fríggjadagur 21. november 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 • 21. november 2008
Vikuskifti
5
Ein av nýggjaru bókunum,
»Bloody Treason« hjá Noel
Twyman, viðger alla søguna frá
byrjan av og upp til útkomuna
(1997). Bókin leggur fyri dagin
eina vælumtókta teori um, hvussu
og hvør myrdi Kennedy.
Flestu teoriir hava mafiuna
inni í myndini, so ella so, og har
finna vit eisini CIA. Somuleiðis
tykist fyrrverandi FBI-ovastin,
James Edgar Hoover, hava ein
framstandandi leiklut. Og allir
tríggir felagsskapir tykjast eisini
hava góð motiv fyri at beina John
Kennedy av vegnum.
Innrásin í Svínavíkini í 1961 er í
miðdeplinum. Hetta var ein ætlan
hjá CIA, sum Kennedy arvaði eftir
Eisenhower-stjórnini, og Kennedy
gav CIA grønt ljós við teirri treyt,
at amerikanskir hermenn ikki
beinleiðis luttóku í innrásini.
Tað vísti seg skjótt, at innrásin
als ikki gekk sum ætlað, tí deils
fóru cubansku hermenninir ikki í
part við eksilcubanarunum, sum
gjørdu innrás, og deils gjørdu teir
landgongd í einum sumpumráði
ið gjørdi, at innrásmenninir vóru
reinar skjótiskivur.
CIA bað forsetan um hjálp frá
flogvápninum, men Kennedy stóð
fast við sítt. Úrslitið var, at teir,
sum ikki vórðu dripnir, vórðu tiknir
fangar.
Alment tók Kennedy ábyrgdina
á seg, men innan stjórnina lovaði
hann at spreingja CIA í »túsund
petti«.
Eisini mafian var beisk.
Hon hevði av øllum alvi hjálpt
Kennedy í valinum í teirri vón
og trúgv, at hann fór at vinna
teimum gevandi casinoini á
Cuba aftur úr klórnum á Castro.
Í staðin fór Kennedy við yngra
bróðrinum, Bobby (Robert)
sum løgmálaráðharra, undir
størstu jagstranina av skipaðum
kriminaliteti í amerikanskari søgu.
Eitt nú fekk hann Sam Giancana,
mafiabossin í Chicago, útvístan
úr USA.
At enda var tað James Edgar
Hoover, sum eisini hevði áhuga
í, at fáa Kennedy burtur úr Hvítu
Húsunum. Tí hóast hann hevði
klípur á Kennedy-brøðrunum,
so hevði John Kennedy í kvitta-
num at seta Hoover frá, tá
hann (Kennedy) tók við seinna
skeiðnum sum forseti.
So allir tríggir felagsskapir
høvdu einki at vinna og nógv at
tapa, um Kennedy helt fram í
Hvítu Húsunum. Og í roynd og
veru kundu teir síggja fram ímóti í
ringasta føri 24 árum við Kennedy
í Hvítu Húsunum.
Í dag vita vit, at tað bert gjørd-
ist til 1000 dagar tilsamans. Tað
syrgdi Shiran Shiran (ella var tað
hann?) fyri á Hotel Ambassador í
Los Angeles 5. juni 1968, meðan
Teddy (Edward) sjálvur syrgdi fyri
sínari lagnu við Chappaquiddick
brúnna 18. juli 1969, tá hann
rendi bil sín út av brúnni, nakað,
sum kostaði 29 ára gomlu
Mary Jo Kopechne lívið (hetta
inspireraði Simon & Garfunkel til
hit teirra frá 1970 »Bridge Over
Troubled Water«)
Ein seinni kanning, »House Select
Committee on Assassinations«,
varð sett í verk í 1977, eftir
at almenningurin eins væl og
politikarar vórðu á gosi, eftir
at sonevndi Zapruter-filmurin
á fyrsta sinni varð vístur í
almennum amerikanskum
sjónvarpi í 1975.
Kravið var, at hugt varð nærri
at morðinum á Kennedy, forseta,
og eisini ivasama morðinum á
Martin Luther King, ið var skotin
4. apríl 1968 á balkongini á einum
motelli í Memphis, Tennessee,
eitt morð, sum ein James Earl
Rey fekk skuldina fyri.
