Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 224 - 20. november 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Ongland vann á Týsklandi Ongland og landsliðs­ venj­arin, Fabio Capello halda góðu gongdini. Ongland vann 2­1 á Týsk­ landi á Olympiska Leik­ vøllinum í týska høvuðs­ staðnum, Berlin. Tá 24 minuttir vóru spældir helt týski málverj­in, Rene Adler ikki bóltun­ um, og Matthew Upson varð skj­ótur at gagnýta støðuna, og leggj­a Ong­ land framum 1­0. Talan var um fyrsta landsliðs­ málið hj­á Upson. Tíðliga í 2. hálvleiki høvdu enski málverj­in, Scott Carson og John Terry stórar samskiftis­ trupulleikar. Endin gj­ørd­ ist, at Patrick Helmes tók bóltin fram við málverj­­ anum og skoraði í tóma málið til 1­1. John Terry gj­ørdi tó skaðan góðan aftur. Stutt fyri leiklok sendi Stuart Downing eitt gott fríspark inn í brotsteigin hj­á Týsk­ landi. John Terry stútaði bóltin hegnisliga í hand­ ara hornið, og hóast Car­ son og Terry enn eina ferð samskiftistrupulleik­ ar, men ta ferðina kostaði tað ikki, og Ongland vann altso dystin 2­1. -heris Dreyma- byrjan hjá Maradona Diego Maradona fekk eina dreymabyrj­an, sum argentinskur landsliðs­ venj­ari, tá Argentina vann 1­0 á Hampden Park í Skotlandi. Sigursmálið fall longu eftir átta minutt­ um, tá Maxi Rodriguez í góðum samstarvi við Car­ los Tevez og Jonas Gutier­ rez hegnisliga skoraði til 1­0. Skotland hevði í løt­ um stórar trupulleikar við at fylgj­a leikferðini hj­á Argentina. Skotar gj­ørdu eisini verj­uvillir, sum vóru nær við at geva fleiri mál til Argentina. Ígj­øg­ num allan dystin hevði Skotland stórar trupulleik­ ar við at spæla seg gj­øg­ num argentinsku verj­una. Tað varð ein ovurfegin Diego Maradona, sum kundi práta við fj­ølmiðl­ arnar, aftaná eitt sannfør­ andi avrik hj­á Argentina. -heris Danmark, Noreg og Svøríki taptu. Ísland vann á Malta Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Danski landsliðsvenj­arin hevði vónað, at danska lands­ liðið kundi halda góðu gongd­ ini ímóti Wales í kvøld. Per­ sónliga hevur Morten Olsen ongantíð tapt, sum landsliðs­ venj­ari í november mánað. Men alt hetta oyðilegði Craig Bellamy hj­á Wales í 77. min­ utti, tá hann gj­ørdist match­ vinnari. Bert 10.271 áskoðar­ ar vóru til dystin í Brøndby, og tey sóu eitt walisiskt úti­ lið, sum hevði aðrar mál­ møguleikar eisini. Danmark lá eisini framvið, tað nærm­ asta danir komu, varð eitt skot hj­á Søren Larsen ímóti dystarenda, sum rakti stongina. Fyri fyrstu ferð síðani 1978, er eitt landsliðsár far­ ið aftur um uttan, at Noreg hevur vunnið ein landsdyst. Noreg spældi á útivølli ímóti Ukraina, og endaði dysturin 1­0 til Ukraina. Sigursmálið skoraði Seleznov uppá brotsspark í 26. minutti. Åge Hareide umbar seg við teimum mongu skaðunum, sum hava rakt norska liðið. Svenski landsliðsvenj­arin, Lars Lagerbäck kundi bert rósa hollendsku mótstøðu­ monnunum, sum sýndu vak­ urt spæl, tá Holland vann 3­1 á Svøríki. Báðumegin steðg­ in skoraði Robin van Persie fyri heimaliðið til 1­0 og 2­0. Kim Källström fekk Svøríki inn aftur í dystin, men Dirk Kuyt staðfesti sigurin hj­á Hollandi. Lagerbäck varð greiður ­ Vit møttu einum liði, sum var betri enn vit. Ísland spældi niðri á Malta, og har eydnaðist tað íslendingum at tryggj­a sær ein sigur. Hálvleiksstøðan varð 0­0, men tá 66 minuttir vóru spældir tryggj­aði Heið­ ar Helguson Íslandi sigurin. Ìslendingar høvdu teir flestu málmøguleikarnir, sum vóru í dystinum. Skandinaviskur niðurtúrur Craig Bellamy, sum her dyst­ ast við Per Krøldrup, oyðilegði danska fótbóltskvøldið, tá hann skoraði einsamalla málið í Brøndby í gjárkvøldið Mynd: Polfoto/AP Hóast styrkismunur­ in á pappírinum var lítil, so fekk Føroyska talvlandsliðið ikki eitt bein til jørðina í dystinum móti Costa Rica talv Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir styrkismetingini at døma, vóru møguleikar fyri einum góðum úrsliti. At Føroyar fyri seks árum síð­ ani vunnu á Costa Rica, gj­ørdi ikki vónirnar hj­á før­ oyska liðnum verri, men veruleikin var kaldur hj­á talvlandsliðnum í gj­ár. Tað gekk nevnliga als ikki eftir vild, og føroyska liðið tapti greitt 3­1 í dystin­ um, sum annars skuldi lyfta okkum á talvuni. Helgi Dam Ziska og Heini Olsen mannaðu tey bæði fremstu borðini hj­á okkum, og í báðum førum gj­ørdist talan um tap. Og tó at Martin Poulsen og Jóan Hendrik Andreasen á teimum báðum næstu borðunum ikki høvdu stór­ vegis trupulleikar við at fáa remis, so hj­álpti hetta ikki tað heilt stóra í samlaða úrslitinum. Eftir umfarið í gj­ár eru Føroyar akkurát í miðj­uni á stigatalvuni við 14 stigum fyri 7 dystir, og tað svarar akkurát til tey 50%, ið mest sum hvørj­a ferð eru málið hj­á føroyska liðnum. Og við støðuni sum nummar 72 av teimum 154 tj­óðunum samsvarar støðan eisini neyvt við styrkismetingina undan kappingini. Í dag er mótstøðuliðið Suður Afrika, sum er numm­ ar 71 við somu úrtøku sum Føroyar. Føroyar eru tó styrkismettar eitt vet hægri. Costa Rica var til reiðar Jóan Hendrik Andreasen hevur havt eina fína kapping, og aftur í gjár vann hann stig til føroyska liðið Mynd: www.faroechess.com