hósdagur 20. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 224 - 20. november 2008
Hóast meklaravirkini
ikki lata so illa at, vísa
hagtølini, at sethúsa
sølan stoytkavar.
Serliga illa stendur
til í Tórshavn, meðan
sølan av húsum á
smærri bygdunum
heldur tørn og
kvinkar uppeftir
SETHÚSASØLA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tá vit tosa við meklara
fyritøkurnar
fær
tú
ta
kenslu, at sølan av sethúsum
ikki er í minking, men
heldur sveiggjar upp og
niður. Og tað kann vera
nakað um tað. Men hyggur
tú at hagtølunum, so siga
tey nakað annað.
Hannelina Mittún Jacob
sen, stjóri í meklarafyri
tøkuni INNI, letur ikki so
illa at. Hon heldur, at sølan
er á einari leið.
Vit selja ikki tað sama,
sum vit hava gjørt, men vit
hava eitt stórt og breitt úrval,
og tí gongur sølan eisini
nøkurlunda, sigur Hannelina
Mittún Jacobsen.
Hon viðgongur, at prís
irnir ikki hækka, og at teir
eru nógv lækkaðir seinasta
ársfjórðingin.
Hinvegin hevur sølan av
íbúðum undir Kongavarða
gingið væl, og vit hava selt
nógv í fyrsta byggistigi,
sigur
Hannelina
Mittún
Jacobsen.
Sambært ætlanunum skulu
tey fyrstu flyta inn til jóla.
Stjórin í INNI sigur, at
hendan ársins tíðin vanliga
ikki er hásesong fyri set
húsasølu, og at tað í løtuni
gongur eitt sindur trekt.
Men útboðið er vaks
andi, og vit hava eitt stórt
og breitt útboð av bæði rað
, tví og sethúsum umframt
íbúðum og tað ger, at vit
framvegis kunnu hava ein
umsetning, sigur Hannelina
Mittún Jacobsen.
Meiri á smærru
bygdunum
INNI
hevur
deildir
í
Runavík og í Klaksvík, og
gongdin
seinastu
tíðina
hevur verið hon, at sølan av
sethúsum hevur kvinkað
upp eftir úti á smærru bygd
unum, staðið nøkurlunda í
stað í størru bygdunum,
meðan hon er minkað í
Havn.
Tað hevur víst seg, at
sølan er vaksin úti á smærru
bygdunum, helst tí at húsini
har eru bíligari. Men tað er
eisini úti á smærru bygd
unum, at prísirnir halda
leguna, sigur Hannelina
Mittún Jacobsen.
Hon sigur, at fíggjar
kreppan, sum herjar um allan
heim, eisini ávirkar her
heima hjá okkum, og ávirkar
okkara búskap soleiðis, at
bankarnir gerast trekari at
fíggja. Og tað gongur so
aftur út yvir sethúsasøluna
og meklaravirkini.
Men hesir mánaðirnir
eru teir myrku mánaðirnir.
Tá vit koma út í februar
mánaði byrjar at lýsna aftur,
og so vaknar bæði fólk og
fær. Og tá rokni eg við, at
vit aftur fáa meiri at gera,
sigur
Hannelina
Mittún
Jacobsen.
Eisini hjá Skyn er eitt
ávíst bjartskygni at hóma.
Tí hóast sølan ikki er tað,
hon hevur verið, so vísir
Torgun Davidsen, stjóri, á,
at árið í fjør var exeptionelt
gott, og tí ber illa til at
samanlíkna við 2007.
Hyggja vit longur aftur
eftir árunum undan 2007
síggja vit, at samanbera vit
árið í ár við tað, so er sølan
á nøkurlunda sama støði,
sigur Torgun Davidsen.
Hon sigur annars, at
oktober mánaði fyri teirra
viðkomandi royndist mun
andi frægari enn november
hevur gjørt higartil og tað
vísir, at sjálvt í hesum tíðum
er talan um sveiggj í søluni.
Vaksandi og
minkandi
Venda vit okkum so móti
hagtølunum, so er tendensur
in púra greiður. Bæði sølan
og prísirnir í Tórshavn og á
størru bygdunum minkar,
meðan gongdin í smærru
bygdunum er hin øvugta.
Heilt frá 1994, tá húsa
prísirnir vóru á sínum
lægsta við einum meðalprísi
í Havn á 527.715 krónur, er
prísurin vaksin hvørt árið –
við tveimum undantøkum
– heilt fram til 2007, tá með
alprísurin fyri eini sethús í
Tórshavn var komin upp á
2.309.648 krónur.
