fríggjadagur 21. november 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 225 - 21. november 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Sjúkrahúsverkið
enn einaferð
Fíggjarmálaráðið almannakunngjørdi í gjár kanning-
ina av fíggjarviðurskiftum í sjúkrahúsverkinum.
Kanningin varð sett í verk, tí ivi varð sáddur um
kostnaðin av føroyska sjúkrahúsverkinum. Vit
stuðlaðu avgerðini um kanningina, men mæltu
samstundis til at fáa til vega ein yvirskipaðan heilsu-
og sjúkrahúspolitikk, soleiðis at sjúkrahúsverkið
fekst at virka sum best. Vit mæltu politikkarunum
til at ásanna, at fakliga og fíggjarliga tilfeingið átti
at verða savnað kring Landssjúkrahúsið eins og vit
mæltu til at menna Landssjúkrahúsið ístaðin fyri
at klikkja niður á henda okkara týdningarmesta
heilsustovn. Vit vístu á, at tá landið hevði bygt nýtt
Landssjúkrahús fyri fleiri hundrað milliónir, so var
tað einasta rætta at tryggja neyðuga fíggjarliga
tilfeingið, soleiðis at góðu nýggju karmarnir kundu
verða fyltir út við tilsvarandi fakligum førleikum.
Staðfest verður í kanningini, at hóast útreiðslurnar
til sjúkrahúsverkið eru øktar munandi seinastu árini,
kostar føroyska sjúkrahúsverkið minni enn í øðrum
Norðurlondum. Tað er gott at fáa hetta staðfest.
Men kanningin staðfestir ikki óvæntað, at tørvur
er á neyvari fíggjarstýring fyri at temja vøkstrinum í
útreiðslunum. Hesi hyggjuráð eru ein fortreytin fyri
mongu áhugaverdu tilmælunum í frágreiðingini.
Mælt verður til at útvega sjúkrahúsverkinum nýggj
fíggjarstýringaramboð til tess at meta um, hvørt
tað fæst mest møguligt fyri pengarnar. Hesi ráð
kunnu so í framtíðini tryggja, at samsvar er millum
tørv og tilfeingi. Nýggju fíggjaramboðini skulu gera
fíggjarstýringina lættari - eisini hjá politikarunum.
Teir hava ikki kunnað fylgt við, hvussu pengarnir
hava verið brúktir.
Hetta er tað nærmasta frágreiðingin kemur inn á
sjúkrahúspolitikk, men hóast orðini ikki eru so mong,
so eru tey so mikið meira áhugaverd. Tey staðfesta
nevniliga, at politiska eftirlitið og áhugin hava
einamest verið at eftirkanna, um fíggjarkarmarnir
hava verið hildnir. Politikkarnarnir hava higartil start
seg blindar uppá reyðu tølini á botnlinjuni og hava í
hesum starblindni gloymt tað, sum er altumráðandi
- nevniliga fakliga innihaldið. Ella við øðrum orðum,
teir hava ikki megnað at skapa tann neyðuga
sjúkrahúspolitikkin.
Frágreiðingin um fíggjarviðurskiftini í sjúkrahúsverki-
num er eitt gott høvi hjá ábyrgarfullum politikarum
at bøta um hesi viðurskifti. Politikkararnir hava fingið
eitt gott amboð og nógv góð hugskot til at fáa sjálvt
sjúkrahúsverkið at virka betri reint fyrisitingarliga.
Hetta er kanska ikki sjúkrahúspolitikkur, men her eru
týðandi viðurskifti staðfest, eitt nú samanberingarnar
við onnur sjúkrahúsverk av kostnaðinum, og her eru
ítøkilig tilmæli av tekniskum, fyristingarligum slag, sum
kunnu mynda góðar fortreytir fyri einum skilagóðum
heilsu- og sjúkrahúspolitikki til gangs fyri allar føroy-
ingar. Vit fara í næstum at tríva í ítøkiligu tilmælini.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Vit hava uppliva hesi
mongu seinastu árini, at
tað eru komnir nógvir
sokallaðir filmar, sum eru
ætlaðir børnum, somuleiðis
eru komnar tekniseriur,
sum eru ætlaðar til børn.
Nógvir av hesum filmum
eru ræðandi, at til tíðir
knípur tað hjá okkum
vaksnu at fyrihalda okkum
til tær óhugnaligu verur
(figurar) sum seta seg á
nethindina hjá barninum.
Vit kenna tað øll somul,
munin millum at fáa ein
boðskap bert gjøgnum
oyra, og so at fáa hann
bæði gjøgnum oyra og
eygu, myndirnar kunnu
festa seg og tær kunnu
fylgja tær í langa tíð,
myndirnar foresterka
mangan boðskapin.
Um tú hugsar um eina
ávísa hending, sum gjørdi
inntrykk á teg og, sum
bleiv borin tær í myndum,
ja so hugsi eg, at tú vilt
geva mær rætt langt fram,
at myndirnar forsterkaðu
boðskapin í hendingini.
Vit uppliva eisini nú um
stundir at tekniseriur hava
ræðandi verur (figurar)
sum avgjørt ikki geva tí
óspilta barnasinninum eitt
gott upplivilsi at blaða í.
