mikudagur 19. november 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 19. november 2008
23
vakur. Ongin sær út til at hava
tað hart, og tað er hugtakandi at
síggja, hvussu mongu leikararnir
megna at lata vera við at traðka á
hvønn annan og stoyta saman á
tronga pallinum.
Í pallmyndunum, tá ungfólkini
eru skeiv, vísir tað seg eisini at
fungera heilt væl við ljósinum.
Vit fáa eina sýrukenda, kokain
søta kenslu, ið er ein uppliving,
sum í sær sjálvum næstan ger
leikin verdan at fara til.
Gjøgnumførdir búnar
Í samband við útsjóndina hjá
leikarunum er tað eitt, ið veruliga
er gjøgnumført.
Orkan, ið er løgd í búnarnar
hjá øllum á pallinum er sera væl
nýtt. Hevði dreingjahárið bara
veri longri, hevði verið torført at
seta fingurin á nakað, tí búnarnir
og serliga nakrir kjólar, rigga
serstakliga væl til sangleikin, og
skapa meira trúvirði enn nakað
annað í leikinum.
Lítið provokerandi
Kanska er tað leikritið, ið er ov
gamalt, ella er bara ikki fingið
nóg mikið burturúr tí, tí tað er í
øllum førum greitt, at leikurin er
sera lítið provokerandi. Ein sena
er tó, ið kanska fær ringastu
kynsskammararnar at lata
eyguni eitt sindur upp, men tað
er so øgiliga lítið fyri ein leik, ið
er brandaður í næstan eitt hálvt
ár, til at vera provokerandi og
spennandi. Tískil er tað eitt satt
vónbrot, at ikki ein einasta løta
provokeraði hendan annars
rímiliga konservativa
ummælaran.
Vána áskoðarar
Vit, ið sótu í fjøldini mugu helst
eisini taka okkara ábyrgd fyri
eina lunkaða uppliving. Ella var
leikurin bara ikki so góður. Men
áskoðarafjøldin til eina
frumsýning er sjáldan líka góð,
sum ein vanligur barnagarðs
flokkur. Eftir leikin eru vit altíð
skjót at greiða frá, hvussu
fantastiskir og fríir hesir ung
dómar eru, men undir fram
førsluni sita tey flestu av okkum
og klappa av berum vana.
Ongantíð er nakar, ið veruliga
verður rivin við leikinum, og á
nakran hátt kann ímynda sær at
klappa mitt í einum sangi, tí
hann kanska svingar rímiliga
væl.
Nei, vit skulu lata blómur til
tey, ið standa aftanfyri leikin, um
vit altso hava nóg mikið av
tyssum. Teimum vóru tað
fríggjakvøldið ikki eingongd
nokk av, og ljóssnigevin mátti so
fittur fara av pallinum uttan
blómur, hóast hann hevur loyst
sína uppgávu frægari enn tey
flestu.
Ikki sum hinir
Tá mann hevur sæð Jósef og
Fame, verður hesin leikurin ikki
heilt tað sama. Ein orsøk kann
vera, at sangirnir ikki eru líka
fangandi, sum í undanfarnu
leikunum. Kanska er uppruna
handritið bara verri enn hini. Tað
er ilt at siga, men tað hevði nú
verið stuttligt at vita, um ikki
Cats, Phantom of the Opera ella
bara Chess ikki hevði verið ein
meiri undirhaldandi sangleikur at
fari til. Kanska kundi mann
veruliga sæð ungdómarnar víst
sínar bestu síður.
Farið bara
Alt í alt, kann mann siga, at
leikurin helst er verdur at fara til.
Tað er bara annað hvørt ár, at ein
tílíkur leikur verður settur upp.
Hesin er ikki líka góður sum
hinir, og um tvey ár velja tey
helst eisini ein betri leik við betri
sangum.
Stóri trupulleikin hjá Hair er,
at tað í ov langa tíð og ov nógv
gjørt burturúr, hvussu fantast
iskur sangleikurin skuldi vera. Tí
situr hesin ummælarin við einum
vónbroti, sum helst lukkuliga
verður gloymt um tvey ár, tá
studentaskúlin í Hoydølum aftur
fer at nýta næmingar úr miðnáms
skúlunum, ókend andlit og ein
betri sangleik.
Leikararnir í Hair eru nógvir í tali, og tiknir úr nógvum støðum. Tí hevði
mann helst vænta meira frá teimum