Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 225 - 21. november 2008 tíðindi Sjúrður Skaale, skemtari og politikari, undirhelt saman við Hilmar Jan Hansen Nógv av degnum fór við at vísa íslendska gestinum, Steingrímur Vigfusson, floksformanni, Føroyar og fundast um ymisk viðurskifti Um 300 fólk vóru savnað hetta kvøld á Hotel Hafnia. Høgni Hoydal vildi vera við, at hetta var eitt av teimum heilt góðu borðhaldunum Fjølbroytt undirhald var á skránni Rimmar 60 ára veitsla Tjóðveldi helt ein rimmar 60 ára føðingardag á Hotel Føroyum seinasta fríggjadag. Um 300 fólk vóru við á veitsluni, har røður vórðu hildnar, sangir sungnir og dansað langt út á náttina Føðingardagur Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Myndir: Helena Dam Poulsen Allir floksformennirnir vórðu bodnir við til 60 ára føðingardagsveitsluna hjá Tjóðveldi. Nógvar røður vórðu hildnar í einum skemtiligum lagi, har nógv varð skotið eftir hvørjum øðrum, greiddi Høgni Hoydal skemtiliga frá. Dagurin varð hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin í síðust viku, og eini 300 fólk vóru savnað til veitsluna. Høgni Hoydal byrjaði við røðu, har hann segði frá søgu flokksins og hugleiddi um framtíðina, eftir hann høvdu nógv onnur røður at bera fram. Millum annað løgmaður og ein floksformaður úr Íslandi. Tórshavnar Manskór undirhelt við sangi og Sjúrður Skaale og Hilmar Jan Hansen skemtaðu. Tá kvøldið kom móti einum enda varð farið uppá gólv og dansað var í langa tíð. Eftir hetta var enskur dansur á skránni og at enda morgunmatur.