Tað vísti seg, at ein mikrofon
hjá einum av motorsúklu politist-
unum hevði sett seg fasta, og hon
upptók sjálvt morðið. Við hjálp av
aukustiskum upptøkum á Dealey
Plaza (økið í downtown í Dallas,
har morðið fór fram) fann HSCA
fram til, at skotin vórðu fýra skot
og ikki trý. Eitt av skotunum var
latið av framman fyri og til høgru
fyri forsetabilin, altso á Grassy
Knoll, so sum vitni høvdu sagt.
Men hóast niðurstøðan var, at
talan við 99,9% vissu var um eina
samansvørjing, so gjørdi HSCA
av, at Oswald var hin einasti, sum
rakti Kennedy, og tí hin seki.
Við í frásøgnina um morðið á
Kennedy hoyrir eisini, at langa
leið frá morðstaðnum á Dealey
Plaza varð ein løgreglumaður,
J. D. Tippit, myrdur. Hann var
eftir øllum at døma einasti
løgreglumaður, sum ikki fekk
boð um at luttaka í kanningar-
arbeiðinum í sambandi við
forsetamorðið. Tvørtur ímóti
fekk hann boð um at halda seg
í friðarliga íbúðarøkinum, Oak
Cliff, og »vera til reiðar, um nakað
skuldi hent«.
Hetta morðið varð eisini
tilskrivað Lee Harvey Oswald,
men eisini her hevði Warren-
nevndin sínar trupulleikar við at
fáa Oswald at passa til prógvini
– so teir passaðu prógvini til
Oswald, so sum Mark Lane og
aðrir konspiratoristar vilja verða
við.
Keldur:
Presidents Commission on the
Assassination of President John
F. Kennedy
Rush to Judgement, eftir Mark
Lane
High Treason 2, eftir Harrison
Edward Livingstone
Bloody Treason, eftir Noel
Twyman
Best Evidence, eftir David Lifton
Hendingagongdin
John Fitzgerald Kenedy
varð skotin fríggjadagin 22.
desember 1963 klokkan 12.30
á Elm Street á Dealey Plaza í
downtown Dallas, Texas.
Tveir tímar seinni var Lee
Harvey Oswald handtikin
í Texas Theatre, har hann
hevði snýkt seg inn at hyggja
at filmunum Cry of Battle og
War is Hell.
Hóast hann var avhoyrdur
fleiri ferðir millum klokkan
14.30 fríggjadagin til
sunnumorgun klokkan 11.21,
tá hann fastur í hondjørnum
við Jim Leavelle, detektiv,
varð skotin og myrdur av
Jack Ruby, so finst hvørki
bandupptøka ella niður-
skrivað notatir av hesum
avhoyringum.
Lee Harvey Oswald var
sagdur deyður at vera
snøggliga 48 tímar og
sjey minuttir eftir, at John
Fitzgerald Kennedy varð
sagdur deyður at vera á júst
sama borði í Trauma Room
One á Parkland Memorial
Hospital.
Jack Ruby bønaði og bað
Warren-nevndina um at taka
hann til Washington at vitna,
tí »her (í Dallas) fáa tit aldrin
sannleikan at vita frá mær«.
Warren-nevndin noktaði.
Jack Ruby doyði í fongslinum
í Dallas av krabbameini í
1967.
»If we cannot end now our differences, at least we can help make the world safe for diversity. For,
in the final analysis, our most common link is that we all inhabit this planet. We all breathe the
same air. We all cherish our children’s future. And we are all mortal«.
John F. Kennedy í talu við American University, Washington D.C. juni 1963
Ein slík grein er alt ov stutt
at greiða frá málinum um
Kennedy-morðið, tí tað eru
so nógvar síður í málinum.
Men fyri tey, sum eru áhugað
í málinum, kann eg upplýsa,
at um tit fara inn á t.d.
amazon og leita eftir »kennedy
assassination« koma í hundrað
tali av áhugaverdum bókum
fram. Eisini ber til at »googla«
við somu leitiorðum.
Einasti Secret Service-agentur, sum reageraði upp á skotini, var Clint Hill. Hann leyp av »follow-up«-bilinum og rann
fram til forsetabilin. Á myndini er hann komin upp á forsetabilin, har hann trýstir Jacqueline Kennedy niður í setrið
aftur og leggur seg oman á forsetaparið, fyri at verja tey ímóti fleiri skotum
Sosialurin
bar tíðindini
um morðið á
Kennedy forseta
longu dagin eftir