fríggjadagur 21. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 225 - 21. november 2008
Útoyggj
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Einar 15 milliónir um árið í
tvey ár, ella 30 milliónir til
samans.
Meiri skal ikki til fyri at
hjálpa skúvoyingum heilt
væl í royndunum at yvirliva
í teirri alsamt harðari kapp
ingini ímóti fastlandinum.
Tað staðfestir Tummas
Joensen, skúvoyingur við
stórum áhuga fyri viður
skiftunum hjá útoyggjun
um.
Og tað er eisini hansara
størsta ynski, at landsins
politiski myndugleiki nú
gera álvara av nógvu, føgru
orðunum um útjaðaramenn
ing og játtar skúvoyingum
hesa upphæddina.
Eg haldi, at nú skulu
landsins politikarar vakna
og geva greitt til kennar,
um teir vilja hava okkum at
verða búgvandi á útoyggj
og so játta okkum tað, sum
skal til fyri at yvirliva. Ella
skulu teir siga sum er, at
teir gera onki, men vilja
heldur seigpína okkum av
oynni.
Nýggj havn átrokandi
Tær 30 milliónirnar skulu
brúkast til eina nýggja
Havn í Skúvoy.
Ein nýggj havn í Skúvoy
hevði givið teimum heilt
aðrar og betri møguleikar,
sum teir í dag bara kunnu
droyma um.
Vit eini nýggjari havn,
er væl siglandi í Skúvoyar
eini 90% av tíðini, alt árið,
so tað hevði verið ein ómeta
lig hjálp, staðfestir hann.
Tummas Frank Joensen
sigur, at einasta sjóvegis
sambandið hjá skúvoyingum
er tann gamli Sildberin,
sum í mesta lagið fær sving
að seg upp á eini fimm seks
sjómíl í miðal og okkurt ein
stakt sjómíl afturat, tá tað
stendur heilt væl til og bæði
streymur og vindur eru
undan.
Fleiri húndrað
krónur á muni
Men møguleikarnir fyri at
flyta farm við Sildberanum
eru ómetaliga avmarkaðir
og tað ger livilíkindini í
Skúvoy bæði nógv tvørligar
og nógv dýrari enn tað er at
liva aðrastaðni í Føroyum.
Hann nevnir eisini ítøki
lig dømi um, hvussu tórført
tað er við sambandinum,
sum nú er.
Tað ber til hjá einum
nólsoyingini at flyta sær bil
ímillum Nólsoy og Havnina
fyri 140 krónur.
Men skulu vit í Skúvoy
hava ein traktor av Sandi til
Skúvoyar, verður hann rokn
aður sum farmur og tað
kostar okkum einar 1100
krónur.
Hann leggur dent á, at
hetta verður ikki ført fram,
tí hann er øvundsjúkur inn
á nólsoyingar.
Hetta skal vera teimum
væl unt, men eg nevni hetta
fyri at gera eina samanbering
og vit hava so ikki møgu
leikan at keypa okkum 10
túra kort til slíkan flutning.
Samstundis ber til at
keypa eitt mánaðarkort fyri
1050 krónur og tímir hann,
kann hann sigla 22 ferðir
um dagin aftur og fram
ímillum Sandoy og Skúvoy
í ein heilan mánað.
Tað er ikki øll hjálp til
útoyggjarnar, sum kostar so
óluksáliga
nógv,
leggur
hann afturat.
Vit krevja ikki tað heilt
stóra og vit vilja ikki hava
meiri enn vit hava rætt til.
Men eg haldi kortini, at pol
itikararnir kundu unt okkum
nøkunlunda somu sømdir,
sum
okkara
landsmenn
hava, sigur Tummas Frank
Joensen.
Hann sigur, at fáa tey
eina nýggja havn, ber til at
hava ferju siglandi og so
ber eisini til, at føra bil
ímillum fyri sama prís, sum
onnur.
Ein slík havn kundi tikið
eitt skip sum Teistin og tað
hevði sjálvandi verið tann
besta loysnin. Men tá ið
nólsoyingar eftir øllum at
døma fáa nýtt skip, høvdu
vit eisini verið nøgd við at
yvirtikið Rituna fyri fyrst.
Men so kundu vit fingið
trygd fyri eini bilferju av og
tá, tá ið brúk var fyri tí til
onkran farm.
Hann nevnir eitt dømi um
serflutning, har tað er harð
liga brúk fyri eini bilaferju.
Tað kostar einar 100.000
krónur um árið bara at tøma
septiktangarnar í bygdini
og fáa lortin til IRF, tí alt
skal flytast við av oynni við
eini sandbáti.
Høvdu vit havt eina bila
ferju, kundi ein bilur komið
einaferð um árið og tømt alt
fyri nakrar hundrað krónur,
so har er nógv at spara.
Vit hava eisini gjørt onk
ur tiltøk fyri ferðavinnuna,
men tað er ómetaliga svika
ligt. Vit hava havt meiri enn
eitt dømi um, at ferðaløg
skuldi koma higar, men so
viðraði ikki, tá ið avtornaði.
Teir skúvoyingar, sum tá
høvdu gjørt mat til 40 ferða
fólk, komu at standa í eini
ógvuligari óhepnari støðu.
Sita køld
Bara eitt so sjálvsagt sum
at fáa fylt sær oljutangan í
sethúsunum, er eitt kapittul
fyri seg, tá ið ein er búsettur
í einum plássi sum í
Skúvoy.
Í síni varð oljuleiðing
løgd av støðni niðan til tang
an hjá SEV. Men skúvoy
ingar hava eisini leiðing
oman á bakkan og so hava
Seigpínd frá húsi o
Høvdu politikararnir játta okkum
15 milliónir um árið í tvey ár, hevði
tað verið ein heilt munandi styrkur í
stríðnum fyri at yvirliva ístaðin fyri at
seigpína okkum frá húsi og heimi, sigur
Tummas Frank Joensen úr Skúvoy
Mærsk broytir politikk
A.P. Møller – Mærsk boðar í dag frá at tey hava uppdaterað teirra trygdar
politikk viðvíkjandi sigling í Adenvíkini og økið út fyri Eysturafrikansku
strondini. Broytingin er ein avleiðing av ræningunum, ið hava verið í
seinastuni. Skip, ið ikki hava nøktandi ferð ella fríborð, fara inntil víðari at
umgangast Adenvíkina og sigla alternativar rutur, eitt nú suður um Kap
Góða Vónin og eystur um Madagaskar. Í tann mun, tað er møguleiki fyri
fylgiskapi, vil A.P. Møller Mærsk umhugsa at lata hesi skip við í
herflotafylgdum skipafylgjum gjøgnum Adenvíkina. Fyrst og fremst eru
tað tangaskipini, ið verða ávirkað av hesum, umframt trý bingjuskip.
Sáttmáli longdur
Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag
hava gjørt av at leingja verandi sáttmála 1 ár fram
til 1. desember 2009. Semjan millum partarnir
ljóðar soleiðis: Sáttmálin millum Føroya
Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag, sum fer
úr gildi 1. desember 2008, verður hervið galdandi
fram til 1. desember 2009.