fríggjadagur 21. november 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 21. november 2008
13
viðmerkingar
KroniKK
Eftir Jústinus Leivsson
Eidesgaard, rithøvundur
justinus@post.olivant.fo
Føroyingar eru danskir ríkisborg
arar og harvið eru vit eisini ES
borgarar við reyðum passi eins
og grikkar, spaniólar, fraklend
ingar, polakkar og írar. Uttan
mun til hvar vit annars áttu at
ligið reint tjóðskaparliga, er hetta
eitt faktum ella ein óreingiligur
veruleiki. Hetta merkir, at vit
eiga øll somu rættindi sum aðrir
ES borgarar eiga. Tað einasta
sum liggur í millum at gerast ein
partur av tí risastóru menning
sum fer fram niðri á evropeiska
meginlandinum, er farleiðin
millum Føroyar og Danmark.
Amerikanarar hava eitt sigandi
hugtak. Teir siga: “ Um tú hugsar
sum tú altíð hevur gjørt, so verð
ur tað sum tað altíð hevur verið.”
Hvat um vit føroyingar vendu
øllum á høvdið, snaraðu 180 stig
og fóru at hugsa heilt øðrvísi um
okkara flogsamband út í heim,
sum gongur niður til Danmarkar.
Eg meini, at vit skulu leggja alla
siðbundna hugsan til viks og
leggja heilt nýggja tankar fram á
borðið.
Vit kundu lagt út við at sagt,
at tað skal ikki verða dýrari hjá
føroyskum ríkisborgarunum í
danska kongaríkinum at komið
til høvuðsstaðin í móðurlandi
num úr Føroyum enn tað er hjá
eitt nú okkara frændum, sum
búgva í Skagen. Hetta er høvuðs
prinsippið aftanfyri nýhugsanina.
Um tú fer inn á heimasíðuna
hjá donsku statsbanunum www.
dsb.dk so sæst har, at fyri ein
vanliga ferðaseðil úr Skagen til
Keypmannahavnar og aftur
rindar skagenbúgvin 840 krónur,
tá er sitiplássið íroknað.
Ein ferðaseðil loftvegis úr
Vágum til Keypmannahavnar átti
ikki at kosta eina krónu meira
enn hetta.
Tað eigur ikki at vera dýrari
hjá føroyingum enn hjá teimum
dønum, sum búgva fjarast frá
Keypmannahavn í Danmark at
koma til høvuðsstaðin.
Og hvussu kunnu vit koma til
hetta. Jú farleiðin millum Vágar
og Keypmannahavn eigur at vera
ein íløga í framtíðina á sama hátt
sum ein tunnil undir Skopunar
fjørð. Í fyrstu atløgu gevur hon
ikki yvirskot, men økta flog
ferðslan fer at smitta av sær á so
mongum økjum í samfelagnum
og ikki minst fyri trivnaðin hjá
føroyingum. Landið eigur aftur
at yvirtaka privata triðingin í
okkara flogfelag og bera tað hall,
sum niðursettu ferðaseðlar bera
við sær í fyrstu atløgu.
Um høvusðmenningin í Suður
streymi um 30 ár verður í Sand
oynni, so er skilagott at gera
undirsjóvartunnilin nú. Um bílig
ir ferðaseðlar fara at skapa eina
heilt nýggja menning hjá før
oyingum, og eina heilt nýggja
mentan, har okkara avbyrgda
fjarstøða verður skumpað til
viks, so kemur hetta at geva hall
ið av sjálvum flogfelagnum inn
aftur í ólukkumát í framtíðini.
Tað fer at bera til hjá føroying
um at pendla niður á meginland
ið til arbeiðis og ferðast heim í
vikuskiftunum. Tað fer at bera til
at fáa nógv tættari samband
millum føroyingar og teir 20.000
landsmenninar, sum búgva í Dan
mark. Tað fer at gera tað mun
andi lættari og økja um tvivnaðin
hjá teimum tusundtals ungling
um, sum lesa í Danmark.
