Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 • 21. november 2008 Vikuskifti 21 Sethús – Bakkavegur 28, Haldarsvík Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd uml. 90 fermetrar. Grundøkið er 140 fermetrar. Byggiár: 1940inum. Í ovastu hæddini er: 3 kømur, klædnarúm og wc. Í miðhæddini er: gongd, køkur, stova og trappa upp á loft. Í niðastu hæddini er : kjallararúm/fýrrúm og baðirúm við brúsu. Garður er rundan um húsini, har er gott útsýni og har er sera veðurgott. Prísuppskot: 450.000,00 kr. Trøð – Úti á Bø Leynar Ognin er ein stór uppdyrkað ikki innhegnað og ikki vetrarfriðað trøð, sum upprunaliga var partur av Uppistovuhaganum í Leynum. Koyriveg til Skælings gongur ígjøgnum trøðina. Niðanfyri ognina er atløgupláss til bátar. Trøðin liggur sera væl fyri í rættiliga slættum lendi nær bygdini í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við frálíkum útsýni inn yvir sandin, lánna og fjørðin, og so tekur tað bara 20 min. at koyra til Havnar. Verður seld, um hóskandi boð fæst. Sethús – Høvdavegur 10, Skopun Húsini eru í 2 hæddum á 120 fermetrum - í alt 240 fermetrar. Grundøkið er uml. 300 fermetrar. Byggiár: 1970. Í erva er durur, gongd, wc, baðirúm, 3 kømur, hjúnarrúm, køkur og stova. Í neðra er inngongd, gongd, kamar, kjallararúm / fýrrúm / vaskirúm, hjallur og garaga. Húsini standa mitt í bygdini í friðarligum umhvørvi. Prísuppskot: 800.000,00 kr. Sethús – Leitisgøta 7, Argir Stóru og nærum nýggju húsini eru í 3 hæddum. Niðasta hædd er 120m2, miðhæddin 104m2 og ovasta hædd er 96m2 – í alt 320m2. Grundøkið er 501 m2. Byggiár: 2003. Húsini eru sera væl bygd, og nógv er gjørt burturúr ventilatión og øðrum innleggingum. Í miðhæddini er inngongd, gongd / hall / garderoba / upp- og niðurgongd, kamar / skrivstova, gestawc, stova, køkur / alrúm, grov- køkur við egnari inngongd og klædnarúm. Í ovastu hædd er trappugongd / alrúm / stova, hjúnarrúm við engum klædna- og baðirúmirúmi, 2 kømur og baðirúm. Í niðastu hædd er inngongd, fýrrúm og 3 stór kjallararúm. Húsini standa í veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi har stutt er dagstovn, nýggjan skúla og ringveg. Húsini hava panoramaútsýni yvir allan býin og allan fjørði Prísuppskot: 2.700.000,00 kr. Tvíhús – Heygsvegur 16, Tórshavn Talan er um eini nýgg tvíhús har alt er gjørt bæði innan og uttan. Grundøkið er 416 fermetrar til víddar. Húsini eru í tveimun hæddum, har hvær hæddin er 78 fermetrar til víddar. Á veghæddini er gongd, 3 kømur, baðiverilsi, bryggers pg trappa til 1. hædd. À 1. hædd er gongd, stova og køkur við atgongd til altan, kamar við atgongd til altan og baðirúm. Húsini liggja væl fyri, 10.min oman í býin, sera góðan sólargang og gott útsýnið. Prísuppskot : 2.450.000,00 kr. Grundstykki – undir Gráasteini 46, Tórshavn Talan er um eitt grundstykki, 556 fermetrar til víddar. Stykkið er sera slætt og lætt er at planera. Liggur friðaligt og frítt fyri, nakað av útsýni, tætt við dagstovn og komandi skúladepil við Marknagilsvegin. Skjótt til gongu heim í miðbýin. Verður seld, um hóskandi boð fæst. Sethús – Fagralíð 3, Skála Nyggju sethúsini eru í 3 hæddum Ovasta hæddin íð ikki er inrættað, er 80 m2, miðhæddin er 108 m2 og kjallari 108 m2, íalt 296m2. Grundøkið 1545 m2. Byggiár: 2003. Í miðhæddini er gongd, baðirúm við brúsu,klædnarúm, 2 kømur køkur, stova, trappa niður til niðastu hædd og trappuuppgongd til loftið. Í niðastu hædd er, gongd, kamar, wc, goymslurúm, vaskirúm/fýrrúm og garaga. Húsini hava føroyaprofilklædning, plastikkvindeygu og takið er aluminium, við íð keypinum er eisini tilfar til inrættan av loftið. Húsini standa væl fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi, hava sera gott útsýni og eru tætt við allar hentleikar. Prísuppskot: 1.650.000,00 kr. Sethús – Grønatúgva 20, Fuglafjørður Húsini eru í 2 hæddum – ovara hæddin er 80 m2 - niðara hæddin 40 m2, íalt 120 m2. Eisini er ein stór garaga. Grundøkið er uml. 600 m2. Byggár: 1959. Í ovaru hæddini er gongd, baðirúm, stova køkur, hjúnarúm, 2 kømur og trappa niður í kjallaran. Í niðaru hæddini er, kjallarúm/ fýrrúm/bruggers og 1 kamar. Úr kjallarinum kanst tú ganga beinleiðis út í garaguna. Húsini hava nýtt aluminiumstak og eru væl bjálvaði.Urtagarður er rundan um húsini og eisini er stór terassa .Húsini standa sera væl fyri úti á land og hava sera gott útsyni. Prísuppskot : 800.000,00 