Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 224 - 20. november 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Sunnudagin 5. oktober andaðist Siv­ ert Eliasen við Garð í Fuglafirði 90 ára gamal. Sivar, sum hann vanliga varð nevndur, var nr. 8 í barnarøðini av 12 børnum hjá Katrinu Jacobsen av Slættanesi og Símun Jóhan Eliasen úr Fuglafirði. 101 ár eftir at húsini uppi við Garð vóru bygd, og 100 ár eftir at fyrsta barnið varð borið í heim, er nú við Sivari øll farin. Tá ið Sivar var 8 ára gamal, vórðu tey fyri tí vanlagnu at missa mamm­ una bert 41 ára gamla. Mosturin, Elisabeth, sum var yngst av teimum 14 systkjunum á Slættanesi, kom tá í húsið hjá systrini at hjálpa til at passa stóra húskið, og búði har til hon andaðist í 1987, 87 ára gomul. Sivar hevði eitt langt og virkið lív. Sum ungur gekk hann við posti, fór síðani til skips, og var eisini við í tunnilsarbeiði í Borðoynni. Tey seinnu mongu árini arbeiddi hann sum egningarformaður, og tolin sum hann var, lærdi hann mangan smá­ drongin at egna. Honum dámdi væl at ferðast. Hann vitjaði ofta systrina í Árnafirði og beiggjan, sum búði á Slættanesi, eisini gekk hann nógv inn til mongu systkini í Fuglafirði. Tað var hugna­ ligt, tá hann kom inn á gólvið, setti styvlarnar í gongina og legði reyð­ húgvuna omaná. Hann var ein av teimum fáu í bygdini, sum dagliga gekk við føroyskari húgvu, og nú hann er farin, er eingin eftir. Sum oft­ ast hevði hann okkurt gott til børnini, og tey eru mong, sum minnast seg hava fingið eitt oyra frá Sivari. Einaferð eg var staddur í Klaksvík, lá Pollur á Stongunum og landaði upsa undan Íslandi. Ein av manning­ ini var Sivar, og hann spurdi um eg ikki kom við til Árnafjarðar, tá teir vóru lidnir at landa. Tunnilin varð ikki komin, so farast mátti um Áar­ skarð, tað var fyrstu ferð eg var í Árnafirði. Fyrstu ferð eg var á Slættanesi, var eisini við Sivari sum ferðaleiðara. Vit gingu av Oyrargjógv norður eftir bakkanum, um Klivarnar og Ørgu­ gjógv, síðani á skák niðanum Klín­ ingsgjógv, og haðani oman móti Sel­ gjógv til Slættanes. Tað var áhugavert at hoyra og síggja, hvar ættarfólkið í móðurætt høvdu búleikast. Seinastu 3 árini búði Sivar á eldra­ sambýlinum Vesturstovu, og har dámdi honum væl og tøkk skulu tit hava, sum vóru um hann har. Friður verður við minni um Sivar við Garð. Systirsonur Minningarorð Parkeringsvørðarnir í Tórs­ havnar Kommunu hava nú fingið eina elektroniska skipan, ið er tryggari bæði hjá teimum sjálvum og hjá teimum sum fáa parkerings­ gjøld fyri at parkera ólóg­ liga við t.d. at kunna taka myndir ella tekna skitsur av ólógliga parkeraða bilin­ um. Talan er um eina elektron­ iska hondborna teldu til parkeringsvørðarnar at hava við sær til at ansa eftir at tær loyvdu parkeringstíðir­ nar vera yvirhildnar. Parkeringsvørðarnir hava havt Ticketman skipanina síðan 2005, men hendan nýggja er ein uppgradering av tí fyrru og hevur munandi meira møguleikar. Til døm­ is hava hesar nýggju Ticket­ man innbygt myndatól, so parkeringvørðurin hevur myndina sum prógv, um okkurt skuldi tikið seg upp, og tann sum hevur fingið parkeringsbótina ikki er samdur við parkeringsvørð­ in. Eisini ber til at gera skitsur av bilinum og av staðnum, har bilurin stóð ólógliga parkeraður. Um ein bilur er ólógliga parkeraður, tastar parker­ ingsvørðurin inn, hvar bilurin stendur, tíðarskeiðið, nummarplátuna á bilinum og hvat slag hann er. Útskrivaði seðilin verður lagdur í inngjaldingarkortið, sum verður lagt undir visk­ aran á bilinum. Parkeringsvørðarnir arbeiða út frá Politistøðini í Havn, har allir upplýsingar­ nir verða lisnir inn á eina telduskipan til at hava sum dokumentatión. Parkeringsvørðar í Tórs­ havnar kommunu eru: Ann­ ika Fay Joensen, Turid Skinderholm og Thordur Thorsteinsson. Tey trý siga, at hendan nýggja skipanin lættir nógv um í gerandis­ degnum, og er tryggari bæði hjá teimum og hjá teimum sum fáa parkerings­ gjøld fyri at parkera ólóg­ liga. mg Myndin sum prógv Parkeringsvørðarnir í Tórshavnar kommunu við nýggju Ticketman skipanini f.v.: Turid Skinderholm, Annika Fay Joensen og Thordur Thorsteinsson Mynd: Álvur Haraldsen Andlát og jarðarferðir Alberg Danielsen, ættaður av Kelduni í Sørvági, búsitandi í Rødovre, andaðist týsdagin 11. novem­ ber á Herlev Sygehus, 83 ára gamal. Jarðarferðin verður fríggjadagin 21. november kl. 13.00 úr Rød­ ovre Kirke. Andlát og jarðarferðir Dagurin 20. november. Volkmarus. Einki halgimenni ber hetta navnið, men navnið er komið í álmanakkarnar í 1730. Lesið -so eru tit við!