Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 224 - 20. november 2008 Fyritreytirnar eru nógv broyttar í mun til fyri einum ári síðani, og vit eru ikki so rummiskir í dag sum tá, sigur Øssur Nolsøe frá Eik Banka SETHÚSASØLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Peningastovnarnir hava strammað í tá tað kemur til sethúsa- og íbúðarlán. - Tað skerst ikki burtur, at tíðirnar eru broyttar. Tað er vorðið dýrari at liva, við høgum oljuprísum, høgum rentum og dýrum matvøru- prísum, sigur Øssur Nolsøe frá Eik Banka. Hetta merkir sjálvandi, at fólk mugu sita fyri nógv minni í dag, enn tey kundu fyri einum ári síðani. - Vit hyggja nú meiri gjølla eftir í hvørjum eins- tøkum føri, at tað hongur fíggjarliga saman, tá vit við- gera umsóknir um bústað- arlán, sigur Øssur Nolsøe. Hann sigur, at bankin sjálvandi merkir tær fíggj- arliga trengru tíðirnar, men at tað annars er »business as usual«. Tað hevur ljóðað, at peningastovnarnir nú krevja størri eginfígging frá láns- takarunum, og at henda í dag skal vera 20% av keyps- peninginum, men hetta vil Øssur Norsøe ikki vátta. - Vit hava sltið kravt ein ávísan part av keypspísinum sum eginfígging, men talan er kortini ikki um 20%. Tað er nakað, vit hyggja at frá máli til mál, sigur hann. Øssur Nolsøe sigur, at fyri ári síðani, tá tíðirnar vóru betri, vóru peninga- stovnarnir kanska eitt sndu meiri rundhondaðir, tá fólk bóðu um lán, men í dag er meiri neyðugt at hyggja at, hvat hvørt húski megnar. Hann dugir annars ikki at siga, hví tendensurin gong- ur tann vegin, at sølan á bygd hevur hug at vaksa, meðan sølan í Havnini og á størru bygdunum stedur í stórari minking. Ein sannroynd er, at altjóða fíggjarkreppa herjar um allan heim, men tað hevur neyvan stóra ávirkan í Føroyum. - Tað er einki at ivast í, at fólk hugsa um fíggjarkrepp- una. Men hon hevur hin- vegin ikki tann heilt stóra týdningin fyri føroysku peningastovnarnar, tí teir eru sum heild væl fyri, bæði hvat solvensi og likviditeti viðvíkur, sigur Øssur Nolsøe frá Eik Banka. Tíðirnar ikki tær somu Øssur Nolsøe frá Eik Banka sigur, at fólk í dag klára ikki at sita fyri líka nógv swum fyri einum ári síðani Mynd: Jens Kristian Vang Navnanevndin vald av nýggjum Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur valt limir og varalimir í Navnanevndina. Navnanevndin er sett sambært § 20 í lóg um fólkanøvn. Uppgávan hjá nevndini er at gera leiðbeinandi lista við fornøvnum og at endurskoða hann javnan. Nevndin skal geva ráð um fólkanøvn, stavseting teirra, bending og annað. Nevndin skal breiða út vitan um føroyskan navnasið, og skipa fyri útgávu av tilfari hesum viðvíkjandi. Nevndin tekur eisini avgerð um fornøvn, sum ikki eru á navnalistanum, kunnu góðkenn- ast. Í Navnanevndini eru Annfinnur Johansen, lektari í málfrøði, formaður, og Kristin Magnussen, adjunkt í málfrøði, vara- limur, Jónsvein Bech, sóknarprestur, nevndarlimur, og Elsa Funding, sóknarprestur, varalimur, Anna Brimnes, bókavørður, nevndarlimur, og Magni Joensen, lærari, varalimur. Valskeiðið hjá Navnanevndini er 5 ár og gongur út 1. november 2013. ABC-samgongan førdi inn í samgongu- skjalið eitt framhald av ætlanunum hjá CHE um at gera budgetanalysur av ymsu málsøkjunum BUDGETANALYSA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Á tíðindafundi í morgun í fíggjarmálaráðnum varð løgd fram fyrsta budget- analysan av fýra, sum landsstýrið hevur sett sær fyri at fremja í hesum valskeiðinum. Hetta er ein ætlan, sum ABC hevur yvirtikið frá CHE-samgonguni, og fyrsta av teimum fýra analysunum er gjørd av Sjúrkahús- verkinum. Í 2009 stendur almanna- sektorurin á skránni, í 2010 skúla- og mentamál og í 2011 vinnumál. Og nakað óvæntað kundu umboðini fyri analysufyri- tøkuna Valcon boða frá, at útreiðslustøðið hjá føroysku sjúkrahúsunum í veruleik- anum lá undir støðinum hjá eitt nú Danmark, Íslandi og Bornholm, sum teir í stødd sammeta Føroyar við. Hinvegin stendur eisini greitt, at við tí vøkrsti, sum hevur verið og er á út- reiðslustøðinum á føroyska sjúkrahúsøkinum, koma vit upp á hædd við Danmark longu í ár. Økingin hevur verið serliga stór seinastu árini, og meirnýtslan hevur verið munandi í mun til játtanina á fíggjarlógini. Hetta hevur ført til fleiri eykajáttanir, sum vit eisini kenna tað. Neyvari stýring Tey bæði umboðini fyri Valcon, sum hava gjørt ana- lysuna, høvdu eina røð av tilmælum til tess at hava betri stýring á fíggarstýr- ingini. Eitt nú mæltu tey til, at gjørdar vórðu meiri langtíðarsiktaðar fíggjar- ætlanir, so at tað ikki á hvørjum ári varð byrjað við blonkum pappíri. Eisini søgdu umboðini, at gongdin um allan tann framkomna heimin gekk tann vegin, at tað í framtíðini krevjast fleiri og fleiri pengar til sjúkrahúsverkið, samstundis sum tað verða færri og færri borgarar at bera byrðuna. Tí skal í størri mun gerast metingar av nyttu í mun til kostnað, tá fíggjarætlanir verða lagdar. Á tíðindafundinum í morgun var so stórur áhugi fyri hesi analysuni, at fundarhølið mest sum var fult. Umframt teir tríggjar sjúkrahússtjórarnar vóru hópurin av politikarum og landsstýrisfólki eisini og lýddi á. Umframt teir tríggjar sjúkrahússtjórarnar vóru landsstýrisfólk og politikarar eisini væl umboðaðir á tíðindafundinum í morgun Fyrsta budgetanalysan gjørd