hósdagur 20. november 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 20. november 2008
a oyggjaland
Lagt til rættis:
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Myndir:
Álvur Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Vágum við hinum bygdunum í oynni; Vatnsoyrum, Sørvági, Bø
og Gásadali, meðan 19. partur var úr Sandoy og Skúvoy.
Í 20. parti vóru við í Rituvík, á Rituvíkshálsi og í Æðuvík.
Rætt skal vera rætt. Hvørki í sjálvum bygdunum, Rituvík og
Æðuvík, var nógv at síggja. Tí vóru flestu myndirnar av ídnaðar
økinum á Rituvíkshálsi. Í 21. parti vitjaðu vit grannabygdirnar,
Nes og Toftir. Á Nesi var lítið at síggja, men hóast Nes kommuna
fekk heiðursløn fyri best røkta vinnuøki, var ikki torført at fáa
myndir av óruddi við havnarlagið á Toftum. Í 22. parti vóru vit í
Runavík, Saltangará og Glyvrum, og heldur ikki har vóru
trupulleikar at finna órudd.
Í 23. parti hildu vit fram norður eftir eystara armi á Skála
fjørðinum við Lambareiði, Lamba, Søldarfirði og Skipanesi.
Myndirnar úr 24. parti vóru vit í Gøtu og Leirvík, har nóg
mikið var at taka av, og tað er var tað eisini í Kambsdali og
Fuglafirði, haðani myndirnar í 25. parti vóru frá. Í 26. parti hildu
vit fram í Eysturoynni í bygdunum Elduvík, Oyndarfirði og Hellu
num, og síðani hugdu vit upp á Skálabotn og út eftir vestara armi
á Skálafjørðinum til Skála.
Seinast stóð Strendur fyri skotum, og í hesum 29. parti hava vit
myndir úr Kolbanargjógv, av Morskranesi og av Selatrað.
Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá
bæði politikarum og myndugleikum, sum arbeiða við ferðavinnu.
Í fjør kom stóra herðaklappið frá háttvirda tíðarritinum, National
Geografic Traveler, sum setti Føroyar á eitt fyrstapláss av 111
oyggjalondum, tá tað snýr seg um at hava reint umhvørvi. Men
liva vit upp til hetta? Og hvønn mátistokk hava tey fólkini brúkt,
ið hava útnevnt oyggjar okkara til henda fornemma heiður? Hava
hesi verið varug við tey túsundtals tonsini av burturkasti, sum
sløðist runt allastaðni? Um so er, kann hetta valla hava talt við í
grundarlagnum fyri metingini. Annars má standa ómetaliga illa
til í øðrum oyggjalondum, sum eru á listanum hjá blaðnum. Tað
var í øllum førum ikki torført at fáa eyga á óruddið ígjøgnum
myndatól okkara.
Føroyar eru naknar og opnar, og tí sæst óruddið her nógvar
ferðir betri, enn tað ger í londum, har trø og annar vøkstur kann
fjala yvir ein stóran part. Nøkur vøkur sjón er hetta ikki, og fyri
mong man tað tykjast óskiljandi, at fyritøkur, stovnar,
kommunalir myndugleikar og onnur sleppa avstað við at seta
gamlar maskinur, bilskrokkar, bingjur og annað burturkast frá sær
á slíkan hátt. Ringast er við havnaløg, alistøðir, ídnaðarøki,
bóndagarðar, jarðarbrúk og í niðurløgdum grótbrotum, har onki
mark tykist vera fyri skilaloysinum. Og hvør hevur ábyrgdina av,
at hetta kann lata seg gera? Tosað verður nógv um nýggjar
brennistøðir, tí orkan er ov lítil, men hesar megna onki at gera við
gamalt jarn. Tað má tyrvast ella flytast av landinum.
Ein glotti er, tí herferðin hjá Sosialinum tykist longu hava givið
úrslit. Allur bati bøtur, og síðani blaðið fór í gongd við at vísa á
órudd og burturkast, hava bæði Tórshavnar og Sunda kommunur
álagt øllum at rudda upp á kommunalum vegum og økjum. Eisini
hevur Klaksvíkar kommuna tikið stig til at rudda upp ymsastaðni.
Aftur í dag lata vit myndirnar tala, og tað halda vit fram við, til
vit hava verið um alt landið.
Selatrað
Selatrað
Selatraðarvegur
Selatraðarvegur
Selatrað
Selatrað
Morskranes
Selatrað
Kolbanargjógv
25