mikudagur 19. november 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 223 - 19. november 2008
tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Tað kundi blivið kríggj inni í rúminum
Terry Butcher
Nú er endaliga greitt,
hvar Rodrigo spælur
komandi tíðina.
Fyrrverandi KÍ-
framherjin skiftir til
ukrainskan fótbólt
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
- Ja, eg havi fingið sáttmála
í Ukraina, og tað eri eg sera
fegin um. Venjarin hevur
sýnt mær stórt álit, og eg
eri spentur upp á upp-
gávuna.
Tað hevur verið greitt í
longri tíð, og nú er tað
endaliga staðfest. Brasilski
Rodrigo
spælir
ikki
í
Formuladeildini í komandi
kappingarári.
Fjepparasíðan hjá KÍ,
blaabylgjan.com, skrivar, at
Rodrigo hevur gjørt avtalu
við FC Karpaty Lviv, sum í
løtuni
liggur
nummar
níggju í bestu ukreinsku
deildini.
Sáttmálin
er
galdandi í trý ár.
Rodrigo kom til KÍ undan
kappingarárinum í ár, og
við 11 málum var hann
greiður
toppskjútti
hjá
klaksvíkingum, sum gjørd-
ust nummar 8 í Formula-
deildini.
Rodrigo til Ukraina
Vil ikki fyrigeva
Maradona
Hjálparvenjarin
hjá skotska lands-
liðnum, Terry
Butcher sigur seg
ikki kunna gloyma
óregluliga málið,
sum Maradona
skoraði í 1986
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Í annaðkvøld skal Diego
Maradona á fyrsta sinni
standa á odda fyri argentin-
ska landsliðnum, sum lands-
liðsvenjari, tá Argentina og
Skotland spæla venjingar-
dyst á Hampden Park í
Glasgow.
Hjálparvenjarin hjá Skot-
landi, fyrrverandi enski
landsliðsskiparin,
Terry
Butcher hevur ikki fyri-
givið Diego Maradona,
fyri at hesin skoraði eitt
óregluligt mál ímóti Ong-
landi í fjórðingsfinaluni
undir HM-endaspælinum í
Mexico í 1986. Tá skoraði
Maradona tiltikna málið
við »Guds hond«, sum
hann sjálvur tók til aftaná
dystin,
sum
Argentina
vann 2-1.
- Tað kendist ikki væl at
tapa ein dyst á ein slíkan
hátt. Eg og tveir liðfelagar
vóru útvaldir til doping-
royndina
eftir
dystin.
Maradona, og tveir aðrir
vóru valdir fyri Argentina.
Tað kundi blivið kríggj
inni í rúminum. Men tað
var ein ávis fjarstøða ímill-
um okkum. Hevði tað ikki
verið tað, so hevði kanska
givið honum ein umgang,
sigur skotski hjálparvenj-
arin, Terry Butcher.
Hann sigur, at tað er sera
trupult at fyrigeva Mara-
dona fyri tað óregluliga
málið, sum varð skorað fyri
22 árum síðani.
Ongland vann dystin 2-
1, og meðan fyrra málið
hjá Maradona var óreglu-
ligt, so verður málið til 2-
0 standandi sum eitt tað
vakrasta minnið í HM-
søguni yvirhøvur.
Lítli Maradona rætti
hondina upp, og so var
hann brádliga hægri
enn Peter Shilton í enska
málinum
Fyrsta umfarið í
vetrarkappingini
í renning var um
vikuskiftið, tá menn
og kvinnur runnu
runt Agnið við Toftir
renning
Tíðindaskriv
31 fólk luttóku í fyrsta
umfari av vetrarkappingini
í renning á Toftum leyg-
ardagin. Tey vaksnu byrjaðu
við Tofta skúla og runnnu
10,5 km langa teinin Runt
Agnið. Børnini byrjaðu við
Toftavatn og runnu fimm
kilometrar út á Toftir.
Líkindini vóru skiftandi.
Nakað av vindi var høgt og
okkurt æl var á vegnum
eisini.
Hjá dreingjunum gjørdust
Rúni Seloy, Regin Joensen
og Tráin Petursson ávikavist
nummar eitt, tvey og trý.
Hjá
gentunum
vann
Rebekka Fuglø.
Hjá
kvinnunum
vann
Bjørk Herup Olsen framm-
anfyri Rannvu Djurholm og
Fríðunn Steinberg. Bjørk
og Rannvá gjørdust eisini
nummar 1 og 2 í bólkinum
fyri kvinnuunglingar. Eyð
Matras vann bólkin fyri
veterankvinnur.
Størsti spenningurin varð
ivaleyst í kappingini hjá
monnum. Eftir eina javna
byrjan, har fleiri rennarar
stríddust í oddinum, eydn-
aðist tað Sam Vang og
Guttorm Sørensen at gerast
nummar
eitt
og
tvey.
Andrias Hansen gjørdist
nummar trý. Jan Elmar
Sørensen vann bólkin fyri
mansunglingar, meðan Pól
Sundskarð, Tummas Joen-
sen og Bogi Gardar gjørdust
nummar eitt, tvey og trý hjá
mansveteranunum. Fyrstu
trý plássini í bólkinum fyri
superveteranar fingu Óli
Olsen, Jens Weihe og Regin
Jóanesarson.
Sam var skjótastur um Agnið
Fyrsta umfarið í vetrarkappingini í renning var á skránni leygardagin
Rodrigo Silva fer nú at
royna seg í Ukrainskum
fótbólti, har hann hevur
gjørt sáttmála við FC
Karpaty Lviv í bestu deildini