mikudagur 19. november 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 223 - 19. november 2008
Sangleikurin Hair, sum
skuldi vera so provo
kerandi, hippiekendur
og langhærdur er alt
ov ordiligur, borgar
ligur og stuttkliptur.
Hóast glottar eru at
hóma, gerst leikurin
sjáldan nakað serliga
hugtakandi og er hann
helst eitt vónbrot fyri
nógv
Ummæli
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Spenningurin var í hæddini, tá
sangleikurin Hair varð frumsýnd
ur fríggjakvøldið. Ikki so løgi, tí
sjáldan hava vit sæð eina so
áhaldandi marknaðarføring av
einum skúlaleiki í Føroyum. Sum
ímynd av ungdómsuppreistrinum
í 68 og teirra rúsandi, friðarelsk
andi kærleiksboðskapi átti Hair
eisini ríkiliga at kunna tryggjað
eitt undirhaldandi og provoker
andi kvøld. Familjurnar, gamlir
sangleikarar, nøkur serstakliga
áhugaði, nøkur fjølmiðlafólk og
annars restin av Snobbhill, sum
hugdu at sangleikinum hetta
kvøldið fingið eisini onkra góða
løtu. Men samanumtikið gjørdist
føroyska útgávan av Hair sjáldan
nakað serliga hugtakandi og helst
var leikurin eitt vónbrot fyri
nógv. Ein av orsøkunum er uttan
iva, at leikurin í veruleikanum
var brandaður í hel, langt áðrenn
leikararnir nakrantíð komu á
pallin, og fingu nakran møgu
leika at vísa, hvør dugir er í
teimum.
Fjáltraðir leikarar
Uttan mun til, hvussu kendir teir
eru, er tað kanska ein veruligur
veikleiki við uppruna handriti
num, at ongin av sangunum er
nakað serliga fangandi og góður.
Men tað er ikki nøkur umbering
fyri ikki at syngja við fullari
megi. Helst hevur tað verið
fjáltur á leikarunum, tí røddirnar
vóru sum heild nokk so veikar,
ella var ljóðið bara ikki nóg hart
frá, júst hetta fríggjakvøldið.
Einasta røddin, ið veruliga sló
ígjøgnum, var røddin hjá Konni
Kass Jacobsen, sum hevur ein av
høvuðsleiklutunum. Hini sýntust
øll at vera rættiliga veik, hóast
tey als ikki sungu illa. Kanska er
hetta øðrvísi, nú ungu fólkini
hava verið á pallinum nakrar
ferðir.
Ljóðið
Størsta syndin á kvøldinum,
burtursæð frá lítið áhugaðu
áskoðararnum, var ljóðið. Tað
sjóðaði og hvein, og ongantíð var
tað nóg hart frá. Aftur eitt, ið ger
tað rættiliga torført hjá vanliga
áskoðaranum at gerast fangaður
av einum leiki, ið gongur fyri seg
í einum hølum, sum eru kend
fyri, at mann næstan ikki klárar
at fáa nakað at ljóða illa. Einasta
ferðin ljóðið sýntist hóskandi,
var einaferð í leikinum, tá ein
harður brestur var.
Stutt hár
Langt hár má vera eitt must, tá
leikurin kallast Hair, men dreing
irnir eru rættiliga stuttkliptir og
hampiligir. Teir flestu eru meira
átøkir sunnudagsskúladreingjum,
sum í frítíðini eru hippiearar.
Kanska tað ikki ørkymlar øll,
men tað fær á onkran hátt alt at
sýnast eitt sindur tilgjørt. Tað
autentiska bleiv á onkran hátt
burtur. Tá tann myrki eisini er
ein soyasmurdur hvítingur og
rúmdarferjan, Columbia, ið
verður víst á eini mynd, ikki var
úti í rúmdini fyrr enn í 1981,
verður tað alsamt torførari
veruliga at gerast fangaður.
Tað eru nógv samlaði smáting,
ið fáa ein at síggja til, góðan leik
at søkka í virði.
Ikki ordiligir amatørar
Sjálvandi er talan ikki um
professionellar leikarar, men í
mun til »Jósef og litfagra
dreymakotið« er í hesum føri, ein
sera stór rekruttering gjørd
uttanfyri studentaskúlan. Fleiri
av leikarunum hava gingið í
studentaskúlanum. Men ein av
orsøkunum til, at mann plagdi at
vera so hugtikin, hevur til hinar
leikirnar verið, at tað vóru
næmingar úr skúlanum, sum
mann ikki hevði sæð á palli áður.
Hesaferð eru fæstu av høvuðs
leiklutunum mannaðir av fólki,
ið ganga í studentaskúla, og fleiri
av andlitunum hevur mann sæð á
palli fyrr. Sostatt væntar mann
sær á onkran hátt meira av
leikarunum, enn tá mann sær
nýggj fólk, og tí verður mann eitt
sindur vónbrotin, tá tey ikki
ordiliga levera vøruna.
Óskiljandi dialektir
Leikurin er væl umsettur. Men
hvat annað hevði mann væntað,
tá Dánial Hoydal hevur umsett.
Hinvegin eru leikararnir eitt
sindur undarliga valdir til
summar av leiklutunum. Tveir
hippiarar, ið helst altíð hava búð
í stórbýnum tosa bygdamál,
meðan drongurin av bygd tosar
veruligt havnarmál. Har kundi
mann á onkran hátt veri eitt
sindur snildari, og latið bygdar
drongin vera veruligan bygdar
drong, og heldur havt aðrar
leikarar til stórbýarleiklutirnar.
Tá vit brádliga fáa at vita, at tann
myrki í leikunum heldur ikki er
úr stórbýnum, er ruðuleikin
fullkomin. Tí tá hann í veruleika
num, hvørki er myrkur ella tosar
bygdamál er onki satt við
honum. Ein hvítur høvuðsstaðar
drongur spælir ein myrkur av
bygd.
Orsøkin til hesa meting, er, at
nógvar orðingar í leikritinum
veruliga leggja upp til at spæla
uppá dialektirnar. So kundi mann
veruliga nýtt ríkidømi í máli
okkara, sum mann í øðrum
førum hevur gjørt tað. Tí vit hava
nógvar dialektir á føroyskum, ið
kundi verið elegant nýttar at
styrkja um persónligheitirnar,
samstundis sum leikararnir eru
grivnir fram úr øllum heraðs
hornum.
Reinleikin skeivleikin
Nakrar veruliga vakrar pall
myndir eru tó í leikinum.
Tá ungdómarnir eru skeivir,
sýnist alt á pallinum so reint og
vakurt. Sum ein nær deyða
uppliving, har mann upplivir ein
veldiga rúgvu uppá nøkur
splitsekund. Dansararnir sleppa
eisini veruliga til sín rætt, og
mann kann á ongan hátt taka frá
nøkrum í leikinum, at allur
dansurin er sera væl skipaður og
Borgarligt Hair
Tað mest positiva við sangleiki
num Hair er dansurin. Tí leikurin
er sum heild, eitt vónbrot fyri tey
flestu
Tá fólkini í Hair eru
skeiv ella deyð, megna
dansararnir at skapa
sterkastu løturnar í
sangleikinum
Búnarnir í leikinum eru sera gjøgnumførdir
Mitt í gentunum á Snobbhill, er Konni Kass Jacobsen. Hon er sterkasta
røddin í leikinum