kr. Sethús – Gerðisgøta 7, Miðvágur Nýggju hugnaligu og sera snøggu húsini eru í einari hædd á 145 m2 við samanbygdum garagubygningini á 30 m2 – í alt 175 m2. Grundøkið er 551 m2. Byggiár: 2007. Í miðhæddini er inngongd, hall, hjúnarrúm við klædna- og baðirúmi, 2 kømur, baðirúm, alrúm / borðsstova / stova við útgongd til komandi útigólv, matarkøkur / alrúm, grovkøkur / bryggers / vaskirúm við egnari inngongd og útgongd til stóra garagu / fýr- og ítrivsrúm við sjálvvirkandi hurð, so tú kanst koyra beint inn. Á ovasta lofti er sentraldustsúgvara- og stór ven- tilatiónsskipan. Undir húsunum er krúpikjallari við stoyptum gólvi. Bjálvað upp undir gólvið og til ber at sleppa til allar innleggingar. Ventilatión, centraldustsúgvari, parabol og antenna er nærum í øllum rúmum. Brandalarmarnir sam- skifta og kunnu ringja til tína telefon. Húsini standa í nátt- úruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg har nógvar ungar familjur búgva. Har er sera veðurgott og góður sólargangur. Útsýnið er rálíkt og einki kemur upp fyri. Stutt er til nýggjan barnagarð, skúla, bátahyl, fótbóltsvøll, læknamiðstøð, busssamband og handlar – alt innanfyri 100 – 300 metrar, og 5 min. er á flogvøllin. Prísuppskot : 1.800.000,00 Jørð – Vágur, Vágur Jørð – í Brekkubø –, Vágur.Talan er um eitt stórt jarðar- stykki á knappar 7.000 m2, sum samb. galdandi byggi- samtykt fyri Vágs kommunu liggur í B2-bústaðarøki. Jørðin liggur sera væl fyri í friðarligum og veðurgóðum umhvørvi, mitt í bygdini, skjótt til handil og skúla. Sera gott og vakurt útsýni út á fjørðin. Verður seld, um hóskandi boð fæst. Íbúðarbygningur – Íslandsv. 24, Tórshavn Húsini eru 3 hæddum á 2x114 + 1x91=319m2 við 4 íbúðum. Grundøkið er 640 m2. Byggiár: 1967 / 1992. Húsini eru væl bygd við betondekki millum hæddirnar og eru dagførd so við og við. M.a. er klædningur, vindeygu og úthurðar skift og onnur íbúðin í miðhæddini er dagførd í 2001 og onnur í neðra í 2005. Íbúðin í vestara partinum í miðhæddini hevur inngongd, gongd, køkur, stova og kamar. Í ovastu hædd er trappugongd, baðirúm og 2 kømur. Íbúðin í eystara partinum í miðhæddini hevur inngongd, gongd, køkur, borðsstova / alrúm, stova, kamar og goymslurúm. Í ovastu hædd er trappugongd, baðirúm og 2 kømur. Íbúðirnar í ávikavist vestara og eystara partinum í niðastu hædd hava inngongd, gongd, stova / borðsstova, baðirúm og kamar. Les meira á www.inni.fo. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Íbúð – Berjabrekka 43, íbúð 10, Tórshavn Hugnalig íbúð í einari hædd uml. 67 m2 við leysum hjalli/ úthúsi uml. 6 m2. Byggiár 1986. Íbúðin er á aðru hædd, og er í góðum standi. Hon varð høvuðsumvæld í 1993. Opnað varð millum køk, stovu og gongd, hvítar gólvflísar vórðu lagdar í køki, gongd og baðirúmi, og eisini eru tær flestu hvítvørurnar skiftar. Íbúðin er klár at flyta inn í. Í íbúðini er durur, gongd, køkur/stova, baðirúm, hjúnarrúm og kamar, og í stovuni er hugnaligur útbygningur. Íbúðin liggur frítt fyri út til fríøki, og ”panorama” útsýni er yvir allan býin. Handil og dagstovnur eru beint við, og skjótt er til gongu oman í býin. Prísuppskot 1.500.000,00 kr. Grundstykki – í Geilini 20-22 Sørvágur Talan er um eitt stórt grundstykki á 1.325 m2, ið er væl egnað til at byggja sethús, tvíhús ella raðhús á. Tað vil siga, at byggjast kunnu í minsta lagi 4 hús/búeindir. Stykkið verður selt í einum ella í tveimum. Stykkið, sum er grivið út og planerað, er klárt at byggja á. Vatn, frárensl, kloakk, el og telefon er beint við, og seljarin átekur sær at gera graviarbeiðið til rottanga. Stykkið liggur sera væl fyri í friðarligum og veðurgóðum umhvørvi út til veg og hevur sera gott útsýni. Prísuppskot: kr. 220.000,00 pr. stk. Raðhús – Maritugøta 10, Hoyvík Húsini eru í 2 hæddum á 57 m2 og úthús / hjallur á 3,6 m2 – í alt 117,6 m2. Hartil er felags skúrur til amboð v.m. á uml. 50 m2. Grundøkið er 136 m2. Byggiár: 2003. Í niðaru hædd er hjallur / úthús, inngongd, gongd, goymslurúm, køkur / alrúm / borðsstova / stova við útgongd til stórt útigólv / terassu. Í ovaru hædd er trappupallur, hjúnarrúm, baðirúm og 2 kømur. Húsini standa í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við góðum grannalagi nær nýggja miðøkinum við Karlamagnusarbreyt. Har eru barnagarðar, býlingshús, skúlar, FIFA-sparkivøllur, fleiri spælipláss og frálíkt útsýni. Prísuppskot: 1.900.000,00 kr.