Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 225 - 21. november 2008 Eykaaðalfundur hjá P/F Smyril Line 1. Val av fundarstjóra. 2. Uppskot um viðtøkubroyting hareftir talið “4” í § 12 fyrstu reglu og í triðju reglu verður broytt til “3” og í § 3 fyrstu reglu verður orðingin: “uppá kr. 1.000,00 og multipla av hesum” broytt til “uppá kr. 100,00 og multipla av hesum” og í § 9 verður orðingin “1 atkvøðu fyri hvørjar kr. 1.000,00” broytt til “1 atkvøðu fyri hvørjar kr. 100,00”. 3. Uppskot um at lækka partapening felagsins við kr. 121.461.200 úr kr. 173.516.000 til kr. 52.054.800 til dekkan av halli og broyting av talinum “173.516.000” í § 3 viðtøkum felagsins til “52.054.800” í hesum sambandi; Nevndin settir fram hetta uppskot: “Partapeningur felagsins verður pr. tá avgerðin verður tikin lækkaður við kr. 121.461.200 úr kr. 173.516.000,00 til kr. 52.054.800,00 til dekkan av halli og verður talið “173.516.000,00” í grein 3 í viðtøkum felagsins broytt til “kr. 52.054.800,00” í hesum sambandi. Vísandi til ásetingarnar í § 44 stk. 2 í partafelagslógini verður upplýst, at lækkingin av partapeninginum er til dekkan av halli og er framfararhátturin við greiðslu av hesi lækking, at hvørt verandi partabræv verður lækkað við 70% til 30% av áljóðandi virði, soleiðis at verandi partabrøv áljóðandi kr. 1.000 ella multipla av hesi upphædd, verða niðurskrivað við 70% til eitt áljóðandi virði á kr. 300 ella multipla av hesi upphædd.” 4. Uppskot um at hækka partapening felagsins við kr. 70 milliónir úr kr. 52.054.800 til kr. 122.054.800. Nýggi partapeningurin, verður at tekna til kurs 100 og uttan fortekningarrætt fyri verandi parteigarar - soleiðis at fortekningarrættur hjá verandi parteigarum til at tekna henda partapening verður frávikin í hesum føri - hetta sum ein rættað emissión, har Føroya Landsstýri v/Vinnumálaráðnum teknar kr. 30 mió í partapeningi ímóti kontantgjaldi, Framtaksgrunnur Føroya teknar kr. 10 mió. í partapeningi ímóti kontantgjaldi, P/F TF Holding teknar kr. 15 mió. í partapeningi við umskipan av skuld til partapening og Framtaksgrunnur Føroya teknar kr. 15 mió. í partapeningi við umskipan av skuld til partapening og broyting av talinum “52.054.800” í § 3 viðtøkum felagsins til “122.054.800” í hesum sambandi. Nevndin setir fram hetta uppskot: at hækka partapening felagsins við nýtekning av partapeningi við nom. 70 mió. kr. frá kr. 52.054.800 til kr. 122.054.800, henda nýtekning at fremja uttan fortekningsrætt fyri verandi partaeigarar - soleiðis at fortekningarrættur hjá verandi parteigarum til at tekna henda partapening verður frávikin í hesum føri - sum ein rættað emissión soleiðis at fylgjandi íleggjarar tekna nýggja partapeningin við fylgjandi nom. upphæddum: Framtaksgrunnur Føroya (reg. nr. 2800), Hoyvíksvegur, 100 Tórshavn kr. 25.000.000 P/F TF Holding (P/F nr. 3690), Kongabrúgvin, 100 Tórshavn kr. 15.000.000 Føroya Landsstýri v/Vinnumálaráðnum kr. 30.000.000 nom. partapeningur íalt kr. 70.000.000 Allur nýggi partapeningurin verður teknaður til kurs 100. Hesin partapeningur verður at tekna og at rinda kontant: partapeningurin frá Føroya Landsstýri v/Vinnumálaráðnum kr. 30.000.000 av tí parti Framtaksgrunnurin teknar kr. 10.000.000 íalt av nýteknaða partapeninginum at rinda kontant kr. 40.000.000 Partapeningurin frá P/F TF Holding og írestandi parturin hjá Framtaks grunni Føroya, verður at greiða við mótrokning í skuld felagið hevur til hesar íleggjarar og verða fylgjandi upphæddir soleiðis at greiða við mótrokning: Framtaksgrunnur Føroya kr. 15.000.000 P/F TF Holding kr. 15.000.000 íalt av nýteknaða partapeninginum at greiða við mótrokning í skuld (konvertering av skuld til partapening) kr. 30.000.000. Tann áogn sum Framtaksgrunnur Føroya og P/F TF Holding eiga á hjá felagnum, og sum verður nýtt til mótrokning til greiðslu av tí parti av nýtekningini hjá hesum íleggjarum, rindast skal á henda hátt, stavar frá láni nevndu íleggjarar hava veitt felagnum sambært lánsskjal dagfest tann 6. desember 2005 (lániskjalið endurstaðfest tann 27. august 2007) upprunaliga stórt íalt kr. 30 mió., hvørs lánsupphædd varð útgoldin felagnum í tveimum umførum ein í desember 2005 og ein í apríl 2006. Samlaða áognin hjá nevndu íleggjarum hjá felag-num stavandi frá nevnda lánsviðurskifti er í dag íalt kr. 15, 6 mió. til hvønn íleggjara og verður henda áogn at niðurskriva við kr. 15 mió. fyri hvønn íleggjara ella við íalt kr. 30 mió. við framdu nýtekningini við mótrokning og restupphæddin