Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 • 21. november 2008 Vikuskifti 12 Nú er aftur galið. Vesið er upp­ tikið, og einasta loysnin er at leita sær út í garðin við spannuni at loysa sær buksurnar. Vesi­ pappír er einki, og tí er einastu ráð at taka tað, sum liggur fyrst fyri. Tað ger minni, at talan er um Dannebrog, sum dagin eftir skal hátíðarliga vindast á stong á Krølle Bølle vøllinum á Bornholm. Hann hevur fingið flest av okkum at krimpa tærnar, tárini renna, og tað er torført ikki at hava samkenslu við honum. Í leiklutinum sum hin kiksaði og altíð óhepni Frank Hvam við stórum brillum, eyðkendu JBS undirbuksunum og keppinum hevur hann, saman við vin­ manninum Casper Christiensen, enn einaferð lagt Danmark fyri sínar føtur við ótrúliga væl umtóktu sendingini »Klovn«. Men handan óhepna mannin, sum av neyð nýtir Dannebrog sum vesipappír, drepur apur við damutrussum og bjóðar gestunum mannakjøt, er ein friðarligur, fryntligur og lítilátin maður. Honum dámar lítið at tosa um seg sjálvan og dugir illa at siga nei. Tað var í grundini soleiðis, at hann slepti dreyminum at gerast djóralækni, og fór at royna seg sum skemtara. Og tað stórfrøast danir um í dag. Sosialt handi­ kappaður Frank Hvam er høvundur og høvuðspersónurin í donsku komediusendirøðini »Klovn«. Líka síðan byrjanina í 2005 hava danir, íslendingar og føroyingar tikið sendingina til sín, sum í løtuni telur 50 partar. Leikirnir eru bygdir á hendingar úr veruliga lívinum hjá Frank Hvam. Tað sjáldsama er, at høvuðsleikararnir hava somu nøvn í »Klovn« sum í veruleikanum. Og tí er nærliggj­ andi at spyrja, um tað ber til at samanbera persónin Frank Hvam og klovnin Frank Hvam? – Ja, tað ger tað, tíverri. Eg havi altíð verið sosialt handikapp­ aður. Tað skyldast helst, at eg vaks upp á bygd sum ein annar Mowgli, millum neytalortar, kattapiss og hundraðtals av djórum. Eg havi eisini havt trupult at samskifta við konufólk, og tað eru slíkar støður úr mínum veruliga lívi, sum vit síggja aftur í Klovn. Men sjálvandi leggja vit nógv aftur at hendingunum. Tað sigur seg sjálvt, at eg eitt nú ikki havi skitið í ein kettubakka í veruleikanum, sigur Frank Hvam. Saman við vinmanninum, Casper Christensen, hevur Frank Hvam staðið fyri handritunum. Og tað er ikki fyrstu ferð, teir royna tað. Teir hava spælt nógv saman áður, har teir millum annað vóru oddamenn í »Langt fra Las Vegas«, sum sá dagsins ljós í 2001. – Tað er nógv sum gongur aftur í Klovn, sum eisini er í okkara veruliga vinarskapi. Casper er sjálvandi ikki ein sovorðin arro­ gantur lorthundur í veruleikanum, og eg eri ikki so ófantaligur. Um tað var so, høvdu vit neyvan kunnað verið saman. Men sum heild duga fólk sera væl at skilja ímillum, nær vit spæla sjónleik og ikki, sigur Frank Hvam. Flenna ikki at øðrum Í leiklutunum sum klovnurin Frank Hvam og hástóri Casper Christensen, hava vinmenninir gjørt gjøldur burtur úr fleiri við­ breknum evnum. Eitt nú spass­ arum, innflytarum og álvarsomum sjúkum. Hóast sendirøðin er sera væl umtókt í Danmark, so hava fólk eisini funnist at henni. Men »Klovn« byggir fyrst og fremst á sjálvironiskt skemt. Tað staðfestir Frank Hvam, sum ikki hevur nakað endamál við framførslunum. Hann greiðir frá søgum við eini samanrenning av veruleika og fantasi. – Soleiðis er tað við øllum skemti. Vit mugu arbeiða frítt, og hugsa ikki einans um, at ávísir bólkar taka tað illa upp. Men vit flenna sum so ikki at fólki. Vit flenna at reaktiónunum hjá Frank, tá hann er í neyð. Eitt nú, tá skrivarin – Eg eri sosialt handikappaður Tað er løgið at hugsa sær, at ein bygdardrongur við dreymum um at gerast djóralækni kann enda sum ein hin fremsti skemtarin í Dan­ mark nakrantíð. – Eg havi altíð verið sosialt handikappaður, og tað skyldast helst, at eg vaks upp sum ein annar Mowgli, millum neyta­ lortar, kattapiss og hundraðtals djór, sigur Frank Hvam, sum er høvuðspersónurin handan væl umtóktu komediusendirøðina »Klovn« Skemt Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo