Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 20. november 2008 13 Fyrrverandi løgmaður og núverandi fíggjarmála­ ráðharrin Jóannes Eides­ gaard, hevur síðan CHE slitnaði borðreitt við somu endurtøkuni rung­ aði, meðan og eftir at Javnaðarflokkurin hevði landsfund í Klaksvík. Dropin og glasið Hann hevur trúliga og áhald­and­i sagt øllum før­ oyingum og umheiminum, at hann misti álitið á for­ manni Tjóðveld­is. Við einum meira ella minni skemtiligum máli um eina skrivstovu, nýtti Jóannes Eid­esgaard­ tiltikna “d­rop­ an”, sum fekk bikarið at flóta yvir. Eftirsum hann vil gera Høgna Hoyd­al til skurk, og ein óálítand­i mann, hald­i eg at tað vild­i verið hóski­ ligt at greitt frá, hvat tað er sum annars hevur fylt “álitisglasið” hjá Eid­es­ gaard­....hvat var tað sum í samstarvinum millum Hoy­ d­al og Eid­esgaard­ máaði støði und­an tí “áliti”, sum hevur verið und­anførslan hjá formanninum í Føroya Javnaðarflokki...? Eljustríð í Javnaðarflokkinum Øll vita, at tað var eitt elju­ stríð í Javnaðarflokkinum – tí hvørki tingmanning ella bakland­ hevði rygg til at seta í verk tað, sum stóð í CHE skjalinum, sjálvt um tað sambært teimum sjálvum var á tremur við javnaðarpolitikki..... Krøvini til CHE sam­ gonguna vóru ikki smá, á fyrsta sinnið var minniluta­ samgonga roynd­, og tað krevur politiskt hegni og hand­verk, og har gekk Javnaðarflokkurin eisini í ov smáum skóm; od­d­vitan­ ir í Javnaðarflokkinum høvd­u nokk við at avsanna tíðind­askriv, sum komu frá einum tingbólki í upp­ loysn, og stútt og støðugt var órógv og atfinningar frá javnaðarstuðlum. Góð ráð dýr Topparnir í Javnaðarflokki­ num vóru í d­ýrastu neyð, Eid­esgaard­ roynd­i at hald­a upp á sínar egnu, men so gleppur – og í staðin at fara til sínar samstarvs­ flokkar og leggja kortini á borðið, so leggja tey í Javnaðarflokkinum ráð saman um at royna ABC og turka grund­gevingina av upp á CHE samgonguna – og serliga formannin í Tjóðveld­inum. Er nakað álitisbrot, er nakað mannminkand­i og skitligt arbeiðslag, so er tað framferðarhátturin hjá Føroya Javnaðarflokki fyri at sleppa burtur úr CHE samstarvinum. Vinstrarákið..... Gjøgnumgangand­i á land­s­ fund­inum hjá Føroya Javn­ aðaðarflokki vóru skuld­­ setingarnar og runublaking móti Tjóðveld­inum, og so tosaðu tey um eina alheims “vinstrasnaring” og setti so teirra egna flokk í tann samanhangin, hetta verður gjørt púra ósmæðið, eftir at Javnaðarflokkurin koll­ d­ømd­i eina vinstrasam­ gongu, har veruliga grund­­ gevingin var, at flokkurin ikki hevði politiskan rygg, og enntá vald­i at gera sínar samstarvsfelagar til synd­a­ bukk. Javnaðarflokkurin vald­i ikki bara at slíta CHE, men at kasta saman aftur í eina ABC­samgongu, sum við ód­ámligum høgrapolitikki und­anfarnu 4 árini hevur tømt kassarnar, latið skatta­ lættar til tey vælbjargaðu, yvirhitað búskapin, ætlaði at avreiða øll fiskirættind­i end­aliga ­ og enntá gjørt serligar skattafrád­ráttir fyri partabrævaspekulasjón. Skil tað, hvørið skilja vil. Álit og Jóannes Eidesgaard Áki AndreAsen Ein, ið nevnir seg Rolf Guttesen, hevur í Sosiali­ num 19. november, eitt grovt persónligt álop á uttanríkisráðharran, Jørgin Niclasen, við niðrand­i útspilling og ákærum. Hald­i meg minnast, at sami lesarabrævskrivari higartil stútt og støðugt, ár und­an ári, hevur nýtt Sosi­ alin og stund­um onnur bløð til at spilla navngivin og ónavngivin tjóðveld­is­ fólk út, umframt onnur hampafólk – og eisini fólk, ið eru farin higani av fold­. Atvold­in til ótespiligu út­ spillingarnar er eftir øllum at d­øma, at hesi fólk hava stríðst fyri málum, sum Rolf Guttesen ikki tekur und­ir við. Og nú fær Jørgin Nicla­ sen so av somu skuffu. Hann (og óbeinleiðis kona hansara) verða persónliga spjald­urssett og niðurgjørd­, tí tey umboða Føroyar á eini almennari vitjan í Ísland­i. Jørgin Niclasen verður lagd­ur und­ir land­s­ skaðiligt virksemi, og sam­ stund­is verður íslend­ska tjóðin niðurgjørd­. Og hví? Tí Jørgin Nicla­ sen á fund­i hevur fingið eitt tilboð frá íslend­ska uttanríkisráðharranum, Ingibjørg Sólrún Gíslad­ótt­ ir, um at Føroyar kunnu samstarva við Ísland­ um hølir á send­istovum hjá Ísland­i í eitt nú Geneve og Moskva. Nú er hetta í fyrsta lagi onki nýtt. Sama tilboð hevur íslend­ska stjórnin givið áður. Og Ísland­ hevur í fleiri ár samstarvað við og viett tænastur til við før­ oyskar mynd­ugleikar um altjóða mál, tá tørvur er á tí. Tað snýr seg rætt og slætt um, at lond­ samstarva um send­istovuhølir og ymiskar tænastur, eins og Norðurlond­ gera í stóran mun. Tað snýr seg ikki um, at Føroyar skulu leggja seg und­ir og gerast partur av Ísland­i ella skulu flagga við íslend­skum flaggi, ella fylgja boðum frá íslend­sk­ um send­iharrum, soleiðis sum talan er um á d­onsk­ um send­istovum. Í øðrum lagi er tað ótrú­ liga snævurskygt og heima­ stýrisligt at harta ein uttan­ ríkisráðharra og eina aðra tjóð, tí ein útrætt hond­ og eitt tilboð verður end­ur­ givið á eini almennari vitjan. Rolf Guttesen skírir tað sum vanligt eisini “national­ ismu”, tá talan er um sam­ starv við Ísland­. Men tann einasta “nationalisman”, ið ger seg gald­and­i her, er ein avold­að d­onsk national­ isma, sum Rolf Guttesen umboðar. Ein nationalisma, sum sigur, at tað finst bara ein vegur út í heim og tað er gjøgnum Danmark. Og ein nationalisma, sum brúk­ ar ringastu ókvæmisorð móti teimum ið hald­a, at ein heimur er uttan fyri d­anska ríkið og at vit skulu samstarva við øll heimsins lond­. Hervið taki eg frástøðu frá hesi útspilling av okk­ ara uttanríkisráðharra og av íslend­sku tjóðini. Og und­rist enn sum áður á, at blaðstjórar glaðbeintir prenta persónligar útspill­ ingar og bakbit. Ótespilig útspilling av uttanríkisráðharranum Høgni HoydAl Ein av heimsins leiðand­i matematikkarum leitaði meg upp persónliga á gist­ ingarhúsi mínum fyri stutt­ um. Tað merktist týðuliga á honum, at vektin av teimum persónligu trupulleikunum var vorðin so tung, at hann stóð á markinum fyri einum samanbroti. Lívsins tónar vóru vornir ov møtumiklir. Hann var í vand­a fyri at vera ein av teimum, sum fær hagtølini fyri mentalar sjúkur av vaksa. Tann intellektuella støð­ an, sum tað nýmótans menn­ iskja er í, er eitt parad­oks. Teknisk sæð hava vit skap­ að vísingalig mirakul, men vit makta ikki at nøkta okk­ ara d­júpasta tørv. Vit hava fingið hjól und­ir fótunum, men bangilsi og stúran í hjartað. Vit eru før fyri at liva longri, men ikki betri. Vit liva meira komfortabult enn áður, men eru ikki so nøgd­, sum vit áður vóru. Sambært almennari heilsurapport í USA, so eru tað átta milliónir í hesum land­i, sum líða und­ir einum ella øðrum slag av mentalum sjúkum. Ein millión av hesum fáa hvørt ár viðgerð á sjúkra­ húsum í USA. Yvir 50% av land­sins sjúkrahússongum eru upptiknar av fólki, sum líða av mentalum ella psykiskum sjúkum. eitt av hvørjum tíggju børnum, sum í d­ag verða fød­d­, vil vera at finna á einum sjúkrahúsi við mentalum sjúkum eina ella aðru ferð í lívi teirra. Mong av heimsins mentalu sjúku eru í veru­ leikanum sjúk í hjarta og sál. Sjúkd­ómur teirra viðvíkir ikki skaða á heilanum. Fólk fara ikki frá vitinum, tá tey fáa nervøst samanbrot. Tey missa seg sjálvan. Tey verða burtur í einum heimi, tey sjálv skapa sær, til tess at sleppa und­an tí veruliga heiminum. Tað mest órógvand­i í samband­ við mentalar og følilsisvekjand­i líðingar er, at tað eru so mong menniskju í okkara tíð, sum líða und­ir hesum. Í eini grein stutt síðani varð d­agsins ungd­ómur kallaður »tað plágaða ættarliðið«. Har varð nevnt millum annað: »Á universitetinum í Pennsylvania biðja 20% av stud­entunum um hjáp frá tí mentalu heilsutænast­ uni«. »Við Harvard­ uni­ versitetið konsultera 25% av stud­entunum ein psyki­ atrikara ella sosialarbeið­ ara, »Ein uppgáva, sum nýliga varð kend­, gongur út uppá, at 600 psykiatrik­ arar, sum arbeiða á ymisk­ um collegum, siga, at 15% av stud­entunum í skúlum teirra søkja psykiatriska hjálp, meðan heili 30% áttu at gjørt tað. Flýggjan Tað eru milliónir, sum eru upptikin av at jarða høvd­ið í sand­inum í eini roynd­ at billa sær sjálvum inn, at tað, sum hend­ir í okkara tíð, ikki er veruligt. Í ráðaloysi royna tey at sleppa und­an nútím­ ans harða trýsti. Flýggjan er í sjálvum sær eingin mental sjúka, men ein roynd­ at sleppa und­n veruleikanum. Tað er nakað, sum kann gerast ein vani, tá ein stend­ur yvir fyri nøkrum, ein ikki hevur hug til. Flýggjanin kann vera á ymsan hátt. Tann troytta húsmóðurin tekur sær ein shoppingtúr, með­ an onnur kanska søkja sær skjól í eini kærleik­ ansafferu. Ein av mest vanligu háttum at flýggja, er at fara til alkoholið. Hetta seinasta er vorðin ein tjóðskaparlig katastrofa. Hvørja viku taka vit ímóti túsund­um av brøvum á skrivstovu okkara í Menneapolis, og meira enn helmingurin av hesum brøv­ um siga frá trupulleikum í heiminum. Helmingurin av hesum trupulleikum við­ víkir alkoholmisnýtslu. Drykkjuskapur er vorðin ein av okkara størstu sosialu trupulleikum. Í veruleikanum er tað eitt úrslit av roynd­ at sleppa und­an lívsins ábyrgd­ ­ tann beiski veruleikin. »Hvørja ferð maður mín og eg vóru ósamd­, fór hann í barrina á horninum«, skrivar ein kvinna frá Iowa. Tað kund­i verið skrivað tjúkkar bøkur um narkotika og stimulerand­i evnir. Hvørt einasta kvøld­ verður svølgt milliónir av tablett­ um fyri at menniskju kunnu fáa sovið. Milliónir av tablettum skulu hald­a okkum rólig um d­agin. Milliónir av tablettum skulu vekja okkum um morgunin. Bíblian ávarar okkum og sigur, at hesar flýggjanarroynd­ir frá veru­ leikanum ikki geva nøgd­­ semi, sum varir. Angist Framtíðar søgumenn fara kanska at umtala hesa tíð sum »Angistsins tíðarøld­«. Sjálvt um vit á mangan hátt ikki hava so nógv at vera bangin yvir, sum fyrrverand­i ættarlið, so eru vit hóast alt bangin. Sjálvt um vit hava tað lættari enn forfed­rar okkara, so er hóast tað meira, sum tyngir okkum. Sjálvt um vit hava minni orsøk til at vera bangin, so eru vit meira bangin enn nakrantíð. Tað, sum sermerkti forfed­rar okkara, vóru harðhúðaðar arbeiðshend­ur, meðan ser­ merki við nýmótans menn­ iskja er ein rukkut panna. Forfed­rarnir klagaðu um, at teir vóru útslitnir vegna fysiskt arbeiði, meðan tað, sum plágar okkum er, at vit verða uppslitin av yvir­ følsomheit. Nógv av hes­ um hongur saman við, at vit ikki síggja lívsins virði á sama hátt. Fyri hund­rað árum síðani hugsaðu fólk meira um sítt and­aliga lív. Í d­ag er ein mest upptikin av tí fysisku vælferðini. Skarar av menniskjum trúgva faktiskt, at um vit geva einum menniskja nokk av mati, hús, klæðir, útbúgving og ávís frítíðar­ arbeiði, so røkkur ein UTOPIA. Psykoanalytikarin, Erich Fromm held­ur, at tað ný­ mótans lívið broytir menn­ iskjuni til at vera bangin, kærleikarleysir skuggar. Hann sigur: »Teir flestu amerikanarar trúgva, at samfelag okkara við øllum eyd­nusomu, stuttleikahug­ aðu og jetreisand­i menni­ skjum skapar eyd­nusom viðurskifti fyri tey flestu. Eg hald­i tað øvugta, nevniliga, at tað lív vit liva førir til bangilsi, hjálpar­ loysi, ja møguliga til upp­ loysing av mentan okkara. Er tað møguligt, at d­reym­ ur okkara um materiella vælferð, sum skuld­u føra eitt eyd­nusamt lív við sær, einans er ein d­reymur?« Kelda: Billy Graham. Verden i Flammer 1971. Umsett hevur Símun Pauli Jacobsen, Vestmanna Billy Graham ­ Psykologiskur nervøsitetur símun PAuli JAcobsen viðmerkingar