at avskriva, hetta soleiðis at skuldin undir lánsskjalinum dagfest tann 6. desembur 2005 (lániskjalið endurstaðfest tann 27. august 2007) er fult greidd og lániskjalið at kvitta. at nýggi partapeningurin fær somu rættindi í felagnum sum verandi partapeningur; at nýggi partabrøvini skulu ljóða uppá íhendihavara og eru negotiabul; at eingi partabrøv hava framíhjárætt og partaeigararnir hava ikki skyldu at lata partabrøv síni innloysa at nýggju partabrøvini kunnu frítt verða seld uttan loyvi frá nevndini at nýtekningin verður at fara fram uttan fortekningarrætt fyri verandi partaeigarar - soleiðis at fortekningarrættur hjá verandi parteigarum til at tekna henda partapening verður frávikin í hesum føri – og soleiðis at tekning av nýggja partapeninginum fer fram sum ein rættað emmisión, har útvaldu íleggjararnar P/F TF Holding, Framtaksgrunnur Føroya og Føroya Landsstýri v/Vinnumálaráðnum tekna nýggja partapeningin. at teknaður partapeningur er gjaldkomin samstundis sum teknað verður og merkir hetta, at tann partapeningur teknaður er ímóti kontantinngjaldi skal rindast alt fyri eitt við tekning og tann mótrokning fremjast skal fyri tann part av partapeninginum teknaður er við mótrokning, fær virknað fyri felagið frá tí degi partapeningurin er teknaður. at nýggi partabrøvini eru til støddar kr. 100,00 og multipla av hesum. at tekningartíðarskeiðið er frá henda viðtøka er viðtikin á eykaaðalfundi og tekningarskjal (-listi) undirskrivaður av nevndini tann 8. desembur 2008 og rennur út tann 22 desembur 2008 kl. 24.00, tó so, at tekningarfreistin steðgar beinanvegin allir íleggjararnir og nevndin hava skrivað undir tekningarskjalið (-listan). at nýggju partabrøvini fáa rætt til vinningsbýti, umframt onnur partaeigararættindi í felagnum, í sama roknska-parári sum hækkingin av partapeninginum er skrásett. at tann upphædd felagið skal rinda í sambandi við kapitalhækkingina, mett til umleið kr. 500.000,00 íroknað advokatkostnað til skjalaarbeiðið við sjálva kapitalhækkingina, skrásetingargjald, lýsingarkostnaður og kost-naður til grannskoðara fyri at greiða sín part av skjalatilfari at tekning fer fram á tekningarskjal (-lista). Harumframt verður talið ”52.054.800” í § 3 í viðtøkum felagsins at hækka til kr. ”122.054.800”. Í sambandi við hækkingina verður eisini veitt felagnum hækking í verandi junior láni sínum við kr. 26 mió. og verðar gjørdar hesar avtalur í tí sambandi, ið aðalfundurin staðfesti sum part av hesi aðalfundarsamtykt, at felagið hevur gjørt/gerð: • Ískoyti til veranda lániskjal frá Junior lánisamtaki, har hetta lán verður hækkað við kr. 26 mió. harav Íleggingargrunnurin hækkar sín parta av láninum við kr. 16 mió. og hinir lánsveitararnir í samtakinum hækka sín part við tilsamans kr. 10 mió. og hækkað veðseting av M/V ”Norrønu” í tí sambandi við kr. 30 mió. og ískoyti til Intercreditor Agreement; • ískoyti/nýggja Slot Charter Party Agreement millum P/F Smyril Blue Water og P/F Smyril Line Tann kursur tekning fer fram til, verður mettur sum marknaðarkursurin fyri nýggja partapeningin í felagnum ásettur í samráðing millum felagið og íleggjararnar og har hædd er tikið fyri handilsvirðið á felagnum og tess ognum. 5. Val av nevndarlimum. 6. Uppskot um heimild frá aðalfundinum til fundarstjóra til at fremja rættingar í omanfyri tilskilaðu viðtøkum og skjølum fyri teimum sum mátti verið kravt av Skráseting Føroya ella øðrum fyri at lóglig skráseting av viðtøkunum kann fara fram eftir galdandi lóg og viðtøkur. Neyðturvuligt skjalatilfar, herundir • seinast viðtikni ársroknskapur felagsins, • § 29 stk. 2 frágreiðing nevndarinnar og viðmerkingar grannskoðarans til hesa frágreiðing smb. § 29 stk. 3, • frágreiðing nevndarinnar og annað tilfar eftir ásetingunum í § 33 A í partafelagslógini • uppskotini til aðalfundin í fullum líki • viðtøkur felagsins; liggur frammi á skrivstovu felagsins 8 dagar undan aðalfundinum. Til at greiða atkvøðu á eykaaðalfundinum krevst, at partaeigari í seinasta lagi fríggjadagin 5. desembur 2008 hevur prógvað sín atkvøðurætt á skrivstovu felagsins J. Broncksgøta 37, 100 Tórshavn. NEVNDIN Boðað verður við hesum til eykaaðalfundar í P/F Smyril Line (reg. nr. 544) mánadagin tann 8. desembur 2008 kl. 16.00 á Hotel Føroyum, við Oyggjavegin, 100 Tórshavn við hesi dagsskrá: ADVOKATFELAGIÐ VIÐ STROND 4 YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 311260 · FAX 311261 · P.O. BOX 359 FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS · LAWFIRM@LAWFIRM.FO