Meðalprísurin fyri tríggj
ar teir fyrstu ársfjórðingar
nar í ár er 2.194.437. Tó
skal viðmerkjast, at prísurin
gjøgnum 2007 vísti mink
andi tendensir við undantaki
av triðja ársfjórðingi, tá
prísurin
setti
met
við
2.525.227 krónum í meðal.
Eisini meðalprísurin fyri
sethús í størru bygdunum
vísir somu kurvar sum fyri
høvuðsstaðin. Eisini har
setti meðalprísurin met í
2007 við 1.232.039 krónum.
Hann er í triðja ársfjórðingi
komin niður á 1.096.429
krónur.
Á smærru bygdunum er
gongdin
hinvegn
beint
øvugt. Har er bæði søla og
prísir fyri uppeftir gangandi,
og fyri triðja ársfjórðing er
meðalprísurin fyri sethús á
smærri plássunum farin
upp um meðalprísin í størru
bygdunum,
nevniliga
1.176.250 krónur.
Hagtølini vísa, at um
gongdin verður hin sama
sum fyri fyrstu tríggjar mán
aðirnar í fjórða ársfjórðingi,
so fer sethúsasølan á smæru
bygdunum at seta met.
Størsta sølan higartil var í
2006, tá 87 sethús vórðu
seld á smærru bygdunum.
Sølan higartil í ár er 75, og
við einfaldari framrokning
endar talið á 100, men hin
vegin hevur sølan verður
støðugt minkandi gjøgnum
árið. Hagtølini vísa tó, at
fjórði ársfjórðingum sein
astu trý út av fýra árunum
hevur verið størstur í sølu.
Stagnerað
Tað er trupult neyvt at meta
um útgreinað hagtøl, tí pen
ingastovnarnir vilja ikki út
við sínum hagtølum yvir
veitt bústaðarlán. Hetta hev
ur nakað at gera við ikki at
lata kappingarneytarnar vita,
hvussu nógv teir fíggja.
Tó ber til á MFIhag
tølunum hjá Landsbankan
um (hagtøl yvir samlað útlán,
greinað yvir vinnu og sam
felagsbólkar) at síggja, at
bólkurin
»Húsarhald
og
felagsskapir« stendur í stað
hvat útlánum viðvíkur.
Annan ársfjórðing 2007
kom samlaða útlánið til
nevnda bólk upp um 8 milli
ardir krónur, og við árslok
2007 var hetta talið komið
upp á 8,665 milliardir.
Men við endan av triðja
ársfjórðingi í ár er hetta talið
dalað niður á 8,601 milliard,
og tað bendir tí á, at minni
aktivitetur er á hesum økinum
hjá peningastovnunum.
Eisini fyri »aðrir fíggjar
stovnar«, sum fyri tað mesta
snýr seg um Húsalánsgrunnin
og
formidling
av
realkredittlánum, hava út
lánini verið í minking, men
síðani fyrsta ársfjórðing 2006,
tá hesi lánini vórðu komin
niður á 269 milliónir krónur,
er hesin postur kvinkaður upp
eftir, til hann aftur toppaði í
øðrum ársfjórðingi í ár við
284 milliónum.
Triðja
ársfjórðing
var
samlaða
lániupphæddin
fyri hesi lán tó minkað aftur
við trimum milliónum niður
í 281 milliónir krónur.
Tað stutta av tí langa
tykist kortini vera, at saml
aða íbúðarsølan er í stórari
minking, ikki minst takkað
verið hækkaða livikostnað
inum við hægri oljuprísum,
hægri rentum og dýrari
matvøruprísum.
Tó tykist lýsa nakað í, tí
allir nevndu bólkar eftir
øllum at døma aftur eru í
lækking, og tað er nakað,
sum kann seta ferð aftur á
sethúsasøluna.
Sethúsasølan kavar
12 av 123 í Havn
Ein greið ábending um, at íbúðarsølan í Tórshavn er í stórari minking, fæst við at kanna ting
lýsingarnar fyri oktober. Av teimum 123 tinglýsingunhum í oktober mánaði vóru bert 12 skrá
settar í Tórshavn. Tó skal viðmerkjast, at her er talan um allar tinglýsingar, sum eru framdar
fyri mánaðin. Herundir eisini grundstykkir og jørð, neyst, ja, stutt sagt allar tinglýsingar. Onnur
hagtøl, sum til dømis tey hjá Eik Banka, umfata bert sølu av sethúsum, og ikki sølu av rað tví
ella íbúðum. Samstundis vilja meklarafyritøkurnar vera við, at sølan í oktober er munandi
frægari enn higartil í november, so tað bendir á eina sera vánaliga fyri ikki at siga ikki
eksisteradi sølu fyri november.
Hóast sethúsasølan er vaksandi á smærri bygdunum,
stoytkavar sølan av bústøðum í Havn