fríggjadagur 21. november 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 • 21. november 2008
Vikuskifti
13
hjá honum fær krabbamein. Tað
er ikki stuttligt, at hon hevur
fingið krabbamein, men vit gera
gjøldur burtur úr reaktiónini hjá
Frank. Vit hava eisini fingið rós
frá fleiri, at loysa eitt sindur
upp í álvarsama prátinum um
deyðiligar sjúkur. Tað er Frank,
sum er klovnurin, og tað er
honum, vit flenna at. Eg havi
ongan sum helst boðskap í
mínum skemti. Onnur hava ofta
hug at fortelja fólki, hvat er rætt
og skeivt. Soleiðis eri eg als ikki.
Eg vil vísa øðrum, hvussu eg livi,
og um tey vilja, so kunnu onnur
flenna at tí. Tað vóni eg, at fólk
skilja. Men dámar teimum ikki
okkara skemt, so vil eg fegin
biðja um umbering, og biðja tey
sløkkja sjónvarpið, sigur Frank
Hvam álvarsamur á málinum.
Hvussu koma tit fram á hend
ingarnar, sum vit síggja aftur í
Klovn?
Eg og Casper Christensen
hava altíð ein lítlan skriviblokk
við okkum, har vit eru í gerandis
degnum. Og er tað eitthvørt, sum
undirheldur okkum, so skriva vit
tað niður. Síðani seta vit hesar
hendingarnar, og aðrar úr okkara
veruliga lívi, saman. Tað er í
grundini soleiðis, vit gera, greiðir
Frank Hvam frá.
Einsligt sum
djóralækni
Frank Hvam vaks upp í bygdar
lívinum í Ørum Sønderlyng í
Jyllandi, har foreldrini høvdu
bóndagarð. Umhvørvið gav lítla
kúllinum áhuga fyri djórum, og
stóru áhugamálini sum yngri vóru
at sópa, fletta og koyra traktor.
Bygdardrongurin stórtreivst í
øllum rokinum, og rættiliga
tíðliga gjørdi hann av,
hvat hann skuldi verða.
Djóralækni.
Hvussu kann ein
djóralækni enda sum
ein av fremstu skemt
arunum í Danmark?
– Eg havi altíð
verið ótrúliga góður
við djór, men í
longdini kundi
tað verðið ov
einsligt. Tað er
ikki akkurát eg
at búgva í eini
kjallaraíbúð
við einu
kettu, sum eitur Sofus. Ikki tí,
fleiri stórtrívast soleiðis, og tað er
einki galið við tí, men soleiðis eri
eg ikki. Mær dámar væl nýggjar
avbjóðingar, og tað er teimum,
eg leiti eftir allatíðina. Og so
elski eg at fáa fólk at flenna,
sigur Fram Hvam í horninum úr
Keypmannahavn.
Yrkisleiðin sum skemtari
byrjaði í 1995, tá hann royndi
seg við standup á Café Din’s í
Keypmannahavn. Tá gavst hann
somuleiðis at lesa til djóralækna,
sum hann hevði fingist við sein
astu trý árini. Gjøgnumbrotið kom
ikki av álvara fyrr enn í 1999, tá
hann átti leiklut í sendingini hjá
vinmanninum Casper Christensen
í »Casper og Mandrilaftalen«.
Seinni var hann ein av høvuðs
persónunum aftan fyri sendi
røðina »Langt fra Las Vegas«.
– Eg angri einki í dag. Eg trúgvi
í grundini ikki upp á nakað, og
havi ongantíð hugsað ov langt
fram í tíðina. Eg tumli ígjøgnum
lívið og taki alt, sum tað kemur.
Eg hugsi ikki um at taka eina
avgerð, sum kemur mær til góðar
í framtíðini. Tað skal verða beint
nú. Fyri 13 árum síðan varð eg
lokkaður at royna meg sum
skemtara, og tað eri eg fegin um
í dag. Men tað er ikki soleiðis, at
eg havi mist áhugan fyri djórum.
Eg brúki framvegis fleiri tímar
framman fyri sjónvarpsskígganum
og hyggi at Animal Planet, sigur
Frank Hvam, og flennir.
Ætlar sær til Føroya
Ein nýggj røð av Klovnsending
um verður send í danska sjón
varpinum í vár. Men tað verður
eisini tann seinasta – á hesum
sinni, í øllum førum. Frank Hvam
og Casper Christensen fara nú
hvør til sítt, har teir fara at royna
seg við sínum egna standup. Og
møguleiki er eisini fyri, at vit fáa
Frank Hvam at síggja á føroyskum
palli.
– Tá eg frætti um áhugan fyri
Klovn í Føroyum, gjørdist eg
rættiliga bilsin. Eg var als ikki
vitandi um, at føroyingar hugdu
at tí. Men eg eri hjartans fegin, tí
tú fært eitt kick til at halda fram.
Og nú hugsi eg um møguleikan
at vitja tykkum við mínum showi,
sigur Frank Hvam, sum ikki hevur
stórvegis kunnleika um Føroyar.
– Eg havi ongantíð verið har,
men tað verður eingin trupulleiki.
Mítt umhvørvi sum yngri hevur
lært meg, at eg kann liva einsa
mallur í einum fuglabergi uttan
at sakna nakran. Men eg havi
frætt, at eg skal vera heppin. Tí,
sum eg skilji, so dettur annað
hvørt flogfar niður í Føroyum, ella
okkurt slíkt? sigur 38 ára gamli
Frank Hvam, áðrenn hann flennir
í kíki.
– Nei, tvætl. Ætlanin er so
at koma til Føroya, sigur danski
bygdardrongurin, sum í dag er ein
hin fremsti skemtarin í Danmark.
Frank Hvam Nielsen
Skemtari, sjónleikari og tekstahøvundur
Føddur 12. september 1970, og uppvaksin í Ørum
Sønderlyng við Viborg
Byrjaði at lesa til djóralækna í 1992, men gavst á
triðja ári
Byrjaði yrkisleiðina sum standupskemtari á Café
Din’s í 1995
Fekk sítt avgjørda gjøgnumbrot í »Casper og
Mandrilaftalen« í 1999
Saman við Casper Christensen skrivaði hann
»Langt fra Las Vegas« og »Klovn«
Er farin at fyrireika egnar standup sýningar, sum
væntandi byrja í vár
Fakta
Stórskemtarin, Frank Hvam Nielsen, umhugsar at
koma til Føroya við sínum showi