Um vit taka teldupølini,
so eru tað ein fittur partur
av teimum, sum appelera
til ráheit, drepan, sparkan,
skjótan og annað rátt.
Tað skal vera mær langt
frá at skera allar filmar,
tekniseriur, telduspøl yvir
ein kamb og siga alt er
vánaligt og rátt fyri barna
sinni, eg eri bara stórliga
bangin fyri, at tað er langt
ímillum tað, sum ikki gev
ur barnasinninum ein
kvøkk.
Vit mugu bert ásanna, at
filmar og telduspøl, eru
ting, sum gera nakað við
okkum menniskju, boð
skapurin í filmum/teldu
spølum ávirka, tað veri seg
gott ella ilt.
Undirhaldsídnaðurin er
ein alsamt vaksandi ídnað
ur, tað er hann í ein stóran
mun, setur dagsskránna í
mongum familjum í dag,
eisini barnafamiljum.
Hetta skal vera alt annað
enn ein ábreiðsla á barna
familjur, ella familjur
yvirhøvur, nei hetta er
meira ætlað sum ein vinar
lig heilsan til barnafamilj
ur. Kanni filmarnar, bløð
ini, telduspølini, tað eru tit
foreldur, sum skulu verja
sinni á barninum, og verja
barnið frá at blíva álopi og
ávirka av hesum
óhugnaligu verunum
(figurunum), sum er at
finna innan undirhald fyri
børn og ung í dag.
Handilsrekandi
Er tað onki, sum er eitt
mark hjá tykkum handils
rekandi, hvar tit siga at
hetta er ov rátt ella hetta er
for óhugnaligt fyri eitt barn
at síggja?
Ella er tað bert ein
kensluleysur heimur, hvar
ein ikki hugsar um brúkar
an, í hesum føri børnini og
tey ungu. Eg eri fullvitandi
um, at tit siga, at hatta er
tað tey ynskja og hatta er
tað ið selist.
Góðu tit handlandi,
kunna tit ikki útiláta nógv
av hesum ráðu telduspølun
um og hesum óhugnaligu
verunum (figurunum), sum
eru við at innføra
barninum ótta.
Eg eri eisini fullvitandi
um at interneti er proppa
fult av hesum typum av
spølum, tað vil tá vera
foreldranna ábyrgd at verja
barnið. Hesar linjur eru
meira ætlaðar sum eitt
innarligt uppróp til tey
handilsfólk, sum innføra
hesar vørur, verði kritiskir
í tykkara valið av spølum.
Kringvarp Føroyar
Nú stundar til jólar og
bæði útvarpið og
sjónvarpið plaga at gera
rættiliga nógv burtur úr
jólasendingunum fyri børn.
Til tíðir hava tað verið
góðar sendingar, aðrar tíðir
hava tær verði meira iva
samar, tá kundi tummilin
vent niður, tær sendingar
nar vórðu ikki barnavinar
ligar, her hugsi eg serstakt
um sjónvarpið, tað er hatta
við at fáa boðskapin ígjøgn
um bæði oyru og eygu, lati
jólaløturnar í ár blíva eina
góða uppliving fyri alla
familjuna.
Tað ger onki, um jóla
høvuðspersónur verður at
finna í leiki ella søgum,
hann umboðar frið, gleði
og ótti er ikki í honum.
Tá filmar og tekniseriur geva barnasinninum ótta
THoMAS J.
ASKHAM
Føroyingum stendur í boði
at nýta íslendsku sendi
stovurnar í Moskva og
Geneve. Tað fekk Jørgen
Niclasen, landsstýrismaður,
at vita, undir vitjan síni í
Íslandi í hesi vikuni. Hetta
kunnu vit fegnast um.
Men áðrenn vit taka av
tilboðnum, noyðast vit at
kanna eftir, hvør føroyski
politikkurin er á hesum
økinum – og her loypur
ketan av.
Fyri sløkum tveimum
árum síðani, arbeiddi
landsstýrið við at opna
eina føroyska sendistovu í
Reykjavík. Tá vóru danir
so beinasamir at geva
okkum sama tilboð, sum
íslendingar nú bjóða okk
um, men í Føroyum var
stór mótstøða ímóti hesum.
Tað mátti ikki henda, at
føroyingar fóru at húsast á
eini danskari sendistovu,
har danska flaggið veittraði
uttanfyri. Tað kundi heldur
ikki góðtakast, at bæði
føroyska og danska flaggið
vóru har. Nei har skuldi
bara tað føroyska flaggið
vera.
Hetta var orsøkin til, at
føroyingar ikki tóku av
danska tilboðnum í
Reykjavík.
Tað er sjálvsagt vakurt
gjørt av íslendingum at
bjóða okkum innivist á
teirra sendistovum, og
sjálvandi eigur Jørgen
Niclasen at takka teimum
fyri tað. Men eg eri bangin
fyri, at vit kunnu ikki taka
av tilboðnum, tí vit kunnu
ikki krevja, at íslendsku
sendistovurnar í Moskva
og Geneve, skulu flagga
við føroyskum og bara
føroyskum flaggi.
Íslendskar sendistovur undir føroyskum flaggi
HELgI
ABRAHAMSEN