mikudagur 19. november 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 223 - 19. november 2008 ]
Allan Simonsen fekk
miklan heiður, tá
danir lótu tær árligu
fótbóltsvirðislønirnar
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Fyrrverandi føroyski lands
liðsvenjarin, tann 55 ára
gamli Allan Simonsen fekk
mánakvøldið ein stórfingn
an heiður, sum fáum verður
unt.
Saman við 86 ára gamla
Carl Aage Præst, varð Allan
Simonsen tikin uppí »Hall
of Fame«”, sum bert er unt
teimum fáu og serligu innan
fótbóltin í Danmark.
Carl Aage Præst varð
yrkisspælari í Italia, og
vann
OLbronsu
fyri
Danmark í 1948.
Allan Simonsen gjørdi
veruliga vart við seg í týska
felagnum, Borussia Mönch
engladbach og katalanska
stórfelagnum, FC Barcelona
í 1970árunum og 1980
árunum. Allan Simonsen
gjørdist ársins spælari í
Evropa í 1977. Hann er
einasti dani, sum hevur
fingið hendan heiður. Allan
Simonsen varð eisini við til
at spæla Danmark í tað
fyrsta endaspælið í nýggjari
tíð, tá Danmark spældi seg
til EMendaspælið í 1984.
Ikki minst takkað verið
brotssparksmálinum, sum
Allan Simonsen skeyt í
minniliga 10 sigrinum hjá
Danmark á Wembley. Allan
Simonsen
spældi
55
landsdystir fyri Danmark.
So tað varð also ikki
harra hvør sum helst, sum
var føroyskur landsliðs
venjari í fýra undankapp
ingum báðumegin aldar
skiftið.
Umframt
Allan
Simonsen og Carl Aage
Præst, so eru Michael
Laudrup, og evropameist
arnir frá 1992, eisini partur
av danska »Hall of Fame«.
Bæði Føroyar og
Costa Rica hava
higar til staðið seg
nakað betur, enn
styrkismetingin
undan kappngini
legði upp til
talv
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir frídag í gjár skal
føroyska OLliðið í talvi
aftur í eldin í dag.
Seinnapartin
dystast
Føroyar móti Costa Rica,
sum er styrkismett sum
nummar 66 av teimum 154
londunum, sum taka lut í
OL. Føroyar eru styrkis
mettar sum nummar 73,
men higar til er føroyska
úrtøkan somikið góð, at
Føroyar eru at finna sum
nummar 57.
Í OL í Bled í Slovenia í
2002 vunnu Føroyar 2,5
1,5 móti Costa Rica. Ta
ferðina vann Eyðun Nolsøe
sítt talv, meðan John Arni
Nilssen, John Rødgaard og
Heini Olsen telvdu remis á
sínum borðum.
Undan talvinum í dag er
Costa Rica nummar 44, og
hav teir ein stórmeistara og
tríggjar altjóða meistarar á
sínum liði. Hjá føroying
unum eru Helgi Dam Ziska
og John Rødgaard altjóða
meistarar, meðan við – enn
– ikki hava nakran stór
meistara.
Takast við Costa Rica í dag
Eftir at hava
hvílt seg í gjár
skal føroyska
talvlandsliðið aftur
í altjóða eldin í
dag, tá Costa Rica
er mótstøðuliðið
Allan Simonsen limur
í Hall of Fame
Tað var
fyrrverandi
landsliðsfelagin,
Søren Lerby,
sum handaði
Allani Simonsen
virðislønina,
tá fyrrverandi
føroyski
landsliðsvenjarin
varð heiðraður
við plássi í
danska Hall of
Fame
Mynd: Polfoto
Kyndils-venjarar gevast
Hannis og Uni Wardum eru ikki longur venjarar hjá besta
kvinnuliðnum hjá Kyndli. Tað skrivar heimasíðan hjá
Kyndli. Hetta er næsta árið, at teir báðir hava havt ábyrgd
ina av Kyndilskvinnunum, men sambært heimasíðuni hjá
Kyndli eru felagið og venjararnir komin ásamt um at steðga
samstarvinum beinanvegin. Arbeiðið við at finna nýggjan
venjara er í gongd, og Kyndil vónar, at úrslit fer at spyrjast
burturúr innan fáar dagar. Kyndil hevur einki stig fingið í
Sunset deildini í hesum kappingarárinum.
Havnarmenn leingja á Argjum
Kenneth Jacobsen og Janus Joensen, sum eru uppvaksnir í ávikavist
B36 og HB, hava longt sínar sáttmálar við AB. Kenneth Jacobsen og
Janus Joensen verða í komandi kappingarári partur av ABliðnum,
sum ætlar sær at stríðast fyri sessinum í Formuladeildini. Havar
menninir hava longt avtaluna við felagið, skrivar heimasíðan hjá AB.
Kenneth Jacobsen hevur, undantikið í 2008, altíð spælt við B36.
Janus Joensen spældi í sjey ár við HB, har hann millum annað vann
fýra FMheiti.