Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 225 - 21. november 2008 - Ja, tú sært vit vilja gera okkara besta, eisini hóast útlitini ikki eru av teimum bestu! Ikki aftur nú! Tað hevur leingi verið tosað um, at tað bar skeivan veg við bæði hjá trolarum og fiskavirkinum í Klaksvík. Myrk skýggj hava í eina tíð hingið yvir hesum fiski- vinnuhøvuðsstaði okkara. Í farnu viku var tað komið so mikið langt, at leiðsla og starvsfólk kundu staðfesta, at eingin fiskur var eftir at arbeiða á landi. Einki av fiskafólkunum á Kósini er tó sagt úr starvi, men ein veruleiki er kortini hann, at fríggjadagin í farnu viku var seinasti dagur hjá flestu av teimum hundrað- tals fólkunum, sum hava havt sítt dagliga arbeiði og grundarlag fyri inntøku síni á virkinum á Kósini. Tann nú 46 ára gamli Bergur arbeiddi eisini á virkinum, tá tað fór av knóranum í 1992/93. Og so hvørt sum farna vikan gekk og eingin loysn var at hóma, kom henda hugsanin oftari og oftari til hansara: - Onei, ikki aftur nú! Ikki aftur nú!! Tey flakafólkini sum upp- livdu tað fyri 16 árum, tey líkasum kendu symptomini aftur hesaferð: Tað gekk ikki ov væl hjá bátunum. Eingin fiskur var at arbeiða undan á virkinum. Olju- prísurin er í hægra lagi. Út frá hesum vóru tí ikki so góð útlit fyri framhaldandi virksemi, bæði á sjógvi og á landi. - Letur virkið aftur, so má okkurt heima hjá okkum reduserast. Hetta verður ikki lætt! Ymisk tíðindi Á einum starvsfólkafundi herfyri fingu Bergur og hini upplýst, at virkið sjálvt bar seg nøkulunda. Men tey fingu samstundis at vita, at bátarnir høvdu drigið niður- eftir. Teir høvdu havt ov ójavnt fiskarí, og høvdu ofta verið noyddir at bróta túrar av, orsakað av breki. - Nú lesa vit so í bløðun- um, at tað faktiskt hevur verið undirskot í eini tvey ár. Tí er kanska ikki tann stóri áhugin hjá øðrum at keypa teir. - Vit fingu so eisini at vita, at um bátarnir fara úr Klaksvík, so verður nógv minni arbeiði á virkinum. Men stjórin segði kortini, at virkið verður ikki stongt sum so, men at teir ætlaðu at keypa fisk aðrastaðni frá. Hetta vóru góð tíðindi hjá fiskafólkinum, men hin- vegin gjørdust tey eitt sind- ur ørkymlað av øðrum tíð- indum sum søgdu, at virkið fer í gjaldssteðg um teir ikki fáa bátarnir. - So beint nú veit eg ikki rættiliga, hvat eg skal trúgva og halda. Er tað so, - so ljóð- ar tað eitt sindur skuffandi! Spyrja seg fyri Bergur á Kósini er kanska í eini meiri hepnari støðu enn mangir av starvsfelag- um sínum. Hann hevur ikki nýggj hús og so ovurhonds stórt lán, men peningur skal kortini til at gjalda tær føstu útreiðslurnar til húsarhald- ið. Tey hava eitt barn í barna- garði. Spurningurin er, um tey framhaldandi skulu gera tað. Taka tey tað úr barna- garðinum, sleppur tað so inn aftur beinanvegin, um nú foreldrini fáa arbeiðs- boð? Bergur hevur tó prógv sum trukkførari og hevur arbeitt her á Kósini, men er samstundis læntur út til onnur ella hevur arbeitt har eftir loknan arbeiðsdag, millum annað á Skipafelag- num ella hjá Bergfrost í Fuglafirði. - Tað hevur hjálpt væl til, tá tað var í minna lagi at gera her á virkinum, stað- festir Bergur. Á hesum støðum taka teir ikki í løtuni fólk inn til fast arbeiði, og tí hvørki vil ella kann Bergur ikki á nakran hátt sleppa arbeiðsplássi sínum, sum hann hevur tænt í øll hesi 31 árini. Hann staðfestir samstund- is, at tað er ikki so nógv annað at fara til í Klaksvík, um virksemið á Kósini steðgar upp í næstum. - Vit eru ikki søgd úr starvi enn, men hvat alterna- tiv hava vit? Eg kann altíð royna at spyrja meg fyri hjá onkrari aðrari fyritøkum, til dømis innan alivinnuna ella aðrastaðni um tey koma at mangla fólk. - Eg havi ongatíð verið á sjónum. Tað er eitt sindur soleiðis ... tú veit. Ein skal hava ávís skeið at fara til skips – til dømis trygdar- skeið - og tað kostar jú eisini pening. - At skula missa sítt inn- tøkugrundarlag beint nú, var ikki júst tað sum ein hevur mest brúk fyri! – Eg stúri ikki fyri framtíðini Fyri arbeiðsfólkini á Kósini er heilt natúr­ ligt, at tey munnu hugsa nógv um fram­ tíðina. Serliga tey, har bæði maður og kona hava sína inntøku frá hesum staði. Hetta sama gera Bergur og filipinska kona hansara eisini. Hóast tey kanska ikki beinleiðis óttast fram­ tíðina, tekur hann kortini soleiðis til: ­ Eg veit ikki rætti­ liga. Eg haldi ikki, at eg eri komin inn í ta fasuna at stúra enn. Hetta er kanska nak­ að sum ein roynir at skjóta út, ­ hetta, at tað yvirhøvur fer at koma so langt sum nógv halda, at einki fiskaarbeiði verður her. ­ Vit vita bara tað, at her í Klaksvík fer tað at vera sera illa statt uttan inntøkur­ nar hjá virkinum. Verða tað ikki verandi eigarar sum taka virk­ semið uppaftur, so vóna vit at onkur ann­ ar fer at koyra tað víð­ ari. - Vit vóna, at vit sleppa at halda fram í arbeiði okkara her á Kósini. Tað er ikki serliga stuttligt at vera arbeiðsleysur, sigur Bergur á Kósini »At skula missa sítt inntøkugrundar­ lag beint nú, var ikki júst tað sum ein hevur mest brúk fyri!«