fríggjadagur 21. november 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 225 - 21. november 2008
Fyri júst eini viku
síðani var seinasti
arbeiðsdagurin
hjá hundraðtals
fólkum, sum
arbeiddu hjá Maru
Seafood á Kósini
í Klaksvík. – Her
var sera ringur
stemningur henda
dagin. Eingin segði
nakað serligt. Fólk
ynsktu faktiskt bara
hvørjum øðrum
»gleðilig jól«, tí
tey væntaðu ikki
at fara til arbeiðis
aftur hesumegin
høgtíðina, sigur eitt
av starvsfólkunum,
Bergur á Kósini.
Hann hevur arbeitt
her tey seinastu 31
árini
FiskaFólk
Snorri Brend
Orð&myndir: Snorri Brend
Kósin, Klaksvík: - Nei, tað
var ikki so stuttligt at vera
til arbeiðis henda fríggja-
dagin, slær hann fast.
Hesin 46 ára gamli klaks-
víkingurin hevur havt mang-
an góðan arbeiðsdag her á
Kósini, síðani hann fyrstu
ferð fór til arbeiðis ein dag
í mars mánaði 1977.
Tá Sosialurin vitjaði í
saltfiskinum á Kósini fyrra-
partin í gjár, vóru tey eini
12-15 fólk til arbeiðis. Upp-
gávan hjá Bergur var at
koyra fiskin til og frá ar-
beiðsborðunum.
Men Bergur hevur tó eis-
ini upplivað tað keðiliga
støðuna, tað er at verða
sagdur úr starvi. Hetta
hendi fyri 16 árum síðani,
tá virkið fór av knóranum.
- Hetta var ein øgiliga
snedig kensla, skal eg siga
tær. Ein kom líkasum bara í
eina bíðistøðu, har ein
hvørki visti út ella inn,
greiðir Bergur á Kósini frá.
Í hesum døgum eru útlitini
fyri, at tað sama skal henda
einaferð enn rættiliga stór.
Men hetta ynskja hvørki hann
ella nakar annar í Klaksvík
skal henda aftur nú:
- Eg minnist væl, hvussu
stórar og óhepnar ringvirkn-
ingar hetta hevði á býarlívið.
Tað bleiv so sera friðarligt í
býnum. Hetta var ein trong
tíð hjá mongum hjúnum, men
tíbetur reistu vit okkum aftur.
Sjálvur var hann yngri og
leysur tá. Í dag er støðan
hjá Bergur á Kósini øðrvísi:
Hann keypti hús fyri 14
árum síðani. Hann er síðani
vorðin giftur við filipinskari
kvinnu sum eisini hevur
arbeitt á virkinum. Tey eiga
eitt barn. Og hann hevur
fyri stuttum keypt sær
nýggjan bil.
- Ein hevur síni forpliktils-
ir. Nei, tað má ikki ganga
ov leingi, har einki arbeiði
er her á virkinum!
Okkurt má »ske«
Fyrrapartin í gjár var Berg-
ur sum vanligt til arbeiðis á
Kósini, saman við øðrum
av starvsfelagum sínum.
Tað er týðiligt at merkja,
at fólk eru álvarsom, nú líkt
er til at grundarlagið undir
virkinum er burtur. Tey eru
til arbeiðis í dag, men spurn-
ingurin er hvussu leingi
aftrat:
- Í dag pakka vit saltað
longufløk til europeiska
meginlandið. Sovítt sum vit
vita, verður arbeiði í øllum
førum hesa vikuna og
kanska nakað út í næstu
viku aftrat.
- Spurningurin, sum vit
øll her á virkinum seta okk-
um, er hin einfaldi: -
Hvussu leingi aftrat verða
vit til arbeiðis her í salt-
fiskinum?!
Sjálvur roknar hann við
at vera til arbeiðis nakrar
dagar í komandi viku, men
alt er enn í tí óvissa. Tí,
sum Bergur sigur:
- Tað verður tosað um at
ein loysn er á veg, og at
menn her í Klaksvík eru
sinnaðir at seta pening í
fyritøkuna. Vit vita ikki
hvat vit skulu trúgva, tí vit
hoyra eisini aðrastaðni frá,
at tað eru ikki so positiv út-
lit kortini.
- Men satt at siga, so
ynskja vit bara, at onkur
loysn verður sett í verk
skjótt, so at alt virksemið
ikki steðgar upp. Vit vóna
bara, at tað sker okkurt tann
rætta vegin beinanvegin,
slær Bergur á Kósini fast.
Hann verður avbrotin í
samrøðuni við Sosialin, tí
boð eru eftir honum: Ein
kassi við avfalli skal flytast,
og tað er bert hann sum
trukkførari, ið kann gera
tað.
– Vit liva í óvissu her á Kósini
Als eingin hjálp úr ALS
Eins og so mong onnur í Klaksvík er líkt til, at Bergur á Kósini í næstum
verður noyddur at venda sær til Arbeiðsloysisskipanina.
Hetta dámar honum ikki serliga væl, tí sum hann sigur tað: - ALS er lítið
gevandi og veitir okkum lítla hjálp!
Tá ein ikki fær fulla viku á einum arbeiðspláss, er tann fyrsti dagurin ella
teir fyrstu átta tímarnir fyri egnari ábyrgd.
Hinvegin vísir tað seg, at tey fæstu koma uppá 70 kr. um tíman frá ALS,
meðan onnur ikki fáa meiri enn góðar 50 krónur í arbeiðsloysisstuðli.
- Nei henda skipanin riggar ikki nóg væl!
- Eg kann ikki ímynda mær annað, enn at gongd fer aftur at koma á virkið her í Klaksvík, sigur Bergur á Kósini, sum hevur arbeitt her í samfull 31 ár