fríggjadagur 21. november 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 225 - 21. november 2008
Hóast Mariann
Poulsen alment í sjón
varpi hevur ávarað
aðrar kvinnur móti
at lata seg tøla av
ferfaldað drápsmann
inum Peter Lundin,
var hon kortini
og vitjaði hann í
Statsfongslinum í
Horsens í gár
LUNDIN-MÁLIÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
»Latið verða við at seta
tykkum í samband við
hann, uttan mun til hvat
hann skrivar í einum brævi.
Latið tykkum ikki lumpa«.
Soleiðis ávaraði Mariann
Poulsen kvinnur alment í
sovæl »Go’ aften, Danmark«
sum í QTV, hjá Pernille
Aalund móti Peter Lundin.
Men hendan ávaringin er
eftir øllum at døma ikki
galdandi fyri Mariann sjálva.
Í hvussu er setti hon tríggjar
tímar av til at vitja Peter
Lundin í Statsfongslinum í
Horsens seinnapartin í gjár.
Ekstrablaðið fylgdi før
oysku
gentuni,
tá
hon
klokkan 16.20 danska tíð
fór inn í Statsfongslið í
Horsens at vitja hennara nú
eksmann, hópdrápsmannin
Peter Lundin.
At tey bæði nú eru skild
váttar
sakførarin
hjá
Mariann Poulsen, Jógvan
Páll Lassen. Hann sigur
eisini, at hann ikki hevur
havt samband við kanska
mest kenda føroyingin í
danska ríkinum í løtuni,
síðani
hjúnarskilnaðurin
var avgreiddur.
Um tað var í eini roynd
ikki at verða kend aftur skal
ikki kunna sigast, men
Mariann
Poulsen
hevði
litað brúnu lokkarnar ljósar,
eins og myndin sýnir.
Sambært Ekstrablaðnum
hevði 24ára gamla Mariann
Poulsen stóran skund, tá
hon eftir trimum tímum í
»selskapi« við eksmannin
kom út úr Statsfongslinum
aftur, so stóran skund, at
blaðmenninir ikki fingu
orðið á kenda føroyingin.
Men Mariann Poulsen
hevði kortini eina ávísa
trongd at »forklára« seg, tí
seinni í gjárkvøldið ringdi
hon til Tobias Schultz,
blaðmann á Ekstrablaðnum,
sum hevur fylgt málinum
gjølla líka síðani tað tók
seg upp.
Erotisk hugbinding
Mariann
Poulsen
hevur
verið ógvuliga lítið frammi
í føroyskum fjølmiðlum,
men hevur ikki hildið seg
aftur, tá tað eru danskir
blaðmenn, sum hava vilja
havt orðið á hana.
Og tað hevur ikki skortað
við ávaringum til aðrar
kvinnur frá nú fráskildu
føroysku Mariann Poulsen.
Latið verða við at seta
tykkum í samband við
hann, uttan mun til hvat
hann skrivar í einum brævi.
Latið tykkum ikki lumpa.
Og tað er ikki bara galdandi
fyri hann, men fyri allar,
sum hava psykopatiskar
ábendingar. Hann fer at
verða ótrúgvur og gera tápu
lig ting aftur, segði Mariann
Pojulsen
í
»Go’
aften
Danmark«.
Og tað eru ikki meiri enn
tíggju dagar síðani ein
táravætað Mariann Poulsen
aftur var at síggja á skíggj
anum í sendingini QTV hjá
Pernille Aalund. Har av
dúkaði hon, at Peter Lundin
hevði hugbundið hana við
vøkrum orðum – og einum
mannligum likamsluti, sum
er kendur fyri at breiða
gleði millum kvinnur, sum
Ekstrablaðið málber seg.
Ein erotisk hugbingind,
sum Mariann Poulsen kallaði
tað í sjónvarpssendingini.
Ringdi til Tobias
Um tað var tann sannroynd,
at Ekstrablaðið avdúkaði
hana, tá hon aftur vitjaði
Lundin í fongslinum, ella
tað vóru aðrar orsøkir, er ilt
at siga, men undir øllum
umstøðum valdi Mariann
Poulsen at ringja til Tobias
Schultz, blaðmann á Ekstra
blaðnum, fyri at »forklára«
seg.
Eg vitjaði Peter í fongsl
inum eina seinastu ferð fyri
at enda alt á ein virðiligan
hátt. Tað er hent so nógv
síðani vit vórðu gift, og
hann hevði so nógv at siga
mær, og eg hevði eisini
nógv at siga honum, segði
Mariann Poulsen við Tobias
Schultz.
Vit hava bæði verið ein
rættiliga
túr
gjøgnum
miðlamylluna,
og
nógv
hevur verið sagt og skrivað.
