Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 • 21. november 2008 Vikuskifti 6 Jennifer er bæði blíð og týð, tá eg støkki inn á góvið ‘úti á land’ í Fuglafirði henda ikki sørt kalda og illfýsna novemberdagin. Inni í lítlu húsunum er tó bæði fjálgt og gott, og beinanvegin koma vit í gott prát. Jennifer býr tætt við San Fransisco, men vitjar rættiliga ofta í Føroyum. Hesuferð er vitjanin rættiliga sermerkt, tí sunnudagin gevur Jennifer út bók um pápa sín úr Fuglafirði, sum fór til skips heilt ungur og ongantíð vendi aftur til heimbygdina. Loyndarmálið lokkaði Tá fyrsti temunnurin er farin niðurum, spyrji eg Jennifer, hví hon hevur valt at siga søguna um pápa sín. – Ja, góður spurningur, sigur hon og smílist. - Eg haldi sjálvandi, at søgan er áhugaverd og hevur nakað upp á hjartað. Pápi tosaði ongantíð um Føroyar og fortíðina, og tað var kanska júst tað, ið birti ein longsul og forvitni í mær at finna føroysku røtur mínar. Eg hugsaði tó mest um at finna staðið, tí eg væntaði ikki at finna familju, men eg vónaði tað sjálvsagt. Uttan at blunka kann eg so avgjørt siga, at eg havi funnið so nógv meiri, enn eg nakrantíð hevði torað at droymt um. Eg eri vorðin so ómetaliga forelskað í øllum her, serstakliga hámeti eg tað virði, tit leggja í familju- og vinabond. Tilvildarlig byrjan Á ein hátt er tað rættiliga tilvildar- ligt, at Jennnifer fór undir bókina. Hon vitjaði í Føroyum fyrstu ferð í 1997 og skrivaði tá eitt rættiliga langt bræv og tók nógvar myndir til systkini heima í USA. Tað sama gjørdi hon árið eftir, tá hon aftur var her. - Tað, sum eg ikki visti av, var, at systkin míni gjørdu nógv burturúr at vísa og siga fólki frá øllum tí, eg upplivdi her. Eg hugsi, at áhugin, tey sýndu, líkasum birti tankan um eina bók. Eg, maður mín og bæði børn okkara vitjaðu Føroyar tíðliga í 1999, og í november sama ár doyði maður mín av krabbameini. Hesa tíðina var sjálvsagt ikki lætt at seta seg við penninum, men eina tíð eftir deyða hansara hugsaði eg við mær sjálvum, at nú skuldi eg fara í gongd, sigur Jennifer. Hon greiðir frá, at tað sjálvsagt var ein long tilgongd at koma á lagið, og tað tók henni eisini eini tvey til trý ár at skriva bókina. Ætlanin var at geva hana út í USA, men tað varð av ongum. Ístaðin er bókin snikkað soleiðis saman, at hon skal vera áhugaverd fyri føroyska lesaran. - Eg havi fingið sera góða og professionella hjálp frá útgevaranum og øðrum góðum vinum, og í juni í ár var føroyska týðingin liðug. Síðani er tað síðsta so fingið frá hondini, og Gátan um saknaða so Pápi hennara tosaði ongantíð um Føroyar og fortíðina, og tað var kanska júst tað, ið birti ein longsul og forvitni í amerikonsku Jennifer Henke at finna sínar føroysku røtur. Nú gevur 62 ára gamla Jennifer út bók um merkisverdu ferð sína aftur í fortíðina, sum eisini loysti gátuna um saknaða sonin í Fuglafirði Portrett Bárður á Lakjuni – Pápi tosaði ongantíð um Føroyar og fortíðina, og tað var kanska júst tað, ið birti ein longsul og forvitni í mær at finna føroysku røtur mínar, sigur 62 ára gamla amerikanska Jennifer Henke Saknaði sonurin sigur søguna hjá Jennifer um pápa sín, fuglfirðingin Hans N. Jacobsen, ið sum heilt ungur fór út at sigla og ongantíð kom aftur. Hann búsettist í San Fransisco og tosaði treyðugur um heimland sítt og familju ella vinir í Føroyum.