Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 • 21. november 2008 Vikuskifti 7 nú er bókin so klár, sigur Jennifer glað. Saknaði sonurin Saknaði sonurin er heitið á bókini. Hon sigur søguna hjá Jennifer um pápa sín, fuglfirðingin Hans N. Jacobsen, ið sum heilt ungur fór út at sigla og ongantíð kom aftur. Hann búsettist í San Fransisco og tosaði treyðugur um heimland sítt og familju ella vinir í Føroyum. Í bókini sigur Jennifer frá, hvussu tað kendist umsíðir at møta føroysku familju síni. Við gomlum brøvum, sum pápin nú og tá fekk sendandi úr Føroyum, fær lesarin innlit í ymisk viðurskifti í Føroyum tíðliga í 20. øld - umframt eina rætta kærleikssøgu við brøvum frá ungdómsunnustu hansara í Fuglafirði. Kærleiksbrøv úr Fuglafirði Júst hesi kærleiksbrøvini mugu sigast at vera rættiliga sermerkt og forkunnug. Eg spyrji Jennifer, hví hon hevur valt at taka tey við í heilum líki. – Ja, tað kann kanska tykjast, at tað er at fara eitt sindur ov langt at prenta slíkt, sum annars er so inniligt og persónligt. Tó haldi eg og vit, at innihaldið í nógvum av brøvunum - umframt at vera romantiskt og kensluborið - sigur so nógv um samtíðina. Marin, sum unnustan æt, dugir so ómetaliga væl at skriva og greiða frá, at tað er ein fragd at lesa. Hon lýsir bygdarlívið og sigur frá um ymiskt, sum gongur fyri seg í landinum annars. Hon skrivaði í mong ár og av brøvunum sæst, at hýrur hennara skifti ímillum bjartskygni og vónloysi – serstakliga tað síðsta var ‘heart breaking’ at lesa, sigur Jennifer. Drama og romantikkur Hans N. Jacobsen var komin væl til árs, áðrenn hann giftist í USA. - Ja, tað er løgið, sum lívið lagar seg, og søgan um pápa og mammu er eisini sera áhugaverd, sigur Jennifer við einum løttum tóna og heldur fram - Ein kann avgjørt siga, at kærleikslívið hjá pápa var fylt við drama og romantikki. Mamma og pápi møttust fyrstu ferð í 1922 ella 23 í San Fransisco á einum møti hjá Frelsunarherinum. Hann fall fyri henni, men av tí at hann var sjómaður, bar illa til at halda sambandið við líka. Mamma giftist einum øðrum í 1927 og flutti eisini til annan bý, men 11 ár og 6 børn eftir tað, doyði maður hennara. Mamma Jennifer noyddist at flyta aftur til mammu sína í Oregon, men valdi tó at steðga á í San Fransisco í nakrar dagar á vegnum. - Har gjørdi hon ikki mætari enn at leita pápa upp. Hann var ongantíð vorðin giftur, og nú var kærlekin kveiktur aftur. Eg haldi tó ikki, at eg fari at siga alt her, tí eitt sindur skal jú goymast til lesiupplivilsið, sigur Jennifer at enda. Bókin verður løgd fram í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sunnudagin 23. november klokkan 15, har Jennifer eisini signerar bøkurnar. nin í Fuglafirði - Eg eri vorðin so ómetaliga forelskað í øllum her, serstakliga hámeti eg tað virði, tit leggja í familju- og vinabond, sigur Jennifer Henke Innihaldið í nógvum av brøvunum - umframt at vera romantiskt og kensluborið - sigur nógv um samtíðina