Tað hevur verið hart fyri
okkum bæði.
Eg kendi, at tað rættasta
var, at vit hittust eina sein
astu ferð fyri at tosa út um
tingini. Vit hava jú elskað
hvønannan og verið gift...
Eg eri ógvuliga fegin um,
at eg fekk endað tað við
hann á ein virðiligan hátt.
So eg eri lættað, men eisini
kedd. Hetta er ein syrgiligur
máti at enda eitt parlag
uppá,
segði
Mariann
Poulsen við Tobias Schutlz.
Men hetta var so tað. Eg
fari ongantíð at síggja hann
aftur, bedýraði hon fyri
Ekstrablaðnum.
Tobias Schultz sigur við
Sosialin, at Mariann ljóðaði
avklárað, tá hon segði hetta
møtið við Lundin ikki bert
var endin á forholdinum
teirra millum, men eisini
endin á einum tíðarskeiði í
hennara lívi, har hon hevur
lært bæði eitt og annað.
Heim til Føroya
Sambært Mariann sjálvari
er eitt kapittul í lívi hennara
nú liðugt skrivað, og nú vil
hon fegin sleppa burtur frá
øllum.
Tá eg kom niður aftur
til Danmarkar úr Føroyum,
eftir at hava verið heima
eftir dóttir míni, læs eg alt
tað, sum Ekstrablaðið hevði
skrivað. Og tað var í veru
leikanum bara sannleikin,
sum kom fram. Og tað er jú
í lagi. Eisini fyri meg, segði
Mariann Poulsen.
Okkurt er tó íspunnið,
heldur hon, treyðugt so.
Mariann Poulsen váttar
annars fyri Tobias Schultz,
at hon ætlar sær at flyta
heim til Føroya nú. Men
ikki með alla.
Eg fari heim í eina tíð
fyri at sleppa burtur frá
øllum og fáa fríska luft
aftur. Mær leingist eisini at
síggja familjuna aftur og
gera tað, sum er best fyri
hana. Men eg komi aftur til
Danmarkar at gera meg
lidna við pedagogútbúgv
ingina,
sigur
Mariann
Poulsen við Tobias Schultz.
Við Sosialin sigur danski
blaðmaðurin, at vit ikki
skulu
royna
at
skilja
Mariann Poulsen.
Eg gjørdi tann feilin, at
eg
analyseraði
Mariann
Poulsen á sama hátt, sum
eg vanliga analyseri øll
onnur. Men tað skal mann
ikki gera. Vit hava øll
okkurt, sum onnur – og
kanska vit sjálvi eisini –
ikki skilja, og Mariann
Poulsen hevur so hesa hug
bindingina av Peter Lundin.
Í dag analyseri eg hana ikki.
Eg lati tað bara koma, lurti
bara, sigur Tobias Schultz
við Sosialurin.
Vit hava verið í samband
við Mariann Poulsen, men
hon
hevur
ongar
við
merkingar til málið.
Mariann aftur hjá Lundin
Tobias Schultz, blaðmaður
á Ekstrablaðnum. Mariann
Poulsen ringdi til hansara í
gjárkvøldið fyri at »forklára« seg
Mynd: Jens Kristian Vang
Mariann Poulsen var aftur í gjár og vitjaði Peter Lundin í Statsfongslinum í Horsens. Hon hevur
nú bleikt brúnu lokkarnar. Klokkan 19.40 kemur hon út úr fongslinum, kekkan fartelefonina,
áðrenn hon fer í bilin og koyrir avstað
Mynd: Henrik Kastenskov
Familjuleikurin Í Geyma í Norðurlandahúsinum
Eftir premieruna av leikinum Í Geyma hjá Tjóðpalli Føroya í Norðurlandahúsinum, vóru nógv fagnaðarorð at hoyra, bæði
frá ummælarum og áskoðarunum. Leikurin hevur verði væl vitjaður, útselt hevur verði til so gott sum allar sýningarnar,
men nú nærkast seinastu sýningarnar. Leikurin, sum hevði premieru 7. november, er ein nýggjur føroyskur sjónleikur, har
átta av mest evnaríku sjónleikarunum hava átikið sær at geva fleiri enn 30 skepilsum lív á palli. Skepilsini stava frá væl
umtóktu bókini Í Geyma hjá Dániali Hoydal. Sjónleikurin er visuellur og fullur av keipuleiki, dukkusjónleiki og »faldpå
halen« komediu, men eisini vøkrum og inniligum løtum. Tríggir tónleikarar spæla live á pallinum allan leikin og eru ein
týðandi partur av framførsluni, ið eisini umfatar 6 nýggjar sangir so sum »Rótasúpan« og »Prumpirumpuvísa«. Seinasta
sýning av Í Geyma verður sunnudagin 23. november.