­ ligt: "Maðurin stakk aftur spakan niður í ta myrkabrú­ nu evjuna og slongdi tað, hann hevði fingið uppí eftir tí fyrra. Hesaferð kom tað tvørturum andlitið, og hann eymkaði seg. Okkurt harð­ ari enn bleyt óhumska hevði rakt hann. Hann rætti seg niður og tók eitthvørt upp. So rópti hann og vísti tey grábleiku beinini av eini mannahond" Kommunumenninir, sum reinsa Hoyvíkstjørn, eru komnir fram á eina beina­ grind, sum ein C­14 tíðar­ festing vísir er um túsund ára gomul. Uppskotini og gitingarnar, um hvør tann deyði man vera, eru næstan uttan mark, men eitt vóru fólk kortini samd um, og tað var at kalla beinaræið fyri Metusalem. Men so verður Hannis Martinsson ringdur upp av einum sand­ ingi, sum sigur, at tann deyði er beiggi hansara, ið hvarv í 1961. Frá hesum degi verður Hannis fløktur inn í eina røð av hendingum, sum hava træðrir aftur til skotska trolaran Red Crusad­ er og hernaðarstøðina í Mjørkadali. Tað er Mentanargrunnur Studentafelagsins, sum gev­ ur út nýggju krimisøguna, ið er at fáa í bókhandlum kring landið. Lesarin kennir seg skjótt aftur í gerandismyndunum, sum Vida A. Højgaard setir fram í sínum fyrsta yrkingasavni, ið júst er komið út YrKingar Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nýggja savnið hevur heitið "Novemburmorgun", og er tað sett saman av vøkrum og kenslubornum tekstum, har høvundurin við gløgg­ skygni tekur um grundleggj­ andi spurningar í tilveruni. Í savninum setur høvund­ urin orð á upplivingar og kenslur, sum vit øll kenna sum menniskju, og hon set­ ur tær í perspektiv. Her eru myndir frá kær­ leiksnátt, frá føðideildini, tá ið dóttirin eigur, og jóla­ ódnin í 1988 verður lýst at hava ein javnlíka inni í frá­ søgufólkinum sjálvum. Ger­ andismyndir og myndir, sum kanska ikki eru so ger­ andisligar, verða settar fram, so lesarin kennir seg aftur. Vida Akseldóttir Høj­ gaard gjørdi fyrstu fer vart við seg sum rithøvundur, tá hon gav út skaldsøguna Mørk í 2005. Tað er Mentunargrunnur Studentafelagsins, sum gevur út "Novemburmorg­ un", ið er 42 blaðsíður. Sørin D. Højgaard hevur gjørt permumyndina. Føroysk samkynd í nýggjari bók Vida A. Højgaard við nýggjum yrkingasavni "Novemburmorgun" eftir Vidu A. Højgaard Hannis Martinsson í ótespiligari fløkju Hannis Martinsson verður fløktur inn í eitt sera ótespiligt mál í nýggju bókini hjá Jógvani Isaksen Ritstjórn og nevndir Aftast í Frændafundur 6 hent yvirlit yvir allar prentaðar fyrilestrar frá Frændafundum 1 - 6. Í yvirlitinum eru fyrilestrarnir býttir í 4 bólkar eftir evnunum: Mál, list, búskapur og vinnulív, havfrøði og fiskifrøði. Ritstjórar á bókini hava verið Turið Sigurðardóttir, formaður í Íslandsnevndini á Fróðskaparsetri Føroya og Magnús Snædal, limur í Føroyanevndini á Hugvísindadeildini á Háskóla Íslands. Íslandsnevndina á Fróðskaparsetrinum manna: Turið Sigurðardóttir, formaður, Anfinnur Johansen, Jóhan Hendrik W. Poulsen, Lena Reinert og Malan Marnersdóttir. Føroyanevndina við Háskóla Íslands manna: Ingi Sigurðsson, formaður, Höskuldur Þráinsson Magnús Snædal, María Garðarsdóttir og Pétur Knútsson. Fyrilestrar frá føroyskari­íslendskari ráðstevnu í Tórshavn 26.­28. juni 2007 Supplementum annales societatis scientiarum Færoensis, 49. bd. Fróðskapur 2008, 304 blaðsíður. Bókin er savn við 24 greinum helvt um helvt á føroyskum og íslendskum við enskum samandrátti til hvørja grein Sætti Frænda­ fundur komin út í bók 24 sera ymiskar greinar eru hesuferð at finna í "Frændafundur" FAKTA