fríggjadagur 21. november 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 225 - 21. november 2008
viðmerkingar
Nú Elin Lindenskov hevur
dyrgt fram undir, at ein
nyggj felags brennistøð
skal setast upp i Havn, fari
eg at loyva mær at gera
nakrar viðmerkingar.
Ringt er at broyta hugs
unarháttin hjá lokalpolitik
arum, og tískil er hetta les
arabrævið einamest skrivað
til tann gløgga lesaran.
Hvat talar fyri, at ein
nýggj felags brennistøð má
verða í Havn. Eg havi
íhvørtfall ilt við at síggja
fyrimunirnar; nú vit á
Hagaleiti eftir fáum árum í
framleiðslu, eru størstu
brúkarar av fjarhita í
Føroyum.
Faktum er, at Faroe
Marine Products (hereftir
stytt til FMP) er størsti
brúkari av fjarhita í Føroy
um; meðan hitafelagið í
Havn, er tann minni for
brúkarin av fjarhita, hóast
tað bleiv byrjað upp á Hita
felagið í teimum villu
80”unum.
Tískil eru IRF og FMP
tey, ið representera nógv
tann besta grøna roknskap
in. Viðmerkjast skal, at tá
tað bleiv ført fram, at út
látið er vaksi hjá skipun
um, meðan tað hinvegin er
minkað hjá fiskivinnuni á
landi. Hetta kemst av tí
einfaldu grund, at flestu
flakavirkir eru givin at
frysta slógvið inn.
Innfrysting er sera orku
krevjandi afturímóti at
turka fiskaúrdráttirnar við
grønari fjarhitaorku frá
IRF.
FMP hevur keypt slógv
ið frá fiskivinnuni og
turkað tað við hita frá IRF
og harvið klárað at gagnytt
tað, ein fyrr kallaði fyri
burturkast/slógv dupult.
Tvs at nú fær IRF og flaka
vinnan meira pening fyri
tað sum fyrr var at rokna
sum burturkast. Tað sama
kann neyvan sigast, um
KOB og Fjarhitafelagið.
Tann størsti munurin fyri
tann føroyska Skattgjald
aran, tá ein vil vita munin
á fjarhitafelagnum í Havn
og FMP er.
Meðan Fjarhitafelagið er
blivið sanerað við 60
milliónum krónum upp á
skattaborgarans rokning,
hevur FMP gjørt íløgur
fyri yvir 60 milliónir
krónir uttan at hetta hevur
kostað palleba eina krónu.
Hetta er gjørt við góðum
uppbakningi frá føroyskum
peningastovnum. Samstarv
ið hevur verið somikið
fruktagott, at vit hava
keypt íslenska partin og
harvið er FMP 100%
føroyskt.
Í stuttum vil tað siga, at
øll virðisøkingin sum verð
ur skapað, liggur eftir í
Føroyum.
Henda íløga hevur skapt
60 heilársverk har fólk,
eisini úr Havn, hava eina
fastu inntøku av.
Lat tað standa rimmar
fast, at hetta hevur FMP
einans megnað við tøttum
samstarvi víð fiskivinnuna
og IRF; Tí at framleiða
avlopið frá fiskivinnuni við
fjarhitaorkuni hjá IRF til
mannaføði til eitt triðja
land, kemur ikki upp av
sær sjálvum.
Í stuttum. Her er lagt eitt
meirvirði til føroyska
samfelagið upp á 40 mill
ónir krónur um árið tey
siðstu árini.
Nú tað er frammi um
branding av Føroyum, so
vil eg upplýsa lesaran, at
FMP Faroe Island er rokn
að sum tað besta vørumerk
ið á Nigerian Stockfish
Market (tvs siga fiska
marknaðinum) og harvið er
alt Føroyar vælkent, upp á
ein positivan hátt, á tí
figerianska Fiskamarkn
aðinum. Hetta er ein markn
aður uppá 140 til 150 mill
fólk, og tað eiga allir før
oyingar at verða ernir av.
Eisini vil eg uplysa, at
FMP er tann mest fram
komna og størsta fabrikkin
av sínum slagi í øllum
heiminum innan sítt øki.
Hetta var eisini ein av
grundgevingunum fyri, at
FMP bleiv kosið ársins
virki 2005.
Aftur til spurningin um
hvar skal brennistøðin
liggja?
Sjálvandi skal ein Brenni
støð liggja har hon er best
fyri samfelagið, bæði viðv.
gagnnytslu av orku og við
búskaparligum atliti.
Tá eg hugsi at fjarhitarør
ikki hava eina æviga livi
tíð, og tá eg spyrji serfrøð
ingar á økinum, siga teir, at
livitíðin er umleið 15 til 30
ár alt eftir góðsku og við
ferð, so er tað eyðsýnt, at
Fjarhitafelagið stendur
framman fyri stórum íløg
um í nærmastu framtíð.
Mín vón vil verða, at part
ar av rokningini ikki aftur
verða lagdar á skattgjald
aran uttan fyri Havnar
Kommunu.
Í Leirvík hava vit staðil
iga víst, at tað er skjótari at
byggja eitt virki sum FMP
til at gagnnyta mesta og
besta fjarhitan í mun til
Fjarhitafelag, sum er gjørt
í Havn.
At tað er bíligari og betri
fyri skattgjaldaran, óansæð
politiskan lit, tað hevur
tann gløggi lesarin langt
síðani fingið við.
Nú er bert at vóna at tey
íð vit hava valt at umboða
og stýra fyri okkum, eisini
fáa tað við, soleiðis at ikki
óneyðugar byrðar, verða
lagdar á okkara herðar.
