hósdagur 20. november 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
vinnan
Nr. 224 - 20. november 2008
Ítróttaravtalan er endurskoðað
Ítróttaravtalan millum Innlendismálaráðið og Ministeriet for Flygtninge,
Indvandrere og Integration frá 30. september 2004 er nú endurskoðað.
Eftir nýggju avtaluni kann ein útlendingur, ið hevur arbeiðs- og
uppihaldsloyvi eftir ítróttaravtaluni fáa longt ítróttarloyvi í tilsamans 5 ár,
í mun til 3 ár eftir gomlu avtaluni. Upphæddirnar í ítróttaravtaluni eru
eisini broyttar og svara til galdandi tímalønir, sambært sáttmála millum
Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað er Annika
Olsen úr Fólkaflokkinum, ið varar ítróttaravtaluni.
Flokkstjórnin í Miðflokkinum skipað
Eftir landsfundin hjá Miðflokkin í Norðurlandahúsinum
tann 25. oktober, hevur floksstjórn floksins nú skipað seg
við Charlottu á Váli Olsen sum floksstjórnarleiðara. Varða-
leiðari er Terje Vestergaard, skrivari er Arni Abrahamsen,
kassameistari er Tóri Højgaard og nevndarlimur er Poul
Johan Djurhuus. Formaður Miðfloksins, ið er Jenis Av
Rana, er eisini fastur limur í floksstjórnini. Floksstjórnin er
hægsti myndugleiki floksins millum landsfundirnar, og hev-
ur til uppgávu at skipa og leiða floksarbeiðið. Floksstjórnin
hevur eisini eitt tætt samskifti við politisku umboð floksins.
Fiskur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nýggj amerikansk gransk-
ing vísir, at fiskur við
omega 3 er góður ímóti
tunglyndi, ótta og alz-
heimer-sjúkuni.
Amerikanska psykiatri-
felagið mælir fólki til at eta
fisk, og felagið sigur, at
fiskur eisini er týdningar-
mikil kostur fyri heila og
nervaskipanina.
- Vit halda, at fólk, sum
eru fongd við sálarligum
trupulleikum, eitt nú tung-
lyndi og skizofreni, fáa nak-
að burtur úr at eta fisk, siga
tey í Amerika. Danska fel-
agið, Dansk Fiskebransje,
hevur havt eitt serstakt átak
á Fiskens Dag fyrr í hesum
mánaðinum.
Við at senda eina persón-
liga mynd av tær, meðan tú
smílist, til eina ávísa heima-
síðu, hava fólk soleiðis
kunnað stuðlað gransking
av ymiskum sjúkum við
eini 5-krónu.
Fiskur er góður
móti tunglyndi
Fiskur er góður fyri sálina, sigur nýggj gransking
Ísland
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinastu mánaðirnar er tal-
ið av stórum og miðalstór-
um íslendskum fiskiførum
minkað við tilsamans 58
skipum.
Samlaða talið av hesum
skipum í dag er 709.
Orsøkin til minkingina í
skipatalinum sigst vera, at
toskakvotan undir Íslandi
er minkað við út við 60.000
tonsum seinastu árini.
Tað er Fiskerforum, sum
ber hesi tíðindi.
Helmingurin av íslendska
fiskiflotanum
fiskar
til
havs, meðan hin helming-
urin fiskar nærri landi.
Íslendski fiskiflotin
er nógv minkaður
gerst so long. Hetta merkir,
at fiskimenn kunnu verða
revsaðir, tí teir ikki megna
at gjalda sínar skyldur
rættstundis, hóast teir eiga
pening hjá reiðarunum.
Allir fiskimenn í lang-
farasigling fáa minstuløn,
men henda røkkur ikki so
langt, at allir klára at svara
hvørjum sítt, meðan teir
bíða eftir hýru.
- Vit halda, at viðurskift-
ini við fyribilsgjaldi av hýru
eiga at koma í eina betri og
tryggar legu, og vit fara tí at
fylgja hesum betri upp. Vit
fara
eisini
at
rykkja
reiðararnar eftir peningi
fyri fiskimenn og fara at
rokna rentur, tá tað dregur
út at fáa hýru.
Jan sigur, at hetta hevur
verið ein trupulleiki, men
tað er ikki altíð, at Fiski-
mannafelagið frættir frá
monnum, sum ikki fáa eina
fyribils avrokning, sum teir
sambært sáttmálanum eiga.
Protokollát
Aftrat sáttmálanum, sum er
millum Fiskimannafelagið
og Reiðarafelagið, finnast
fleiri sonevnd protokollát,
sum hava ymiskar áset-
ingar.
Eitt av hesum er sonevnda
oljuprotokollátið, sum var
nógv frammi undir seinastu
samráðingum, ið endaðu
við fiskimannaverkfalli. Í
hesum protololláti stendur,
at feløgini skulu tosa saman
um møguliga luttøku í olju-
útreiðslum, um oljan fer
upp um eitt ávíst krónutal
fyri liturin.
Jan sigur, at meðan reið-
ararnir hava lagt stóran dent
á hetta oljuprotokollát, hev-
ur minni verið at hoyrt um
mong onnur protokollát
millum feløgini, sum FF
hevur sín áhuga í.
- Á okkara síðu eru
protokollát um eitt nú livur,
javnbýtisprosent og hvíld-
artíð hjá manningini. Vit
hava tí saman viðgjørt
spurningin um at strika øll
hesi protokollát, sum kort-
ini ikki eru løgfrøðiliga
bindandi. Vit halda, at hesi
bara elva til afturvendandi
stríð – í samráðingum og í
tíðini, sum sáttmálin er
galdandi.
Sum skilst á formannin-
um í Fiskimannafelagnum,
er felagið sinnað at strika
hesi protokollát.
Smáar broytingar
- Samanumtikið kann eg
siga, at eg vænti ongar stór-
vegis broytingar í býtis-
prosentum.
Reiðararnir
hava onkur ynski, og vit
hava eisini onkur. Tí vænti
eg, at støðan á hesum øki
verður
status
quo,
tá
samráðingarnar eru lidnar,
sigur Jan Højgaard, for-
maður í Fiskimannafelagn-
um, sum ikki hevur ringar
vónir um eina rímiliga
skjóta semju millum part-
arnar.
Íslendski fiskiskipaflotin minkar, og samlaða talið av stórum og
miðalstórum skipum í dag er 709
Líkt er ikki til, at partarnir
undir samráðingunum
hesaferð standa so langt frá
hvørjum øðrum, at vandi
er fyri nýggjum verkfalli í
fiskiskipaflotanum
Mynd: Birgir W. Høgnesen