Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 223 - 19. november 2008 SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Nýggi VW Golf er nú komin til land­ið. Bilurin er broyttur og betraður á øllum økjum, bæði hvat viðvíkur koyriegin­ leikum, ljóðd­oyving, trygd­ og á tekniska økinum. Eisini er hesin bíligari enn forgangarin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í september royndarkoyrdu vit nýggja VW Golf í Reykjavík saman við øðrum motorjournalistum, sum vóru samdir um, at her er talan um ein bil við serligum dygdum. Líka síðan VW Golf kom á marknaðin fyri meira enn 30 árum síðan, hevur eingin ivi verið um at talan er um ein nýggjan Golf, hvørja ferð teir skifta modell. Hes­ in nýggi er sætta generatión, og hóast talan er um ein nýggjan Golf, sum er broyttur og betraður á øllum økjum, líkist hann sær sjálv­ um. Tað at eitt bilmodell broytist so lítið yvir so nógv ár er eitt sjaldsamt fyri­ brigdi. Tað er faktiskt eingin ann­ ar bilur, ið verður broyttur so lítið í útsjónd sum VW Golf, og talan er um eina succes hvørja ferð. Golfurin heldur sær væl, er tíðar­ leysur og heldur sera góðan prís sum brúktur. Soleiðis hevur tað verið í meira enn 30 ár. Tað eru eisini fáir bilar sum hava so fast tak í sínum kundum sum VW Golf. Golfurin hevur síðan hann kom á marknaðin verið tann leiðandi bilurin í sínum klassa, sonevnda Golf­klass­ anum. Golfurin hevur eisini nógvar kappingarneytar og nógv at liva upp til. Fyri at hava eina meining um hendan nýggja Golfin, má hann royndarkoyrast. Bilur­ in er broyttur og betraður á øllum økjum, bæði hvat við­ víkur koyreginleikum, ljóð­ doyving og trygd, eins og á tekniska økinum. Komforturin er sum í ein­ um stórum bili. Hetta vísti royndarkoyringin í Íslandi eisini. Har var nógvur vind­ ur og illveður, men tað hvørki hoyrdist ella merkt­ iskt á bilinum. Tað er heilt einastandandi fyri ein bil í hesi støddini. Kabinan er eisini gjørd í besta kvaliteti heilt níður í smálutir. VW Golf fæst í útgávun­ um Trendline, Comfortline og Highline. Hann fæst við Nýggjur í Golfklubbanum Bilradio verður sent hósdag kl. 16.05, fríggjadag kl. 8 og leygardag kl. 13 Limir í Tórshavnar Golfklubba ynskja nýggja Golfinum vælkoman í klubban, f.v.: Ragnar Isaksen, Óskar Eiriksson, Janus Norðberg og Ólavur Jøkladal avmyndaðir á Velbastaðhálsi Mynd: Álvur Haraldsen Viðførisrúmið er 350 litrar, og við baksetrunum niðri verður tað 1.300 litrar Mynd: Álvur Haraldsen