Eg vil sum stjóri á tí
virkið, ið brúkar mesta
fjarhitan í Føroyum, takka
fyri upptøku og ikki allar
minst tí gløgga lesaranum.
Hvar liggur tann nýggja brennistøðin best?
Eirikur á
Húsamørk
Sambært tíðindunum er
brennivínshúsið, Dism,
komið við einum nýggjum
rúsløgi, sum framleiðarar
nir geva heitið Lívsins Vatn.
Mong hvøkku við og
mettu tað, sum spottan av
ringum slagi tá ið hesi
tíðindi spurdust í útvarpi
num, vitandi at rúsdrekka
er ein tann størsti fíggindin
av lívs og familjuvirðum,
ja sjálvum lívinum.
Stórt tal av føroyingum
doyggja árliga beinleiðis
og óbeinleiðis av brenni
vínsávum. At kalla nýggju
brennivínsútgávuna fyri
“lívsins vatn” er ein háðan
móti øllum teim lands
monnum, sum dagliga er
bundnir av brennivíni og
teirra kæru, sum royna at
hjálpa teimum úr teirra
lívsmarru.
Eg kenni mong menni
skju sum vórðu jarðløgd av
brennivíni og sum bannaðu
tí degi tá ið tey drukku
fyrsta snapsin, sum førdi
tey inn á eina vandakós við
hjúnaskilnaði og beinleiðis
húsagangi í kjalarvørrin
um. Men hesi hoyrdu um
Jesus, um Hann, sum
kundi geva teimum hitt
SANNA lívsins vatnið,
sum EINA kann sløkkja
sálartosta menniskjans. Tá
ið tey drukku av hesum
SANNA lívsins vatni
broyttist lív teirra. Eins
hím reistust tey aftur á
føtur, røddin gjørdist
reystari, roðin kom aftur í
bleika andlitið, hitt sorlaða
húskið kom saman aftur,
gleðin, friður eydnan,
tryggleikin og hugnin og
láturin fingu aftur sítt
mista pláss. Sanniliga, júst
hetta er munurin á tí
FALSKA lívsins vatni og tí
SANNA lívins vatni, sum
er Jesus. Æviga sonn eru
orð Meistarans úr Nazaret:
“Hvør tann, ið drekkur av
hesum vatni, skal tysta aft
ur. Men tann, ið drekkur av
vatninum, ið eg gevi hon
um, skal ikki tysta í allar
ævir; nei vatnið, ið Eg gevi
honum, skaal verða í hon
um ein kelda av vatnið, sum
springur upp til ævigt lív.”
svEnning av
Lofti
Deyðans vatn
Fólk og hús á
Velbastað er heitið
á nýggjari bók, har
velbastaðmaðurin
Leon Andreassen lýsir
bygdina hús fyri hús
SiðSøga
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hetta er bók um ta gomlu
bygdina á Velbastað og tað
fólk, har hevur búð. Rithøv
undurin er velbastaðmaður
in Leon Andreassen. Bókin
lýsir bygdina hús fyri hús,
býling fyri býling. Hon
greiðir frá ognarviðurskift
um og gørðunum, hon sigur
frá tilflytarum gjøgnum
tíðirnar, og hevur yvirlit
yvir fólkið í bygdini.
Velbastað er einasta før
oyska bygdarnavn, ið endar
við staður, ið annars er
vanligt í øllum hinum norð
anlondunum. Greitt verður
frá, hvat lærdir hava hildið
um hetta navn, og hvar bygd
in hevur verið frá elstu tíð.
Greitt verður frá útgrevstri í
Fossdali og nakrar sagnir av
Velbastað eru við.
129 eldri og nýggjari
myndir av fólki og støðum
eru í bókini.
Handrit tikið
fram aftur
Tá Velbastaðar og Kirkju
bøar kommuna varð løgd
saman við Havnar komm
unu í 2005 gjørdist skilligt,
at hetta fór at hava stórar
broytingar við sær í tí
gomlu bygdini. Gongdin
hesi fáu árini síðan hevur
váttað, at um stutta tíð fer
hin gamla bygdin helst í
søguna. Hana vildi Leon
Andreassen skriva um, men
tá hann doyði bert 56 ára
gamal í 2001, var hann ikki
heilt liðugur við handrit
sítt. Hildið varð, at skal
nakað koma fram skrivligt
um hesa búnaðarbygd við
óbroyttum
búsetingar
mynstri í øldir, skal tað vera
nú, meðan tey fólk, ið
higartil hava roknað seg
sum
velbastaðfólk
enn
kunna siga frá, og fólkið í
teimum nýggju býlingunum
fær kunnað seg við staðið,
tey nú eru partur av . Tí
varð handritið hjá Leon
Andreassen tikið fram aftur
og útgivið. Tað er Eyðun
Andreassen, systkinnabarn
høvundans, sum hevur lagt
útgávuna til rættis, tó við
hollari hjálp frá áhugaðum
bygdarfólki.
Fólk og hús á Velbastað
er 172 blaðsíður og kostar
280,00 í bókabúðunum. Øll
eru vælkomin til bókarfram
løgu.
Sunnudagin 22. november
klokkan 15.00 verður almenn
framløga í Sólarmagn á
Velbastað av bókini Fólk og
hús á Velbastað eftir Leon
Andreassen.
Vestankórið
syngur og Nikolas Kapnas
spælir. Ein kaffimuður fæst
eisini. Øll eru vælkomin til
bókaframløguna, har høvi
verður at ogna sær bókina
fyri serprís.
Mánadagin 23. november
verður bókin at fáa í
bókabúðunum.
Velbastaður lýstur hús fyri hús
Leon Andreassen vildi skriva um Velbastað,
áðrenn gamla bygdin heilt er farin í søguna