Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 224 - 20. november 2008 29. partur Í nógvar vikur hevur Sosialurin verið úti við myndatólinum og sett ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti í náttúrini. Og í dag koma vit við enn einum parti í røðini við misvísandi yvirskriftini »Heimsins reinasta oyggjaland«. Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á alfara vegi, ella har koyrandi er. Gløgt er gestsins eyga, sigur orðatakið, og tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst ígjøgnum myndatól okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast av teimum ferðafólkum, sum vitja Føroyar. Tær fyrstu myndirnar vóru úr høvuðstaðarøkinum, har flestu ferðafólk koma upp á land ella seta kós ímóti, eftir at vera lend í Vágum. Í øðrum parti vóru vit í grannabygdunum fyri norðan, Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sundi, sum allar hoyra til Tórshavnar kommunu, sum fyrr í ár hevði umhvørvisviku, og í triðja parti stóðu bygdirnar vestan- og norðanfyri, Kirkjubø, Velbastaður, Syðradalur og Norðadalur, fyri skotum. Myndirnar í fjórða parti vóru av Signabø, úr Kollafirði, Hósvík, við Áir og úr Hvalvík, og í fimta parti Saksunardali og Saksun. Sætti partur var úr Nesvík, av Langasandi og úr Haldórsvík, men ikki úr Tjørnuvík. Har var nevniliga onki at seta fingur á. Síðani vóru vit á Oyri, ið hevði so nógv órudd at bjóða uppá, at bygdin fekk alla opnuna. Í 8. parti høvdu vit myndir av Oyrarbakka og Norðskála, sum hoyrir til Sunda kommunu og úr Svínáum, ið er undir Eiðis kommunu. Í 9. parti vóru vit í hinum báðum bygdunum í Eiðis kommunu, Ljósá og Eiði, 10. partur var úr norðastu bygd í Sunda kommunu, Gjógv, og úr Funningi, sum frá 1. januar fer upp í Runavíkar kommunu. 11. og 12. partur vóru úr Klaksvík, meðan 13. partur var úr teimum smærru bygdunum í Klaksvíkar kommunu; Ánirnar og við Strond. Í 14. parti vitjaðu vit í Haraldsundi, Kunoy og Árnafirði, í 15. parti otaðu við okkum norður til Norðtoftir, Norðdepil, Hvannasund og Viðareiði, og í 16. parti vóru vit aftur í Streymoynni við bygdunum fyri vestan, Skælingi og Vestmanna. Í hesum økinum hendi tað gleðiliga, at onki órudd var at finna í Leynum, á Stykkinum og í Kvívík. Tillukku við tí, tit íbúgvar har. Síðani stóð Føroya reinasta bygd í 2008, Sandavágur, fyri skotun. Sigast skal, at her var ikki nógv at fara eftir. Verri stóð til í grannabygdini, Miðvági, og við havnalagið í Miðvágs-Sandavágs havn. Í 18. parti hildu vit fram í Heimsins reinasta hesaferð Kolbanargjógv, Morskranes & Selatrað Selatrað Selatrað Selatrað Selatraðarvegur Selatrað Morskranes Kolbanargjógv