hósdagur 20. november 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 224 - 20. november 2008
Tað kemur fyri,
at fólk á útoyggj
noyðast at sleppa
ætlanini at umvæla
sær sethúsini, tí tað
kostar beinanvegin
einar 15000 krónur
at fáa nakrar trillu
børur av sandi ella
nøkur vindeygu til
endamálið
Útoyggj
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Støðan hjá teimum, sum
búgva á útoyggj, er nú so
vánalig, at tað eru dømi um
fólk, sum hava verið noytt
at sleppa ætlanini at umvæla
sær sethúsini, tí flutningurin
er so dýrur.
Eisini Olga Biskopstø,
skrivari í Útoyggjafelagnum
kennir trupulleikan við flutn-
inginum ímillum útoyggj-
arnar og meginlandið, sum
Tummas Frank Joensen úr
Skúvoy og Esbern í Eyðans-
stovu í Mykinesi, lýsa í aðr-
ar grein her í blaðnum
- Farmaflutningurin er ein
stórur trupulleiki. Útoyggjar-
nar fáa flutningsstuðul ímill-
um útoyggj og næstu Havn.
Men skal vøran flytast
longri enn tað, má eigarin
sjálvur syrgja fyri tað, og
tað er rættiliga skjótt, at tað
verður heilt dýrt
Geva skarvin yvir
Hon sigur, at fyrr var flutn-
ingurin við tyrluni eisini
umfataður av flutningsstuðl-
inum, men tað er hann í stór-
an mun ikki longur og tað er
steinur oman á byrðu.
Nú er bara smáflutningur
við tyrluni umfataður av
flutningsstuðlinum,
men
beinanvegin talan er um stør-
ri nøgdir, skal tyrlan leigast.
- Tað merkir, at tað kostar
beinanvegin einar 12000-
15.000 krónur at flyta nakra
nøgd av vøru til og frá
útoyggj.
Olga Biskopstø sigur, at
hon veit dømi um, at fólk á
útoyggj hava givið skarvin
yvir at umvæla sær sethús-
ini, tí tað kostaði teimum
einar 15.000 krónur at fáa
nøkur vindeygu og timbur
út í oynna og tað ger tað
beinanvegin rættiliga vón-
leyst, sigur hon.
- Tað er rættiliga skjótt, at
tað kann kosta upp í einar
12.000-15.000 krónur at
fáa upp í nakrar fáar blandi-
maskinur av sandi út í Myki-
nes til at stoypa við, leggur
Esbern í Eyðansstovu aftur-
at.
Olga Biskopstø sigur, at
eitt er, at flutningurin er so
dýrur og roksutur, at fólk
gevast. Men eitt annað er,
at tað er ein sálarfrøðilig
forðing fyri allari menning,
við tað, at ongin hættar sær
undir nakað, so tvørlig sum
støðan er.
Nú kostar tað líka
nógv at flyta ein platt
av farmi av útoyggj
í Føroyum inn á
meginøkið, sum tað
kostar at flyta hann
úr Grønlandi til
Danmarkar
Útoyggj
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tá ið Farmaleiðir hjá
Strandferðsluni vórðu ein-
skildar, var tað seinasti
seymurin í líkkistuna hjá
útoyggjunum.
Tað ivast Tummas Frank
Joensen úr Skúvoy ikki í.
Á
landsfundinum
hjá
Javnaðarflokkinum
um
vikuskiftið harmaðist hann
um tað heilt ómøguligu
støðuna, sum útoyggjarnar
eru komnar í síðani Farma-
leiðir hjá Strandferðsluni
vórðu einskildar.
- Fyrr kostaði tað einar
120 krónur at senda ein
platt av vøru av útoyggj í
annað pláss í landinum.
- Nú kostar sami plattur
upp í góðar 900 krónur at
senda.
Tað merkir, at tað kostar
tað saman at fáa ein platt av
farmi av útoyggj til annað
pláss í Føroyum, sum tað
kostar hann at flyta hann
allar teir 2600 fjórðingarnar
heilt úr Ilulissat úr Grøn-
landi til Ålborg í Danmark.
- Men umframt at tað
kostar upp í 900 krónur at
senda ein platt av útoyggj
onkustaðni inn á meginland-
ið, má eg í ringasta føri
hava fýra telefonsamrøður
fyri at tryggja, at vøran kem-
ur fram.
Tað kemst av, at fyrr vóru
Farmaleiðir ein samanhang-
andi flutningseind, men tað
er ikki støðan nú.
Tí skal vøran nú á døgum
flytast við fleiri feløgum og
av tí sama skal hon innskriv-
ast sum farmur fleiri ferðir.
