Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 • 21. november 2008 Vikuskifti 24 Her kunnu tit teir næstu mánaðirnar í Vikuskiftinum í Sosial­ inum fylgja okkum á okkara áhugaverdu fjakkaraferð við áhuga­ verdum ferðafrásøg­ num. Í stuttum kann man siga, at vit eru tveir ungir mans, sum fara á fjakkaraferð í Jamaica, Kuba og Amerika í tíðarskeiði­ num 22. november – 15. januar Vit eru tveir ungir mans, Atli Petersen og Hanus Eliasen, sum eru ávikavist 23 og 24 ára gamlir. Eftir at hava lokið studentspróv fyri trimum árum síðani, hevur Hanus havt ymisk arbeiði og roynt seg á ymiskum økjum, m. a. hevur hann gingið á ítróttarskúla í Århus í hálvt ár, har hann hevði fótbólt sum høvuðsfak. Hanus er íðin fótbóltspælari og var við til at vinna føroyameistarheitið og steypakappingina við EB/Streymi í ár. Annars er Hanus ein partur av 1. liðið hjá ÍF-flogbólti. Hanus arbeiðir í dag sum stuðul hjá einum dreingi av Kambsdali, og her er hann fallin ógvuliga væl til. Atli er, sum Hanus, eisini ein íðin ítróttarmaður, og er við til at manna 1. liðshópin hjá for- mulaliðinum úr Fuglafirði. Hann varð liðugur á Handilsskúlanum fyri tveimum árum síðani, og eftir hetta hevur hann nomið sær vitan á ymiskum arbeiðsøkjum, m.a. ítróttarhandli og í barnagarði. Atli arbeiður í dag sum sølumaður og kundaráðgevi í heimasíðuvirkinum Knassar, har hann hevur verið í nærum eitt ár. Tey flestu hava ein ella annan longsul at fara at fjakka, og vit eru ikki undantakið. Í síðsta summar var annar av okkum – Atli - við einum vinmanni runt í Evropa og fjakkaði. Hetta mettaði als ikki hansara tørv, og tí hevur tankin gingið runt og malið í høvdinum á honum síðan tá. Og fyri Hanusa vegna, so hevur hann altíð havt ein sera góðan hug at fjakka, men tað hevur ongantíð ligið veruliga fyri hjá honum, tí fótbóltur og flogbóltur hava altíð verið á ein ella annan hátt ein forðing. Og av tí at vit báðir eru vinir frá barnsbeini, so hildu vit tað at verða rættuliga nærlagt, at man fór at taka eina fjakkaraferð saman. Grundin til at vit júst hava valt hesi ferðamál, er grundað á støðini og tíðspunktini, sum vit hava valt at ferðast í. Høvuðsgrundin til at vit velja júst hesa árstíðina at ferðast í, er tí vit báðir eru virknir innan fótbóltin, og hetta er tíðin, har tað er friður frá fótbóltinum – har báðir spæla við ÍF. Ein onnur grund er eisini tann, at vit vilja uppliva tann stóra og glæsiliga amerikanska stemningin, sum er í jólamánaðinum. Ferðaleiðin hjá okkum umfatar eisini Jamaica, Kuba og Mexico. Vit hava valt hetta fyri at okkara fjakkaraferð eisini skal hava ein meira eksotiskan og øðrvísi dám. Vit høvdu nøkur ferðamál, sum vit vildu til, men vit vistu ikki veruliga, hvussu vit skuldu seta hesi saman. Men vit góðari hjálp frá Fonn Flog komu vit á mál og vilja takka fyri góða tænastu. Okkara ferð byrjar 22. novemb- ur, har vit flúgva frá Føroyum. Fyri at tryggingin skal taka við, so mugu vit yvirnátta í Keypmanna- havn. 24. novembur flúgva vit til Jamaica, har vit millumlenda í Miami. Í Jamaica, halda vit, er nógv áhugaverd støð. Her ætla vit okkum m. a. at kava í sjónum og vitja nøkur støð, sum vit halda verða áhugaverd, m. a. Bob Marley Museum. Okkara næsti steðgur verður í Kuba, tí vit meta at tað er eitt must at uppliva, tí mentanin og atmosferan, sum er í hesum landi við einari tílíkari spennandi søgu. Fyri at fáa visum til Kuba máttu vit bíleggja tvær nætur á einum hotelli. Og Fonn Flog hevur skipað fyri, at vit eisini fáa sight-seeing í prísinum. Eftir at hava verið í Kuba í smáar fýra dagar, leggja vit leiðina til Miami. Men tað áhugaverda við hesari ferð er, at vit mugu millumlenda í Jamaica, grundað á spentu forholdini millum Kuba og Amerika. Vit leiga ein bil í Miami, sum vit skulu lata inn í New York 22. desembur. Og leiðin gongur tí frá Miami til New York upp á umleið 22 dagar, har vit uppliva stórbýir og søgulig og kend støð, so sum Disney World, Kennedy Spacecentre, Atlanta City (World of Coca Cola), Memp- his (Graceland), Chicago og Washington. Eftir at hava hildið jól í The Big Apple, flúgva vit vestur til Las Vegas, har vit koma at uppliva ársskiftið í hesum stórliga býi. Frá Las Vegas leiga vit aftur ein bil, sum skal latast inn níggju dagar seinni í Los Angeles. Í hesum tíðarskeiðinum fara vit til støð so sum Hoover Dam, Grand Canyon og San Diego. Vit steðga á í nakrar dagar í Los Angeles, fyri at vitja støð so sum Hollywood. Eftir hetta flúgva vit til Mexico City, har vit verða í fýra dagar. Hetta er mest fyri eyga at uppliva leivdinar av tí gomlu mentanum, her hugsa vit um pyramidur og annað. Eftir hetta leggja vit leiðina heim. Fyri at sleppa til Keyp- mannahavn, mugu vit millumlenda í París. So í 17. januar er okkara ævintýr liðugt. Við okkara tilfari kann lesarin vænta sær at verða heitur um hjarta í hesum køldu mánaðunum, har jóla- og familjuhugni verður settur í hásæti. Her fær hann betri innlit um kend støð, sum vit dagliga hoyra um í filmi, í skúlanum og í miðlunum. Ein fastur táttur, sum vit fara at hava, er at hava eina samrøðu við ein lokalan persón, har vit ætla spyrja nakrar viðkomandi spurningar í jólamánaðinum. Ein annar fastur táttur verð- ur, at vit fara at hava eina faktaboks, sum inniheldur fakta um tað staðið, sum er umrøtt í tí ferðafrásøgnini. Eitt annað, sum vit eisini kunnu lokka lesarnar við, er at vit fara hvørja ferð koma við áhugaverdum myndum, sum innihald m. a. sól, Disneyland, rúmdarstøð, Graceland, jól í New York og nýttár í Las Vegas. Eisini hava vit gjørt ein myspace profil til endamálið, og hann er á www.myspace.com/hanusogatli ________________________ Atli Petersen og Hanus Eliasen Ungir fuglfirðingar halda jól í The Big Apple Hanus Eliasen og Atli Petersen fara á fjakkaraferð til Kuba, Jamaica og Amerika, og teir fara at skriva onkrar ferðafrásagnir hagani