hósdagur 20. november 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 20. november 2008
27
Christian Bærentsen var
føddur 14. mai 1862 í Havn.
Pápin var Enok Bærentsen,
keypmaður og bóndasonur
av Sundi. Mamman var
Jakobina, dóttir Poul Chr.
Kjærgaard, danskan skipara,
og Marin Margrethu, dóttir
Jákup Nolsøe, forvaltara
við kgl. handilin.
Christian Bærentsen fór
niður í 1875, bert 13 ára
gamal. Hann kom á Herlufs
holm og tók studentsprógv
í 1880. Hann las fyrst í
tvey ár mál, norrønt og
franskt. Hann skifti lesna
og tók embætisprógv í løg
frøði í 1886. Orsøkin til
skiftið var vónin um at fáa
starv í Føroyum.
Í 1879 hevði hann á
bókasavninum á skúlanum
fingið hendur á Færøsk
Grammatik hjá Hammers
haimb. Hetta vakti hansara
áhuga fyri føroyskum skrift
máli. Hann hevði roynt at
læra seg at skriva føroyskt
og fann, at tað var ikki so
torført.
Hesa tíðina plagdi hann
eisini at vitja Niels Winther
og konuna, sum var mostir
hansara, og hetta kann hava
gjørt sína ávirkan á hann.
Í 1881 var Christian Bær
entsen við til at stovna Før
ingafelag í Danmark, og hann
var í fyrstu nevndini. Hann
trúi tó ikki, at hetta felag fór
at gerast langlívað, men tað
gjørdist kortini 100 ár og
kom at hava stóran týdning
fyri føroyskt felagslív.
Christian kom beinan
vegin inn í dómsmálaráðið
sum skrivari og varð seinni
fulltrúi. Hann gjørdist so
væl umtóktur, at honum
varð
boðið
amtmanns
embætið í Føroyum, og her
kom hann at vera sitandi
árini 18971911.
Amtmaður og
landstingsmaður
Sum amtmaður var Bær
entsen
løgtingsformaður,
og við landstingsvalið 1902
valdi tingið hann við átjan
atkvøðum til landstings
mann, har hann sat til 1906.
Hann avloysti Fríðrik Peter
sen. Ein serlig søga er um
teir báðar.
Á ólavsøkutingi í 1908
var Cristian Bærentsen ør
indi í Danmark. Tískil tók
Fríðrik Petersen sum próst
ur við formansstarvinum.
Hann legði seg uppí orða
skiftið og kom til ilnar við
sjálvstýrisflokkin,
serliga
A. C. Evensen, sum helt for
mannin ikki vera so ópartí
skan, sum hann átti at vera.
Hetta endaði við, at sjálv
stýrisflokkurin rýmdi úr
tinginum og vildi ikki møta
aftur, fyrr enn Christian
Bærentsen var afturkomin.
Tá ið hann kom aftur við
Tjaldrinum
hjá
DFDS
mannaði sjálvstýrisflokkur
in amtmansbátin, og teir
fóru umborð eftir honum.
Christian Bærentsen tók
aftur við formanssessinum,
og
sjálvstýrisflokkurin
møtti aftur á tingi.
Christian
Bærentsen
verður roknaður sum tann
fyrsti føroyski “vinstramað
urin” í landstinginum. Sum
vinstrimaður
og
hartil
tjóðskaparmaður var hann
serliga útsettur í tí kon
servativa
landstinginum.
Sum ovasti umboðsmaður
fyri ríkið í Føroyum, kundi
hann tó ikki vera talsmaður
fyri
tjóðskaparrørsluna.
Men hann kundi greiða
nærri frá henni og vísa
ógrundaðum álopum aftur.
Eisini var hann valdur av
einum nærum einmæltum
tingi, og kundi tí ikki
umboða nakran serligan
bólk í tinginum.
Men hann slapp tó ikki
undan samanbrestum við
teir meira konservativu í
landstinginum vegna síni
frísinnaðu sjónarmið.
Í 1903 høvdu Jóannes
Patursson
og
Christian
Bærentsen
fingið
fleiri
týðandi lógir viðvíkjandi
Føroyum gjøgnum ríkis
dagin. Ein av hesum var um
3 fjórðinga fiskimark, sum
tá var hildið at hava stóran
týdning við øllum teimum
bretsku trolarunum undir
Føroyum.
Besti formaður tingið
hevði havt
Fólk
mintist
Bærentsen
sum tann besti formaður,
løgtingið hevði havt. Við
ans fyri formi, snildur og
smidligur, stýrdi hann tingi
num og varðveitti góðan
tingsið, har “formaðurin
var einasti tinglimur, ið ikki
stóð
undir
formannsins
vernd”. Umframt vanliga
stríðið í tinginum kom
afturat klandrið millum
sjálvstýri og samband.