Tú kann siga, at eg eri ein
droymari, men eg eri ikki tann
einasti. (Leysliga eftir John
Lennon) Tað ber til at flúgva
bíliga. Í Singapore, har eg búði í
nøkur ár, stovnaði almenna flog
felagið Singapore Airlines eitt
dóttirfelag sum eitur Tiger
airways. Hetta felag flýgur fleiri
ferðir um dagin til høvuðsbýirnar
í fjareystri og ferðaseðilin liggum
millum 200 300 krónur aftur og
fram. Tit kunnu sjálvi fara inn á
heimasíðuna hjá hesum felag og
hyggja eftir. Prísirnir eru uppgivn
ir í singaporedollarum og fyri at
fáa danska prísir, so er at ganga
við fýra. Heimasíðan eitur:
www.tigerairways.com
Hetta ber veruliga til.
Størsta skandalan føroyingar
nakrantíð hava gjørt innan
flogferðslu var at privatiserað ein
triðing av Atlantic Airways. Tað
er sligið fast við sjeytumma
seymi, at tað er ikki pláss fyri
tveimun feløgum á rutuni.
Superkaptalistiska fyritøkan
Maersk sá hetta og sama gjørdi
Faroejet. Tað merkir, at tað
felagið sum vinnir kappingina
hevur monopolstøðu. Hetta ger
einki, soleingi sum felagið er
alment. Men tá ið tað gerst privat
er støðan ein heilt onnur.
Christian Andreassen nevndar
formaður og Magni Arge, stjóri í
Atlantic Airways hava einans
eina høvuðsuppgávu, og hon er
at geva partaeigarunum so stórt
avkast sum gjørligt. Tað er sjálv
asta endamálið við partabrøvum.
Og tá ið felagið er í monopol
støðu, so er tað bara ein, sum
skal gjalda rokningina fyri hetta
avkast, og tað er vanligi føroying
urin. Her er ongin sunn kapping,
sum kundi verið til gagns fyri
brúkaran. Og vit vita, at við
kapping hevði ferðaseðilin verið
munandi bíligari, tí er er hann alt
ov dýrur í dag.
Hetta merkir, at soleingi sum
Atlantic Airways er privat, so
verða føroyingar noyddir at rinda
ein alt ov dýran ferðaseðil út í
heim, og tað er ein kleppur um
beinini á føroyingum, nú vit liva
mitt í eini alheimsgerð, har góðir
og bíligir ferðaseðlar eru ein
fortreyt fyri menning.
Ein ferðaseðil, sum kann eitt
sindur meira enn teir bíligastu á
føroyaleiðini, kostar 5000 krónur
aftur og fram. Hetta er líka dýrt
sum ein ferðaseðil til Singapore,
sum er bílagdur í góðari tíð. Tú
sleppir úr Danmark og til USA
fyri undir 3000 krónur. Hetta
kann ikki verða rætt.
Tankin er ikki heilt nýggjur í
Føroyum. Vit hava eitt nú eina
tyrlutænastu í Føroyum.
Ferðaseðilin fíggjar ikki hesa
flúgving. Uttan almennan pening
høvdu vit ongan tyrluflutning til
útoyggjar í Føroyum. Okkara
høvuðsstaður er farin so langt at
bjóða ókeypis busskoyring.
Við ferðaseðlum undir 1000 kr.
aftur og fram úr Føroyum ber til
at fylla flogfør og eitt fult ella
vælfylt flogfar er rakstaliga for
svarligt uttan mun til um tað
flýgur í fjareystri ella í norður
atlantahavi. Tað ber til hjá tiger
airways, tað eigur at bera til hjá
Atlantic Airways.
Føroyingar eru at líkna við út
oyggjafólk í mun til stóra megin
landið fyri sunnan. Tí er tað neyð
ugt, at almennu Føroyar slóðað
fyri, at seinasta forðingin fyri at
vit kunnu gerast alheimsborgarar
verður ruddað av vegnum.
Eg veit væl at hesir tankar
skulu tyggjast eitt sindur.
Landsstýrið kann byrja við at
taka skattin av ferðaseðlunum og
oljuavgjaldið burtur beinanvegin.
Tað munar í stundini. Landskass
in eigur als ikki at beinleiðis av
vinna pening burtur úr farleiðini
loftvegis til Danmarkar, heldur
enn at teir beinleiðis vinna pen
ing burtur úr almennu vegunum
oman sjóvarmálan í Føroyum.
Hetta er ikki ørt, hugsið um
tað og lat okkum fáa eitt tjak um
málið.
Flúgv aftur og fram til
Danmarkar fyri 840 krónur