fríggjadagur 21. november 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 • 21. november 2008
Vikuskifti
11
heiminum. Tað vísti ein kanning,
sum eitt amerikanskt bókmentarit
gjördi fyri nökrum árum síðani.
Livandi leiðsögn
Vit leita niðan í sjálvt húsið. Í
gongini hongur ein málningur
eftir Jóhannesi Kjarval. Ein
altartalva, sum bygdafólk á
Norðurlandinum ikki skoyttu
um. Jóhannes doyparin var ov
ljótur, hildu tey. Halldor Laxness
ognaði sær málningin í staðin.
Einaferð málaði Kjarval yvirskegg
á doyparan, men tað dámdi
Laxness ikki, so nú sæst bara ein
farri av skegginum, greiðir ein
savnskvinna frá.
Við einum Appel I-poddi um
hálsin fara vit á eina ferð um
húsið. Leiðsögnin um Gjúfra-
steinn, skáldið og konuna, Auður,
er so livandi, at vit síggja tey
fyri okkum. Hann skrivar við
höga pultin. Steðgar á. Tekur
fremstafingur og tummilin upp til
hökuna. Lítur út gjögnum gluggan.
Fettir sær á. Letur eyguni fylgja
Kölduskvísl. Setur aftur blýantin á
pappírið. Bókstavir, orð og tankar
gerast til setningar. Til stuttsögur
og heilar skaldsögur. Auður situr
við síðuna av. Við skriviborðið og
skrivar handritið á eini gamlari
skrivimaskinu....
Í Gljúfrasteinni var lív. Nógv
fólk vitja íslendingin, sum fekk
virðislön Nobels í fimtiárunum.
Halldór spælir á flyglið í stovuni,
sum er klædd við viðarplátum.
Nógv vindeygu. Tónabrot hoyrast
á I-poddinum. Leiðsögnin er
áhugaverd og hon kann hoyrast
á fleiri málum. Tú kanst seta
ferðina upp ella steðga á. Hyggja
teg um og halda fram.
Skaldið teknaði eisini og ein
tekning frá unglingatíðini er at
síggja á kamarinum. Tað liggur
við síðuna av skrivistovuni.
Ein lítil sólpallur er uttan fyri
kamarið. Har plagdi Halldór ofta
at standa og hyggja í kring, fáa vit
at vita frá savnsvörðin. Áhugan
fyri list síggja vit í málningum
eftir Jóhannesi Kjarval, Ninu
Tryggvadóttir, Svavari Guðnasyni,
Örlygi Sigurðssyni og Asger
Jorn. Ein málningur, sum ein
norskur listarmaður hevur málað,
stendur enn reyður, grönur og
bláur í minninum. Auður var eisini
listarkvinna og vevmyndir hjá
henni prýða eisini rúmini. Bökur,
tekningar og málningar fjala
næstan bróstini.
Henda fagra sunnudagin
er friðarligt og eingi vitjandi
ferðafólk. Vit fáa tí eina eyka
frásögn frá fryntliga bóka-
mentafröðinginum. Hon er
ikki einsamöll. Savnið er væl
skipað og fær stuðul frá ríkinum.
Fimm savnsfólk - serfröðingar
av ymsum slagi - eru knýtt at
savninum! Hon sigur, at Auður
av og á vitjar Gljúfrasteinn.
Hyggur seg um. Flytur okkurt
tingi og fregnast. Hon býr í dag
á ellisheimi i Reykjavík og hevur
latið »hús skáldsins« til íslendsku
tjóðina. Stórfingin gáva.
Hava gingið um húsið hjá
Laxness. Ein stór uppliving. Hann
var eisini útifólk og gekk mangan
í náttúruni í Mosfellsdalinum.
Götur snúgva seg framvið ánni,
um gil og heyggjar. -Ein góður
túrur, heldur bókmentafröðingurin
fyri. Men henda turin eiga vit á.
Varðin Undir Varða
Undir Varða standa húsini hjá
William og Lisu frá tríatiárunum.
Oman fyri Viðarlundina. Við
útsýni yvir »heimsins nalva«.
Her skrivaði William skaldsögur,
stuttsögur og yrkti. Bókaverk,
sum fólk í milliónatali hava lisið.
Skaldskapur hansara hevur sett
Föroyar á heimskortið, hóast
hann ikki fekk bókmentavirðislön
Nobels.
William hevði alsk til tónleik.
Vaks upp í tónlistarligum
umhvörvi. Kundi seta seg við
klaverið. Eins og Halldór. Okkurt
tónlistarverkið hevur hann gjört
fyri bratsj og var góður stuðul hjá
gamla musikkskúlanum.