Hann var góður maður at
hitta og at heita á, og sum
ein løgtingsmaður eina ferð
segði: “Tú fórt ikki bert
klókari frá honum enn tú
komst, men eisini betri
hýrdur.”
Á fyrstu tingsetu aftaná,
at hann var farin til Dan
markar, sendi tingið honum
hjartaliga heilsan.
Undir
amtmannstíðini
legði Bærentsen úr hondum
saman við sorinskrivaranum
Bang Færøsk Lovsamling í
1901, og í 1911 kom út,
fyrireikað av Bærentsen
“Forslag og Betænkninger
afgivne af den færøske
Landbokommission”
og
“Tillæg” til sama uppskot.
Eitt stórt verk, frálíkt úr
hondum greitt.
Tað var spell, at tað ikki
eydnaðist Bærentsen – sum
ætlanin var – at skriva sín
part av Løgtingssøguni, men
nú bilaði sjónin honum.
Landsrættardómari
Tá Bærentsen var aftur fyri
seg komin av tí sjúku, sum
noyddi hann at søkja úr
Føroyum, vóru mong boð
eftir honum, sum altíð varð
taldur
millum
landsins
fínastu løgfrøðingar. Frá
19191934 var hann lands
dómari við Østre Landsret.
Minnið um hansara virki
her – sum hansara virki
aðrastaðni – er enn væl
goymt, varð sagt í minngar
orðunum um hann. Frá
1915 var hann prógdómari í
løgfrøði á lærda háskúlanum
í Keypmannahavn.
Um sambandið við Før
oyar er her at nevna, at hann
var heiðurslimur í Føroy
ingafelagi og í Studenta
felagnum, og av tí heilsu,
sum hann á ellisárum sendi
Hinum føroyska kristiliga
Ungmannafelagnum, sæst
hvussu væl hann unti tí.
Í feløgunum varð hann
mintur, eisini tá sungið varð
um ta “sterku og gráu
kempu”, sum stendur fram
úr Norðurhavinum ella tikið
varð undir hansara lag til
“Eg Oyggjar Veit.”
Familjan
Í 1890 giftist Christian
Bærentsen við Mariu, dóttir
Emil Kocks, sorinskrivara
og Vanginu, dóttir Húsa
garðsbóndans
í
Havn,
Jóhannes Djurhuus. Børn
teirra vóru fimm, sum
komu til. Døturnar vóru
Gudrun, yvirassistentur og
Inger, gift við stiftsfulltrúa
Munch í Århus. Synirnir
vóru Hakun, landsrættarsak
førari, Olaf, sakførari í
Søndre
Birk
og
Sven,
sakførari í Nakskov. Um
framt hesi eru so Erik og
Viggo, sum eru grivnir í
gamla kirkjugarði.
Chr. Bærentsen doyði 6.
januar 1944, og hann fór til
gravar frá Solbjerg kirkju.
Presturin skuldi ikki tala,
men yvir orðunum “Gud er
kærleiki” var talað um
menniskjan, sum skuldi
takka fyri tað, Gud av
sínum kærleika gav og av
sínum kærleika tók aftur.
Tey, sum her syrgdu, vildu
vita at takka fyri ta gávu,
sum Gud við honum, ið nú
var farin, hevði givið teim
um til vælsignilsi fyri teirra
ætt.
Jørð varð kastað á og
sálmurin “Kærlighed fra
Gud” sungin.
Keldur:
Maria Mikkelsen
Hans Jacob Debes
Mourentius Viðstein
Christian Bærentsen:
Einasti føroyski amtmaður
Síðan 1816 hava 25 amtmenn og ríkisumboðsmenn verið í Føroyum. Av hesum hevur bert ein verið føroyingur,
Christian Bærentsen. Einasta beinleiðis minni um hann í Føroyum er grøvin hjá tveimum synum, Erik og Viggo,
sum doyðu eitt ára gamlir. Teir liggja undir liðini á abbanum og ommuni Enokki og Jacobinu í gamla kirkjugarði
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Komandi partur
Í komandi parti fara
vit at umrøða Hans
Christiansen, Hans í
Fjósi, keypmann í
Havn og hansara ætt
Erik Bærentsen, jarðaður 1.3
1899, 1 ár
Viggo Bærentsen, jarðaður
1.5. 1901, 10 mánaðir
Her eru ættin hjá Mariu og Christan Bærentsen savnað. Emil Kock stendur uppi og Christian
Bærentsen, situr niðri. Fremst tykjast at vera fimm av børnunum. Tað man vera omman
Vangina, sum situr undir einum teirra í dópsklæðum. Helst man tað vera Maria, kona Christian,
sum situr beint frammanfyri pápan
Havnin og amtmansborgin
um ta tíðina Christian
Bærentsen var amtmaður
Sjálvstýrismenn rýma av tingi í 1908 inntil Christian
Bærentsen aftur kann taka við formansskapinum
Føroya Fornminnissavn 3350F10892