Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 224 - 20. november 2008 Lost in France Staður: Tórshavn Manning: Halltórur Dam: sang og guitar Andreas Weihe Madsen:guitar og sang. Heimasíða: www.myspace.com/lostinfrance1 Trygvi og Rasmus Staður: Tórshavn Um bólkin: Trygvi og Rasmus eru tveir dreingir, ið spæla í bólkinum Sixtyeight. Og í summarfrítíðini, byrjaðu teir at trena akustiskt, og fingu somikið burturúr, at teir spæla konsertir. Nú hava vit so fingið eina gentu við okkum, ið eitur Jenný Kragesteen. Manning: Trygvi Danielsen: guitar og sang Rasmus Borðoy: guitar, klaver og sang Jenný Kragesteen: sang Genre: Akustiskt/flipput/jam Heimasíða: www.myspace.com/trysmus Bandana Boys Staður: Tórshavn Um bólkin: Hugskotið til Bandana Boys kom, tá id Bjartur og John plagdu at taka nakrir langir renningatúrar í summarinum 2007. Teir høvdu bandana'ir á fyri hárið, og aftaná langa tíd kom eitt gott stev í, og ymiskar góðar tekno-rútmur byrjaðu at uppstanda í høvdinum. So, útblástir og sveittutir bestemmaðu teir seg at gera ein elektroniskan bólk. Manning: Bjartur Fríði Clementsen: Synth, programmering og rytmubox John Áki Egholm: keyboard og programmering Harald í Kálvalíð Jacobsen: programmering og mixing. Genre: Electronica Moby The Pink Pilot Staður: Argir Um bólkin: Eitt projekt hjá Fróða og Bartal, ið eisini plagar at rúma øðrum gestatónleikarum Manning: Fróði Hansen:sang og trummur Bartal Augustinusse: gittarar Petur Háberg:Bass Mattias Kapnas: keyboard Genre: Rock Heimasíða: www.myspace.com/mobythepinkpilot í Reinsarínum Lagt til rættis: Rógvi Nybo, rogvi@sosialurin.fo Oniontree Staður: Argir/Tórshavn Um bólkin: - Oniontree er ein tónleikabólkur úr Havn, sum var stóvnaður summari 2008. Dreingirnir, sum manna bólkin eru Sigmund Jørgensen, Jan Mýrá og Magnus Mortensen. Í septembur 2008, aftaná teir høvdu brúkt tíð uppá, at gera tilfar og funnu útav, at hettar fór at blíva feitt, fóru teir í studio hjá Kristoffur Mørkøre. Har upptóku teir løgini 'A good day for dying' og 'Memories'. - Tann 18. Oktobur opnaðu Oniontree eina útselda konsert í 'Lille Vega' fyri The Dreams. Hettar var fyrsta stóra konsertin hjá Oniontree. Tað gekk ómetalig væl, og har komu nógvir Oniontree fans burturúr. Konsertin gav teimum vón um, at við hesum bólkinum kundi henda nógv stór ting. Og nú er málið at vinna hjørtini hjá øllum Føroyingum. Manning: Sigmund Jørgensen: Gittar og sang Jan Mýrá: Bass Magnus Mortensen: Trummur Genre: Rock/Punk/Alternative Heimasíða: www.myspace.com/oniontree Fyrsta innleiðandi umfarið av nýggju tónleikakappingini FM’08 verður leygar- dagin 22. november í Reinsarínum. Sjey bólkar koma at kappast um finaluplássini, og má sigast at hetta verður ein verulig høvuðsstaðaruppgerð. Luttakandi bólkar- nir eru allir úr somu kommunu, og eru teir úr Kollafirði, Tórshavn og av Argjum. Á hesi síðu prenta vit nakrar upplýsingar um bólkarnar. Skógfriðingarnevnd og metingarnevnd mannaðar Landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, hevur valt limir í ávikavist skógfriðingarnevndina og metingarnevndina. Í skógfriðingarnevndina eru hesi vald: Sigga Rasmussen, cand.hort., Jóhan Mortensen, tíðindamaður, Dánjal Petur Højgaard, lívfrøðingur, Turid Madsen, jarðfrøðingur og Erika Lómstein Petersen, skrivstovukvinna. Skrivari hjá nevndini er Tróndur Leivsson, landsskógarvørður. Í metingarnevndina, sum viðger spurningar um endurgjald í samband við ognartøku og annað, eru hesi vald: Ari Johannesen, cand.merc. formaður, Marja Lamhauge, íløguráðgevi. Tiltakslimir eru Petur á Lava Olsen, byggifrøðingur og Súsanna í Búðini, bóndi. Sum serkønar hjálparar hjá metingarnevndini hevur landsstýriskvinnan tikið avgerð um at tilnevna Armgarð Steinhólm, Verkfrøðingafelagið, Suna Dalsgaard, arkitekt, Landsverk, Niels V. Petersen, umsjónarmaður, Felagið peningastovnar og Henrik Johansson, landmálari, Tórshavn. Nevndirnar eru valdar fyri 6 ár. 3st (úttalast Thirst) Staður: Kollafjørður/Tórshavn Um bólkin: Sangarin og trummusláarin stovnaðu bólkin í 2004. Men hann hevur ongantíð funnið stevið, og hevur skift manning út ofta. 3st hava ikki spælt so øgiliga nógvar konsertir, men nú er manningin stabil, og nú er bólkurin klárur at spæla fleiri konsertir. Manning: Henning Jensen: guitar Signar Kristiansen: bass Rebekka Blak: violin Allan Korsager Davidsen: sang Sigurd Justinussen: trummur Genre: Harður melodiskur poprock Heimasíða: www.myspace.com/3stfan The Hunters Staður: Tórshavn Um bólkin: Bólkurin hevur spælt saman í eitt hálvt ár Manning: Bogi: Lead Guitar Bjartur: Trummir Jordi: Guitar og sang Genre: Punk/Rock Heimasíða: www.Hunters.Whipie.com