- Og hendir tað seg, at
farmurin kemur at liggja í
meiri enn fýra dagar á eini
goymslu, skulu vit eisini be-
tala goymsluleigu oman á
alt.
Tummas Frank Joensen
sigur, at hann gevur ikki flutn-
ingsfeløgunum skyldina.
Tey privatu feløgini kunnu
neyvan gera tað bíligari, tí
tey skulu eisini liva.
Eru givin at flyta
Esbern í Eyðansstovu, sum
hevur
avgreiðsluna
hjá
Strandferðsluni í Mykinesi,
kennir
væl
trupulleikan
aftur.
- Vit vóru ógvuliga for-
harmað um, at Farmaleiðir
vórðu einskildar, sigur hann.
Og eftirtíðin hevur víst,
at útoyggjafólk fingu rætt í
síni stúran.
Tað er nú so dýrt og tvør-
ligt at flyta farm av útoyggj,
at tey flestu eru rætt og
slætt givin at flyta nakað
sum helst.
-
Síðani
Farmaleiðir
vórðu einskildar, er flutn-
ingurin minkaður heilt mun-
andi, tí tað er ein sovorðin
fyritøka at flyta farm av
útoyggj, at fólk hætta sær
ikki undir tað.
Esbern í Eyðansstovu sig-
ur, at fólk vilja heldur ferð-
ast sjálvi aftur og fram við
vøruni ella tey fáa onkran,
tey kenna, at taka hana við.
At brúka vanligu farmaleið-
irnar eru tey næstan givin
við.
- Mangan eru tað matvør-
ur, sum skulu flytast av
útoyggj, og tey vilja ikki
koma í tað støðu, at maturin
strandar í onkrum pakkhúsi
og spillist, tí tað er komið
fyri. Av tí, at farmurin mang-
an skal ígjøgnum nógvar
hendur, veksur vandin fyri,
at hann strandar onkustaðni
og tað kann verða stórur
missur og tí flyta tey heldur
vøruna sjálvi.
- Trupulleikin er, at nú
skal sama vøra fraktast
fleiri ferðir, tí Strandferðslan
flytir bara til næstu havn.
Ùr Mykinesi tekur Strand-
ferðslan sær bara av flutn-
inginum inn á bryggjuna í
Sørvági og úr Skúvoy verð-
ur farmurin bara fluttir inn
á Sand og til hendan flutn-
ing fáa útoyggjarnar flutn-
ingsstuðul.
Men restina av flutningin-
um má eigarin sjálvur syrgja
fyri og alt eftir, hvagar í Før-
oyum, vøran skal sendast
skal hon fraktast fleiri ferðir
og tað kann skjótt blíva
dýrt.
Síðsti seymur í kistu okkara
Vánalig kor at umvæla sethús á útoyggj
- Tá ið Farmaleiðir vórðu einskildar, var tað seinasti knekkið hjá útoyggjunum, sigur Tummas Frank Joensen, sum er er
avmyndaður, fremst á myndini á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið. Aftanfyri hann situr konan, Elisabeth og
Johan Samuelsen
Norðurlendsk lán til Íslands
Eftir at IMF hevur játtað Íslandi lán, gera Danmark, Noreg, Svøríki
og Finnland tað sama. Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland eru til
reiðar at læna Íslandi 15 milliardir krónur fyri at hjálpa landinum
ígjøgnum fíggjarkreppuna. Boðini um láninii komu, eftir at Altjóða
Gjaldoyragrunnurin í nátt samtykti at læna íslendingum 12
milliardir krónur. Hetta er fyrstu ferð í meiri enn 30 ár, at IMF
veitir einum vesturevropeiskum landi lán. Frammanundan hava
Føroyar lænt Íslandi 300 milliónir krónur.
Øktur vandi fyri blóðtøppi
Talan er millum annað um pínulinnandi tablettir við evninum
diclofemac. Umleið 20 prosent av danska fólkinum brúka pínu-
linnandi tablettir, sum hava evnið diclofenac í sær. Tablettirnar
verða brúktar ímóti pínu í rygginum, høvdinum ella vøddum og
liðum. Hesar tablettirnar fáast í hondkeypi, eitt nú undir navnin-
um Voltaren. Men nú vísir ein stór donsk kanning, at fólk, sum
brúkan hendan heilivágin, eru í tvær ferðir størri vanda fyri at
fáa blóðtøpp í hjartað enn onnur. Tað skrivar Politiken.
Christian Torp-Pedersen, hjartalækni á sjúkrahúsinum í Gentof-
te, sigur við blaðið, at heilivágurin krevur líka mong mannalív sum ferðslan. Kanningin, sum varð
gjørd í árunum frá 1997 til 2005, umfataði meiri enn eina millión danir.