William málaði, teknaði og
klippti. Gav föroyskum listar-
fólkum íblástur. Skipaði fyri
framsýningum. Og föroysk list
prýðir veggir í húsunum Undir
Varða. Eins og íslendsk list prýðir
Gljúfrasteinn. Hann ummælti list
og stundum vóru sjónarmið um
list og andslív á prenti.
Hann var ikki bara »trölla-
klipparin Undir Varða«, men er
framvegis nógv lisin rithövundur.
Högt í metum. Ein varði í
föroyskari mentanarsögu og
andslívi.
Tað eru til taks samröður við
hann og filmsbrot við honum.
Tilfar til eitt savn?
Framvegis livandi
umhvörvi
Henda sunnudagin var einki
á skránni í Gljúfrasteinni.
Tíverri, ásannaði savnskvinnan.
Men stundum eru smærri
tónleikaframförslur at hoyra.
Eisini lesa íslendsk skald og
rithövundar úr verkum sínum fyri
áhugaðum. Gljúfrasteinn er ikki
bara eitt savn, men ein lítil depil,
karmur, um nútíðar tónlist og
bókmentir.
Ja, ja. Íslendingar duga,
ásannaðu vit, tá vit gingu tvörtur
um túnið yvir til bilin.
Íslendingar leita higar
og ferðafólk við áhuga fyri
bókmentum ella mentanarsögu
Íslands leggja leiðina til Gljúfra-
steinn. Eitt av mongu tilboðunum
hjá ferðafólki, sum vitja grann-
arnar fyri vestan.
Sólin hevði fyrrapartin havt hug
at kaga undan, men hann hevði
drigið á luftina, og högættarlotið
var kalt, nú vit stóðu uttanfyri.
Mentanarliga mett. Men nú var
kósin sett móti býnum. Móti eini
matstovu.
Víkin er ruskut, tá vit koma á
Sjóvarvegin - Sæbrautina - men
ein glæma frá seinrapartssólin
gyllir eina herðu á Esju.....
Williamshús
Vit lata tankanar taka okkum eitt
ár fram í tíðina og skriva nú 2009.
Næsta ár eru hundrað og
tíggju ár liðin síðani William
Heinesen sá dagsins ljós í
Bringsnagötu. Fyrst í 2010 letur
upp Williamshús - eitt savn
um skaldið og listarmannin.
Almennningurin fær nú hövi
at síggja »hús skaldsins«. Har
eru bókaverk hansara. Á fleiri
tungumálum. Listarverk prýða
bróstini. Eisini ber til at seta seta
seg niður og hoyra og síggja ljóð-
og filmsbrot.
Við einum I-poddi ber til at
gera eina ferð um húsið og niðan
í skrivismáttina, har brot eru at
hoyra úr samröðu við Zacharias
Heinesen. Undir glasi ber til at
síggja handrit. Skrivað á maskinu,
men við nógvum handskrivaðum
rættingum. Ljóstak eru av
brövum úr stóra brævaskiftinum
millum hann og Jörgen-Frantz
Jacobsen. Ein bókmentafröðingur
verður........
Í gamla úthúsinum er ein
framsýning við blaðsamröðum,
ummælum og myndum, sum lýsa
skaldið, samfelagskritikkaran,
humanistin og humoristin.
Verður Williams-savnið
veruleiki? Ella skulu vit bara
lata íslendingar geva vitjandi
eina uppliving og lata teir
kunna ferðandi um heimskenda
rithövund teirra? Og hvör eigur
skommina, tá onkur tilvildarligur
keypir húsini Undir Varða til .....
Johan Mortensen hugleiðir um, hvussu heimið hjá Williami Heinesen kundi verðið nýtt sum savn - Williamshús, eitt
savn um skaldið og listarmannin. Almenningurin fær høvi at síggja »hús skaldsins«. Har eru bókaverk hansara.
Á fleiri tungumálum. Listarverk prýða bróstini. Eisini ber til at seta seg niður og hoyra og síggja ljóð- og filmsbrot,
skrivar Johan Mortensen
Mynd: Jens Kristian Vang
Laxness-garðurin, sum er kendur fyri sína hestaleigu. Eyðkendu hvítu húsini, sum
Halldór Laxness og konan, Auður, lótu byggja, Gljúfrasteinn í
fýratiárunum. Nærhendis skálanum, har Halldór vaks upp. Síðani Laxness doyði
í 1998 og konan er farin á ellisheim, er heimið latið upp sum savn