fríggjadagur 21. november 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 225 - 21. november 2008
- Hetta er ein rót-
føroysk bók, ið setir
fokus á ein part av
okkara mentan,
sum nógvastaðni er
um at hvørva, sigur
høvundurin, Sólgerð
Andreassen
bókaútgáva
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í næstu viku kemur nýggj
barnabók út. Heitið á bókini
er »Knassi og Rokkarin«,
og høvundur er Sólgerð
Andreassen við Norðskála.
Bókin er um heimalambið
Knassa, sum verður sett inn
í fjósið saman við tí garvilla
Rokkaranum, sum bæði
happar, berjist og hyggur at
gimburlombum.
Í bókini ger førilúsin eis
ini um seg og er óargalig.
Tá ið ringast stendur til hjá
Knassa, kemur ein vættur
at ugga hann og at siga frá
søgum.
Veðurlombini verða tó
bestu vinir, og tey seta sær
fyri at berja seg út aftur í
frælsi.
Martin teknar
Høvundurin sigur, at dentur
er lagdur á uppseting og
snið, so bókin er løtt at
lesa.
Í »Knassi og Rokkarin«
eru myndir, sum stuðla
tekstinum, og hesar hevur
Martin
Tórgarð,
yngri,
teknað.
Sólgerð sigur, at í bókini
eru fakta, so børnini læra
og minnast ymiskt, sum tey
koma at seta í samband við
søguna.
Barnabókin verður givin
út á egnum forlagi sum er
SANSAN.
Aðrar bøkur
Sólgerð Andreassen hevur
eisini skrivað aðrar bøkur.
Ein er »Berføtt ígjøgnum
ælabogans litir«, sum er
barnabók við 22 smásøgum,
ið Sprotin gav út.
Hon hevur skrivað Nátt
úra og tøkni 3. høvuðsbók,
lærarabók og arbeiðsbók til
6. fl.
Aftrat hesum verkum er
hondbókin »Dýr og plantur
í fjøruni«, sum Føroya
Skúlabókagrunnur
hevur
givið út.
Nú
kemur
so
eisini
»Knassi og Rokkarin«, ið
er ein rótføroysk bók, sum
setir fokus á ein part av
okkara mentan, ið nógva
staðni er um at hvørva.
- Skulu vit »branda«
Føroyar sum »heim-
sins reinasta oyggja-
land«, noyðast vit øll
at taka okkum saman,
sigur lesari, sum
hevur sent okkum
hesar myndirnar
Umhvørvi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í longri tíð hava vit á Sosi
alinum havt eina greinarøð
um órudd, sum liggur og
rekst kring um landið.
Men tað er ikki bara á
landi, at »heimsins reinasta
oyggjaland« gongur undir í
óruddi. Er óruddiligt á
landi, sæst hetta mangan
eisini aftur á sjónum.
Í gjár fingu vit sendandi
hesar myndirnar av eini
súlu, sum er komin illa fyri
á sjónum.
Myndirnar eru tiknar um
borð á einum føroyskum
línubáti undir Føroyum.
Skiparin á bátinum sá, at
súlan hevði tað ikki gott.
Hon hevði fingið eitt band
um nevið sum gjørdi, at
hon ongan møguleika hevði
at søkja sær føði.
Hann helt tí vera best at
avlíva fuglin, sum síðan
varð skotin.
Myndin vísir, hvussu
vit menniskju fara um
náttúruna í hesum førinum
um havið. Skulu vit »bran
da« Føroyar sum heimsins
reinasta oyggjaland, noyðast
vit øll at taka okkum saman
og gera nakað við tað, sigur
lesarin, sum hevur sent
okkum hesar myndirnar.
Tíðliga seinnapartin
í gjár samdust
Fiskimannafelagið
og Reiðarafelagið
um at halda fram við
verandi sáttmála í eitt
ár aftrat
semja
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað gekk bæði skjótt og
væl hjá feløgunum, sum
umboða fiskimenn og reið
arar, at gera nýggjan sátt
mála, sum er galdandi fram
til 1. desember í 2009.
Fyrsti samráðingarfundur
var týsmorgunin, og miku
dagin var longu næsti
fundur.
Í samrøðu við Sosialin
týsdagin segði formaðurin í
Føroya
Reiðarafelag,
Viberg Sørensen, seg hava
vónir um, at feløgini fóru at
koma til sættis.
Í gjár segði formaðurin í
Føroya
Fiskimannafelag,
Jan Højgaard, at tað ikki
eru krónur og oyru, sum
skilja partarnar hesaferð,
og hann segði seg heldur
ikki vænta nakrar broytingar
í hýruprosentum.
Tó løgdu báðir formenn
inir aftrat, at ilt er at spáa
um samráðingar – og at
einki er liðugt, fyrr enn alt
er liðugt.
Men nú er so longu alt
liðugt.
Tíðliga seinnapartin í
gjár samdust feløgini so um
at framleingja verandi sátt
mála fram til 1. desember í
2009.
Sostatt ræður friður í við
urskiftunum millum fiski
menn og reiðarar.
Við samráðingarnar sein
asta ár endaðu fiskimenn
úti í verkfalli, sum vardi út
í januar mánaða í ár.
Sólgerð við rótfør-
oyskari barnabók
Einki verkfall í
skipaflotanum
Formenninir, Jan Højgaard og Viberg Sørensen, taka í hondina á hvørjum øðrum, eftir at feløgini
eru vorðin samd um at framleingja verandi sáttmála í eitt ár
Dálkað hav beindi fyri hesi neyðars súlu
Ein deyðskomin súla, sum maður við línubáti skjeyt, tí hon
ongan møguleika hevði at søkja sær føði
ALS-skipanin endurskoðast
Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina hevur á fundi í gjár, 20. november, viðgjørt áheitanina
frá landsstýrismanninum í Vinnumálaráðnum, Jóhan Dahl, um at fremja tillagingar í
ALSskipanini. Ein arbeiðsbólkur sat í 2003 til 2005 og gjørdi eitt álit um broytingar í
ALSskipanini, og tað álitið varð latið Vinnumálaráðnum í februar 2005. Samstundis sat
ein serfrøðingabólkur og gjørdi eitt álit um ALSgjaldið. Uppskot til broytingar í ALS
lógini sambært álitinum frá februar 2005 er enn ikki viðgjørt í løgtinginum, hóast málið
er reist fleiri ferðir. Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina boðar í dag frá, at stýrið hevur tikið
áheitanina frá Vinnumálaráðnum til eftirtektar og er farið í gongd við at endurskoða ALS
skipanina. Eitt nýtt álit um broytingar í Arbeiðsloysisskipanini verður latið landsstýris
manninum í vinnumálum so skjótt tilber. Hetta verður gjørt í tveimum, fyrst verður farið í
gongd við at endurskoða Fiskavirkisskipanina og síðani Arbeiðsloysisskipanina.
Í bókini eru
myndir, sum stuðla
tekstinum, og hesar
hevur Martin
Tórgarð, yngri,
teknað