Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 vinnan Nr. 224 - 20. november 2008 Bæði Fiskimanna­ felagið og Reiðara­ felagið hava síni ynskir, nú samráð­ ingar eru um nýggjan sáttmála. Líkt er tó ikki til, at hetta eru mál, sum fara at føra til verkfall í fiskiskipaflotanum, sum spurdist burtur úr samráðingunum fyri einum ári síðan Samráðingar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stjórnin í Føroya Fiski­ mannafelag fór á fund í morgun at viðgera samráð­ ingarstøðuna, nú feløgini hjá fiskimonnum og reiðar­ um hava havt tveir fundir um nýggjan sáttmála mill­ um partarnar. Fyrsti fundur millum feløgini var týsdagin, og annar fundurin var í gjár. Nú tosa feløgini saman hvør sær, áðrenn tey hittast aftur við samráðingarborð­ ið. Sáttmálin millum feløgini gongur út 1. desember í ár. Eingi prosentir Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, er ikki dapurskygdur um sam­ ráðingarnar hesaferð, og hann metir, at útlit eru til, at feløgini kunnu semjast uttan stórvegis stríð. ­ Men tað er altíð torført at spáa um samráðingar. Enn hava vit bara havt tveir fundir, og einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, sum formaðurin tekur til. Hann væntar ikki nakrar serligar broytingar í býtis­ prosentinum millum fiski­ menn og reiðarar, nú serliga ísfiskaflotin ikki hevur sínar bestu dagar. ­ Feløgini hava bæði síni ynskir, men eg haldi ikki, at nakrar serligar prosent­ broytingar liggja í luftini. Vit vænta í hvussu er ikki, at hetta verða tey stóru stríðsmálini, sum fara at draga samráðingarnar út. Jan sigur, at felagið hevur nøkur ynskir, men at hetta eru ynskir, sum ikki kosta reiðarunum nakað í krónum og oyrum. ­ Enn er eingin støða tikin til nakað sum helst, og tí er eisini ógjørligt longu nú at meta um samráðingargongd­ ina frameftir. Vit fara nú í hvør sínum lagi at hyggja uppá, hvat vit kunnu ganga við til hjá hvørjum øðrum, sigur formaðurin í Fiski­ mannafelagnum. Stytt túralongd Fiskimannafelagið hevur sett fram ynski um, at túra­ longdin í langfarasigling verður minkað úr hálvum triðja mánaði og niður í tveir mánaðir. ­ Menn meta, at teir hava verið nóg leingi umborð á hesum skipum, tá teir hava verið burturi í tveir mánaðir, og hetta verður eisini praktiserað umborð á onkr­ um av føroysku flakatrolar­ unum. Hann vísir á, at hóast sam­ skiftismøguleikarnir eru nógv broyttir og betraðir, missa menn, sum eru burtur leingi, tætta sambandið við heimið. ­ Teir eru ikki »up to date«, tá teir koma heim­ aftur, men missa líkasum tráðin við gerandisdagin hjá familjuni og tí, sum gongur fyri seg heima. Hetta merkir, at menn noyð­ ast at innstilla seg av nýggj­ um, tá teir koma heim. Tí ynskja teir eina skipan, har túralongdin í mesta lagi verður tveir mánaðir. Jan ásannar, at ein styttri túralongd merkir, at neyðugt verður at skifta ein part av manningini á túrinum hjá hesum skipum, tí túrarnir eru ofta longri enn tveir mánaðir. ­ Tað er ikki bara her hjá okkum, at menn ynskja sær styttri túrar. Hetta síggja vit eisini í londunum uttan um okkum, har fiskimenn sjáld­ an eru burtur í meira enn einar seks vikur í senn, sig­ ur hann. Stramma upp Eitt annað, sum Fiskimanna­ felagið eisini ynskir at broyta – ella stramma upp í w– er hýruavrokningin hjá langfarafiskimonnum. ­ Í verandi sáttmála sten­ dur, at menn skulu avrokn­ ast við 90% av mettari sølu 14 dagar eftir, at veiðan er landað. Nú vita vit, at tað stundum kann ganga long tíð, aðrenn veiðan verður seld, men fiskimenn kunnu ikki bíða eftir avrokning alla hesa tíð. Jan sigur, at felagið ynskir at stramma upp í hesum, soleiðis menn, sum hava verið langfaratúr, skjót­ ari fáa pengar at arbeiða við. ­ Vit vita um dømir, har menn hava bíðað í mánaðir eftir avrokningini, og tað kann eingin liva við. Flestu hava dýr hús og verða ryktir eftir gjaldi fyri sethúsini og aðrar útreiðslur, tá bíðitíðin Býtisprosent fer ikki at skilja fiski- menn og reiðarar Mærsk gevst møguliga við Suez-sigling Mærsk umhugsar at sigla suður um Afrika ístaðin fyri gjøgnum Suezveitina. Danska reiðaríið A. P. Møller ­ Mærsk umhugsar í løtuni, at lata skip síni sigla suður um Afrika, ístaðin fyri at brúka Suez­ veitina, fyri at sleppa undan sjórænarunum við Somalia. Tað skrivar heimasíðan maritimedanmark.dk. »Beint nú verður arbeitt við málinum, og avgerðin verður tikin heilt skjótt«, sigur ein talsmaður hjá Mærsk, sum vil vera ónevndur, við enska blaðið Lloyds List. Reiðaríðið sigur, at ein endalig støðutakan kanska er tikin longu tíðliga hósdagin. Bæði reiðaríðið Svitzer, sum er eitt dóttirfelag hjá Mærsk, og norska reiðaríðið Odfjell, eru longu givin at sigla gjøgnum Suez. Fleiri hundrað skip hjá Mærsk sigla hvørt ár gjøgnum Suez, sum er ein av týdningarmiklastu inntøkukeldunum hjá Egyptalandi. Um altjóða skipaferðsla velur at sigla runt Kappan Góða Vónin heldur enn gjøgnum Suezveitina, vil tað skapa stórar trupulleikar fyri Egyptiska búskapin, tá hetta er næststórsta inntøka landsins eftir ferðavinnuna. Viberg Sørensen sigur, at reiðararnir hava ymisk ynskir, men heldur ikki, at partarnir hesaferð standa so langt frá hvørjum øðrum sum seinast Mynd: Vilmund Jacobsen Jan Højgaard er ikki dapurskygdur, men torir illa at meta um samráðingargongdina enn, nú bert tveir fundir hava verið milllum partarnar Mynd: Vilmund Jacobsen