hósdagur 20. november 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
SvF • Sunnudag 23. kl. 20.00
»Robert« - 2:2
Í fyrru sendingini síðsta sunnukvøld um
føroysku rocklegenduna Robert McBirnie,
hoyrdu vit m.a. um barna- og ungdómsár
hansara, alskin til sjógvin og lærarayrkið,
og ættarbond hansara til Onglands og
Avstralia. Í hesi seinnu sendingini fara vit
aftur um tónleikaran, skemtaran, yrkjaran
og ítróttar- og familjumannin Robert. Lagt
sendingarnar til rættis hava Leivur Hansen
og Bárður Veihe.
Discovery • Leygardag 22. kl. 16.30
»Forklaring følger...«
Her fær hyggjarin innlit í viðurskifti,
sum vit í gerandisdegnum taka sum
eina sjálvfylgju, hvussu ymskir lutir
og funktiónir verða framleiddar. Í
kvølde eru evnini hydroelektriskar
vatnbyrgingar og so mikrochippið.
SvF • Leygardag 22. kl. 20.10
»Star Wars:
The Empire Strikes Back«
Luke Skywalker, Han Solo og Leia prinsessa
krógva seg á ísgongustjørnuni Hoth. Men Darth
Vader eltir tey, og legan, har tey halda til, verður
álopin. Eftir hart stríð fara tey av leguni, og
øll fara hvør í sína ætt. Luke Skywalker skal
til gongustjørnuna Dagobah, har hann skal í
læru sum Jedi riddari hjá lítlu veruni Yoda. Am.
framtíðar ævintýrfilmur frá 1980/1997